Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. juni 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 24 • 12. JUNI 2017 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ ENDURLÝSING: GARTNARI TIL TVØROYRAR KOMMUNU Tvøroyrar kommuna søkir einum gartnari til eitt spennandi og fjølbroytt fulltíðarstarv. Arbeiðið fevnir um: - Ábyrgd og røkt av grønum økjum í býnum - Skapa og evna nýggj øki - Røkt av kirkjugørðum - Førleikakrøv: - hevur royndir á økinum sum gartnari ella tilsvarandi yrki, ella útbúgving sum gartnari - gott yvirlit og góð evni til samstarv - hevur royndir við prosjektum, at skapa og útinna Vit sóknast eftir gartnara, sum: - kann arbeiða sjálvstøðugt - er skapandi og hevur eyga fyri at prýða - megnar at samskipa uppgávurnar saman við øðrum - hevur góðar eginleikar at samskifta við fólk - Løn og setanartreytir: - Gartnarin hevur tilvísing til býarverkfrøðingin í kommununi. Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknin, saman við CV, skal sendast til: Tvøroyrar Kommuna Tvørávegur 37 800 Tvøroyri og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. juni 2017, kl. 12.00. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur, tlf. 211712. T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Fólk dáma væl í Handilsgøtuni Handilsgøtan í miðbýnum í Havn, sum fevnir um Dr. Jacobsensgøtu við síðugøtum, savnar nógv fólk, tá handlar og fyritøkur í gøtuni taka seg saman til tiltøk Vilmund Jacobsen F ríggjakvøldið 2. juni var mentanarnátt í Havn, og í góðveðrinum hetta kvøldið savnaðust rættiliga nógv fólk í býnum. Nógv ymisk tiltøk vóru kring um, og handlarnir høvdu leingi opið. Hýrurin á fólki var góður, og kvøldið minti mest um eina lítla ólavsøku. Fólk vóru at síggja allastaðni í miðbýnum - á Bursatanga, eftir Áarvegnum, á Vaglinum, eftir Niels Finsensgøtu, Tórsgøtu, Vágsbotni, Skálatrøð, og rættiliga nógv fólk vóru eisini í Dr. Jacobsensgøtu við síðugøtum, soleiðis sum viðheftu myndir vísa. Meginæðr í miðbýnum Dr. Jakobsensgøta er meginæðrin í Handilsgøtuni í miðbýnum, og handlar og fyritøkur í gøtuni hava megnað at savna nógv fólk, tá skipað hevur verið fyri serligum tiltøkum, sum eitt nú á mentanarnáttini. Samanhald er í Handilsgøtuni og tiltøk, sum skipað hevur verið fyri, hava samansjóðað handlar og fyritøkur enn meira.