mánadagur 12. juni 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 12. JUNI 2017
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: SUNDALAGSSTEVNAN
Vilmund Jacobsen
M
arni E. Joensen er formaður í Hósvíkar
Róðrarfelag, og hann fegnast um, at tað
í ár hevur eydnast felagnum at manna
5-mannafarið Falkin og 6-mannafarið Hósvíking
við fleiri manningum enn undanfarin ár.
– Vit hava tvær manningar í barnaróðri, bæði
gentur og dreingir, og 5-mannafarið er mannað
við kvinnum. Haraftrat er 6-mannafarið mannað
við bæði kvinnum og monnum.
Barnaróður ger mun
Formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag heldur, at
ein orsøk til veksandi áhugan er, at skipað hevur
verið fyri barnaróðri í nøkur ár, og hann fegnast
eisini um, at barnaróður frá komandi ári at rokna
verður skipaður sum FM-róður.
Marni E. Joensen heldur tað hava stóran
týdning at eggja børnunum til at rógva.
– Tað skal vera stuttligt at rógva – og ikki
bara strævið, sum hann tekur til.
Sjálvur rør formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag
í ár við 6-mannafarinum. Hann hevur ikki tær
drúgvu royndirnar sum rógvari, men ásannar,
at hóast hann í dag er 24 ára gamal, var tað
barnaróðurin, sum í sínari tíð birti áhugan fyri
kappróðri.
– Vit gleða okkum til kappróðurin, sum verð
ur leygardagin, 17. juni, og sum fyriskiparar eru
vit væl fyrireikað, sigur Marni E. Joensen.
Betri fyri bátarnar
Formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag vísir á, at
nýggi bátadrátturin, sum felagið hevur bygt, ger
umstøðurnar hjá róðrarfólki nógv betri.
– Í fyrstuni var bara sandur niðan fyri neystið.
Síðan fingu vit eina lítla træbrúgv, sum stóð á
tunnum, men hon fórst við tíðini. Nú vit hava
fingið nýggja og stóra bátadráttin, eru viður
skiftini framúr.
Marni E. Joensen vísir á, at pláss er fyri
tveimum róðrarbátum í senn á bátadráttinum,
umframt at gott pláss nú er á nýggja og stóra
plattinum.
– Tørvur hevur verið á einum veruligum báta
drátti, og nú vit fóru í holt við hetta, vildu vit
gjarna gera tað ordiligt. Nú umstøðurnar eru so
góðar, verður tað eisini nógv lættari at fara væl
um bátarnar, sum so aftur fara at krevja minni
viðlíkahald.
Hann sigur, at tá tiltøk verða í Hósvík, sum
eitt nú regatta í heyst, fer bátadrátturin eisini
at koma væl við hjá øðrum róðrarfólki.
Hitapottar við neystið
Nú Sundalagsstevna verður, fer róðrarfelagið
at hava hitapottar standandi við neystið, og tá
verður høvi hjá fólki, sum ætla sær í pottarnar,
at brúka skiftirúm, brúsu og wc í neystinum.
– Róðrarneystið er ov lítið til dansitiltøk,
men sum felag fara vit at hava onkrar sølur á
stevnuni, soleiðis sum lesast kann um í skránni,
sigur Marni E. Joensen.
Á Sundalagsstevnu í ár verður ikki róð undir
Eysturoyarlandinum, sum gjørt hevur verið
onnur ár, men undir Streymoyarlandinum.
– Vit hava góðar vónir um, at tað fer at ganga
væl at avgreiða kappróðurin á Sundalagsstevnu,
sigur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag.
Kappróður
blómar í Hósvík
– Tað hevur stóran týdning at eggja børnunum til at rógva. Tað skal vera stuttligt at rógva
– og ikki bara strævið, sigur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag, Marni E. Joensen
– Tørvur hevur verið á einum veruligum bátadrátti, og nú vit fóru í holt við hetta, vildu vit gjarna gera tað ordiligt, sigur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag
Mynd: Vilmund Jacobsen