Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 12. JUNI 2017 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: SUNDALAGSSTEVNAN - Vit bjóða øllum at gerast limir í Hósvíkar Bátafelag, og higartil telur limaskarin umleið sjeyti. Allir limir fáa eina kotu og kunnu soleiðis sleppa inn í felagshúsið, nær tað skal verða, sigur Gunnbjørn Joensen Vilmund Jacobsen T að er Gunnbjørn Joensen, sum er valdur til formann í nýggja bátafelagnum í Hósvík, Hósvíkar Bátafelag. Hetta er eitt felag, sum ein og hvør kann gerast limur í – uttan mun til bústað og bát - við at rinda eitt limagjald á 300 krónur um árið. –- At vit kundu fáa eitt leigumál við Sunda kommunu um húsið á havnalagnum í Hósvík, sum Marine Harvest hevur brúkt til síni arbeiðs­ fólk, hevur avgjørt skundað undir at stovna eitt bátafelag. Gunnbjørn Joensen vísir á, at bryggjan, sum hevur verið knýtt at virkseminum hjá Marine Harvest, eisini kemur væl við hjá felagnum sum partur av felagsvirkseminum. – Hetta er eitt fínt hús við nógvum møgu­ leikum. Húsið liggur væl fyri dygst við bryggju­ kantin og er í góðum standi. Tá vit frættu, at alifelagið fór at gevast í Hósvík, tosaðu vit við felagið um møguleikar, og hetta endaði við einum leigumáli við Sunda kommunu, sum nú eigur hesar ognir hjá Marine Harvest. Bestu umstøður Formaðurin í Hósvíkar Bátafelag sigur, at pláss er fyri fleiri bátum við bryggjuna, sum er knýtt at felagshúsinum. – Longu nú hava vit havt vitjan av fleiri báta­ siglarum, sum saman við okkum hava fegnast um fram úr góðu umstøðurnar. Her kunnu frítíðarsiglarar fáa streym og vatn, eins og fasilitetirnir í húsinum eru til taks. Gunnbjørn Joensen fegnast um, at tað eisini hevur eydnast felagnum at skipa húsið sum eitt slag av undirhúsi í bygdini, har fólk kunnu savnast hvønn leygarmorgun. – Vit bjóða øllum at gerast limir í felagnum, og higartil telur limaskarin umleið sjeyti. Allir limir fáa eina kotu og kunnu soleiðis sleppa inn í felagshúsið, nær tað skal verða. Hann vísir á, at í bátafelagshúsinum er brúsa, wc, og her er eisini eitt lítið køksskapilsi, sum hann tekur til. Harumframt er vaskimaskina og kuldaskáp, og hugsað verður eisini um at útvega eina turkitrumlu. Í húsinum eru eisini onnur rúm. – Vit hugsa okkum at rigga eitt av rúmunum til vátrúm, soleiðis at fólk, sum kanska hava nakrar fiskar at skera frá einum bátatúri, kunnu gera hetta inni í húsinum. Tað eru jú ikki øll, sum hava so góðar umstøður at hagreiða fiskin heima, sigur Gunnbjørn Joensen, formaður í Hós­víkar Bátafelag. NORÐSKÁLI · TEL. 422727 Vit eru eisini at hitta á facebook BRÁ YNSKIR ØLLUM EINA GÓÐA SUNDALAGSSTEVNU Her sæst felagshús og bryggjukantur (vinstru megin á myndini), sum Hósvíkar Bátafelag leigar frá Sunda kommunu. Hetta eru rættiliga góðar umstøður hjá einum bátafelag – og sjálvur bátahylurin er beint við Mynd: Vilmund Jacobsen Nýtt bátafelag við fram úr góðum umstøðum í Hósvík