Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juni 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eyðun Klakstein Í mars var árstíðatjavnaða talið á løntarkum 25.837. Hetta eru 78 færri enn í februar, men higartil hava tað verið yvir 25.800 løn­tak­ arar hvønn mánað í ár. Sein­ astu trý árini hevur gongdin verið, at fleiri løntakarar eru lagstir til, og eru tað nú 2.000 fleiri til arbeiðis enn á vári 2014. Tað vísir seinasta upp­ gerð­in hjá Hagstovu Føroya. Løntakaratøl eftir vinnu­ grein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri. Í mars í ár vóru 25.581 løntakarar, 603 fleiri enn árið fyri. Vøksturin er 2,4%. Tað er serliga byggivinna og onnur tilvirking, sum eigur ein stór­an part av vøkstrinum. Í mars 2013, fyri fýra árum síð­ani, vóru um 2.900 løn­ tak­arar í byggivinnu, men hvørt ár eftir hetta hevur henda vinnan fingið umleið 200 løntakarar fleiri, so tað nú eru 3.750 løntakarar. Árligi vøksturin hevur verið millum 5,4 og 7,4% Bæði privatar og al­menn­ ar tænastur hava umleið 200 fleiri løntakarar nú enn fyri einum ári síðani. Tæn­astuvinnurnar eru væl størri enn byggivinnan, so vøksturin er heldur lakari í prosentum, nú eru 2,6% fleiri til arbeiðis í tænastu­ vinn­unum. Fiski- og alivinnan minkar í løtuni, í mars í 2016 vóru 4.113 í vinnu har, men nú eru tey 4.005, 108 færri. BYGGIVINNAN HAVT STÓRAN VØKSTUR Nú arbeiða 3750 fólk í byggivinnuni TÍÐINDI Áki Bertholdsen Vit hava í Føroyum eina heilt serliga søgu við eini sera álvarsXamari sjúku­fremj­ andi bakteriu, sum er mat­ vøru­borin. Tað staðfestir Gransk­ ingar­ráðið í eini fráboðan. Tað, tey hugsa um, er serliga bakterian, Clo­stri­ dium botulinum, sum kann geva botulismu. Søgan um hesa lívs­hótt­ andi sjúku í Føroyum er nú komin út í eini vís­inda­ ligari grein í leiðandi in­fek­ tiónstíðarritinum “Infec­ tious Diseases”. Í greinin verður samband knýtt millum skeiva hand­ faring av skerpikjøti og til­ burðirnar av botulismu. Høvundarnir eru allir í starvi á Landssjúkra­hús­in­ um, teir eru Anirban Nandy, lækni, Høgni Djurhuus, yvirlækni og Shahin Gaini, yvirlækni og ph.d. Og teir staðfesta, at níggju tilburðir av botulismu í Føroyum hesi 20 árini frá 1988 til 2007, eru óvanliga nógvir tilburðr, tá ið vit hugsa um, at tað búðu færri enn 50.000 fólk í Føroyum. Óvanliga nógvir tilburðir av botulismu í Føroyum Anne Mette prædikar á Ólav­ søku Ólavsøkudag verður Løg­tingið sett, og ein nýggj tingseta byrj­ar. Tingfólk, lands­stýris­ fólk og em­bætis­fólk ganga sam­an við prest­ unum skrúð­gongu úr Løg­tings­hús­inum om­ an í Havnar kirkju til gudstænastu. Tað er tann elsti av teimum yngru prest­ unum í embæti í før­ oysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at præ­ dika á fyrsta sinni ólav­søkudag. Elst­ur av teimum við at­liti at starvsaldri er Anne Mette Greve Kle­men­ sen, skrivar fólka­kirkj­ an á heimasíðuni. Anne Mette tók við kallinum sum sóknar­ prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í januar 2011. Hóast hon er av donskum uppruna, er hon væl kend við før­ oysk viðurskifti og tað føroyska málið. Hon er gift við nólsoyingum Leif Hansen, ið er ein av urguleikarunum í Vesturkirkjuni, stend­ ur á heimasíðu fólka­ kirkj­unnar. Eisini hátíðarheld­ ur kirkjan á Ólavsøku, at tíggju ár eru lið­in síðan málsøkið Fólka­ kirkjan varð yvirtikið. Byggivinnan hevur úr at gera, og tað sæst aftur í talinum á løntakarum í vinnuni Óvanliga nógvir føroyingar verða eitraðir av mati Síðani 1988 hava níggu tilburðir av botulismu verið í Føroyum Nýggi dagstovnurin, sum letur upp í Hvalba 1. august, eitur nú Dagstovnurin Bros­ið. Tað hevur bygdaráðið í Hvalba gjørt av, skrivar kommunan á heimasíðuni. Nakað síðani varð navna­kapping útskrivað um navn til dagstovnin og tað komu 20 uppskot inn. Eitt av uppskotunum átti Rakul Olsen, og tað var at kalla dagstovnin fyri Brosið. Og tað varð so samtykt í kvøld. Og fyri tað fær Rakul Olsen eina virðisløn upp á 3000 krónur. Í dagstovninum verð­ur pláss fyri børnum í vøggu­ stovu- og barna­garðsaldri og har verður eisini frí­ tíðarskúli fyri børnum í 1. til 3. flokki. Dagstovnurin í Hvalba fingið navn Anne Mette Greve Klemensen heldur ólavsøkuprædikuna í ár