týsdagur 13. juni 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Eirikur Lindenskov
Redaktiónin
red@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tekniska deild
t@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein
Stóri eldurin á Varðanum
Pelagic kostaði suðuroying
um størsta arbeiðsplássið
í oynni, og tað hevur, sum
vera man, rakt nógv fólk sera
meint.
Mánadain var ALS suðuri
á Tvøroyri, har hesi høvdu
fund við starvsfólk og leiðslu
á Varðanum Pelagic. Orsøk
in var fyrst og fremst at fáa
tey fólkini, sum eiga at vera í
fiskivirkisskipanin, atgongd
til
vanligu
arbeiðsloysis
skipanina. Hetta er orsaka av,
at har er jú einki flakavirkið
nú og tí er eingin orsøk at
hugsa um tað skipanina, sigur
stjórin í ALS í dag.
Tað leiddi so til, at tá ið
starvsfólkini hjá ALS fóru til
Havnar aftur í gjárkvøldið,
høvdu tey eina ørgrynnu av
umsóknum um stuðul við
sær.
– Vit fingu í alt 54 umsóknir
um arbeiðsloysisstuðul, sigur
Magni á Deild Olsen, stjóri í
ALS. Á fundinum í gjárkvøld
ið vóru áleið 80-100 fólk til
staðar og sostatt vóru tað
ikki øll, sum søkti um upp
tøku í ALS.
– Ein orsøk kann vera, at
fleiri teirra skulu arbeiða við
uppruddingini av virkinum,
sigur Magni á Deild Olsen.
Hann vísir tó á, at tað fram
vegis kann hugsast, at fleiri
umsóknir um upptøku í ar
beiðsloysisskipanina fara at
koma teimum í hendi í nærm
astu framtíð.
Tað er rættiliga áhugavert, at ein
heil bygd reisir seg og mótmælir
eini avgerð hjá Tórshavnar komm
unu, soleiðis sum fólkið í Kaldbak
ger í hesum døgum. Eini avgerð,
sum bygdarfólkið átti at havt ávirk
an á. Men tey hava ikki verið hoyrd
av Tórshavnar býráð.
Tað er eisini rættiliga áhuga
vert, at tað júst er Tjóðveldi í Tórs
havnar býráð, sum hevur hendan
arroganta atburðin í einum um
hvørvismáli. Eingin hevur sum
Tjóðveldi – og serliga Marin Katrina
Frýdal, bæði rópt og skrivað og
kært og klagað um undanfarna
býráðsmeiriluta, tí hann ikki virdi
sjóvarstrond, náttúru og fólkaræði.
Tað er rætt, at nýggja býráðið í
Havn arvaði hetta málið frá ein um
fullsamdum undanfarna býráð.
Eins og býráðið hevur arvað alt
annað, sum undanfarna býráð
hevur gjørt. Men hetta málið var
als ikki avgreitt. Hoyringsfreistin
hjá kaldbaksfólki var ikki farin –
og tað er nýggi býráðsmeirilutin
einsamallur, sum hevur samtykt at
broyta byggisamtyktina fyri Sund.
Og tað er nýggi býráðsmeirilutin,
har Tjóðveldi hevur meirilutan,
sum hevur gjørt av ikki at lurta
eftir fólkinum í Kaldbak.
Eitt er tað, at vit kunnu vera
ósamd í, um eitt vinnuøki skal
gerast á Sundi ella ikki. Men tað
er hendan harðliga og arroganta
framferðin hjá Tórshavnar býráð,
sum undrar. Hví vil Tjóðveldi ikki
lurta eftir kaldbaksfólki? Hví kann
Tjóðveldi ikki steðga á eina løtu,
tá ein heil bygd reisir seg? Eru tað
bara lótir, tá Tjóðveldi tosar um
minnilutaverju og náttúruvernd?
Andstøðan hevur boðað frá, at
málið verður lagt fyri býráðsfund í
næstu viku, har andstøðan vil hava
býráðið at steðga á við ætlanini.
Sum landið liggur nú, hevur hetta
uppskotið ongan kjans, tí sam
gongan fer uttan iva at fella upp
skotið.
Borgarafundurin
í
Kaldbak
mánakvøldið hevur eisini kært
Tórshavnar kommunu fyri inn
lendismálaráðið
fyri
at
bróta
samanleggingarsáttmálan.
Hetta er eisini áhugavert. Tí
staðfestir
Innlendismálaráðið,
at tað ongan týdning hevur, at
Tórshavnar kommuna ikki virðir
samanleggingarsáttmálan og tær
staðbundnu nevndirnar, so fara
allar staðbundnu nevndirnar í søg
una, tí so hava tær slett yvirhøvur
ongan týdning og eru til onga
nyttu.
Kanska tey í Tjóðveldi halda
kaldbaksfólk vera nøkur irriterandi
grenj. Kanska tey halda seg vita
betur enn kaldbaksfólk, hvat er
rætt og hvat er skeivt. Men at júst
Tjóðveldi púra tilvitað ikki lurtar
eftir »fólkinum í Føroyum«, tað
undrar mong.
Hví lurtar Tjóðveldi ikki
eftir fólkinum í Føroyum?
GRENJA TEY BARA Í KALDBAK?
54 arbeiðsleys á
Varðanum Pelagic
Varafútin má
hava vitan
um Føroyar
Bjargingin
gekk væl
FRÍÐI DANBERG
S 14-15
Kristoffur
er ótrúligur
framleiðari
RENÉ DIF
S 18
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Magni Arge, fólkatings
maður, spyr løgmálaráð
harran Søren Pape Poulsen,
um tað er nøktandi, at lýs
ingin eftir varafúta í Før
oyum, ikki krevur av um
søkjarunum, at teir hava
gott innlit í føroysk viður
skiftir.
Magni Arge sigur, at tað
verður millum annað kravt
av fútanum og dómarum í
føroysku rættarskipanini,
at teir hava innlit í føroysk
viðurskiftir, men ikki av
varafútanum.
Fólkatingslimurin held
ur tað verða merkisvert, at
innlit í føroysk viðurskiftir
og føroyskt mál ikki verður
mett meira umráðandi, tá
viðkomandi, ið fær starvið,
fer inn í eitt leiðslutoymi,
har tveir triðingar longu
eru danir.
Krøvini í starvslýsingini
eftir varafúta í Føroyum er
soljóðandi:
Vicepolitimesteren skal
være en fagligt velkvali
ficeret
jurist
(cand.jur.)
med solid anklagererfaring
og høj faglig integritet med
fokus på kvalitet og legali
tet.
Vicepolitimesteren skal
herudover
være
robust,
have
gennemslagskraft,
resultatfokus og eventuelt
også erfaring med faglig
ledelse, personaleledelse og
driftsledelse.