týsdagur 13. juni 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. juni 2017 · Nr. 68
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Friðartún 1 FO-620 Runavík
Roðin søkir eftir einum framsøknum
leiðara, sum frá 15. juli 2017 - ella eftir
nærri avtalu - kann taka við starvinum
sum leiðari eftir Tord Niclasen, sum fer
frá fyri aldur hin 01. august 2017. Starvið
snýr seg um at stjórna Økistænastuni,
sum Sjóvar, Nes- og Runavíkar
kommuna gingu saman um, tá ið hetta
varð flutt frá landsgeiranum til
kommunurnar at reka.
Skrivstovan hjá leiðaranum er staðsett
á Røktar-og ellisheiminum í Runavík.
Hesin skal taka sær av leiðsluarbeið-
num við ábyrgd av teimum fakligu, fyri-
sitingarligu og starvsfólkaligu viðurskift-
unum á økinum, sum fevnir um fyribyrg-
ing, fysio- og ergoterapi, heimahjálp,
heimasjúkrarøkt, sambýlini Vesturskin
á Toftum, Sjóvarlon á Strondum,
Dagtilhaldið fyri minnisveik á Skála,
Heimið á Mýrunum og Røktar-og
ellisheimið í Runavík.
Meginmálið hjá Roðanum – økistænast-
uni – er at tryggja, at okkara borgarar
sum longst eru væl fyri og sjálvbjargnir,
tí verður eitt av aðalmál- unum hjá
nýggja leiðaranum framhaldandi at seta
menning og endurmenning í fremstu
røð.
Týdningarmikið er, at virkað verður inn í
framtíðina soleiðis, at tær mest
optimalu javnvágirnar verða funnar, har
sum mest fæst fyri tær játtanir, sum
Roðin fær árliga frá teimum trimum
kommununum, ið eiga samstarvið. Í
løtuni hevur Roðin ein kostnað á áleið
70 milliónir krónur um árið.
Meginuppgávurnar í starvinum eru
• at menna og skipa eina samansjóðaða
tænastu, sum á besta hátt stuðlar
borgarunum
• at tryggja fakliga støðið, førleika-
menning og trivnaðin hjá
starvsfólkunum
• at tryggja neyva fíggjarstýring
soleiðis, at árliga játtanin verður hildin
• at tryggja at lógir, kunngerðir og
ásetingar verða hildnar til frama fyri
borgaran
• at samskifta við avvarðandi stovnar,
áhugafeløg v.m.
• at vera andlit Roðans í almenna
rúminum
• at virka sum fakligur ráðgevi og
skrivari hjá stýrinum.
Roðin kann bjóða umsøkjaranum eitt
sera spennandi og fjølbroytt starv í
góðum umhvørvi. Avgerðarrætturin er
stórur, og góður møguleiki er fyri faklig-
ari og persónligari menning, og so nýggj
sum økistænastan er í kommunala
geiranum, er møguleiki fyri at mynda og
at ávirka gongdina frameftir ta røttu
leiðina.
Roðin væntar, at umsøkjarin hevur
• viðkomandi útbúgving(ar) og
arbeiðsroyndir
• leiðsluroyndir úr hinum almenna,
kommunala ella privata geiranum
• sera góð evni til fíggjarstýring
• torir at ganga nýggjar leiðir, er fleksib-
ul og opin fyri nýggjum avbjóðingum
• gott hegni at samskifta/samstarva.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært
avvarðandi sáttmála.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum
viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Runavíkar kommunu, Heiðavegur 26,
FO-600 Saltangará ella til teldupost-
adressurnar: runavik@runavik.fo og
tobbi@runavik.fo.
Freist
Umsóknin skal vera Runavíkar
kommunu í hendi í seinasta lagi hin 20.
juni 2017. Meiri fæst at vita um starvið
við at ringja til Tord Niclasen, verandi
leiðara, á tlf. 290200 - ella til Tórbjørn
Jacobsen, stýrisformann, á tlf. 237015.
Roðin tilskilar sær rættin til ikki at seta
nakran av umsøkjarunum og um neyð-
ugt at lýsa starvið leyst av nýggjum.
______________________________________
Eldraøkið varð flutt frá landsgeiranum til
kommunala geiran at reka frá 1. januar
2015. Kommunurnar í syðra partinum av
Eysturoy tóku seg saman í eitt samtak,
og skipaðu í samvinnu økistænastu, sum
seinri fekk heitið ROÐIN. Sjóvar; Nes- &
Runavíkar kommuna við góðum 6
túsund borgarum varða av Roðanum.
23 bygdir eru í økinum og samstarvið
Roðin eigur bygningarnar í Runavík, á
Toftum, Strondum og á Skála. Uml 200
fólk eru knýtt at økistænastuni og
svarar hetta til áleið 140 ársverk. Leiðarin
vísir til Stýrið, sum er mannað við
teimum trimum borgarstjórunum og
øðrum bý- & bygdaráðslimum í teimum
trimum kommununum. Økistænastan
fevnir sum sagt um fyribyrging, fysio- og
ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt,
sambýli, dagtilhald fyri minnisveik og
røktarheim.
SØKIR LEIÐARA
K R E A
Hósdag 15. juni:
Kókað neytakjøt · Royktur medistari · Knettir
Fríggjadag 16. juni:
Neytasteik · Lasanja · Stoktar pylsur v/heitum eplasalati
Leygardag 17. juni:
Fleskasteik
Mánadag 19. juni:
Fiskafrikadellur · Hamburgarryggur
Týsdag 20. juni:
Rivjasteik · Grýturættur
Mikudag 21. juni:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00
Sjúkrarøkt ar
frøðing/Tørvsmeta
Søkt verður eftir avloysarar fyri sjúkra røkt ar
frøðing at arbeiða sum tørvsmeti (visitator) í
starvsbrøki 0,8 í tíðarskeiðinum 01. juli 2017 til
31.12.17.
Eisini kann avtalast nærri, nær byrjað verður.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um heimavitjanir, har
mett verður um tørv av tænastutilboðum innan
økistænastuna hjá Roðanum.
Eftir nærri avtalu kemur ein partur av arbeiðnum
eisini at fevna um fyribyrgjandi heimavitjanir.
Lønarog setanartreytir eru sambært galdandi
sáttmála.
Um tú ynskir at vita nærri um starvið, ert tú
vælkomin at at seta teg í samband við Annfríð
Neslíð, deildarleiðara, tlf 793304 ella tpost rodin@
rodin.fo
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal
verða okkum í hendi í seinasta lagi 28. juni
Umsóknin, merkt "umsókn ,skal sendast til:
rodin@rodin.fo ella
2017.ROÐIN - økistænastan
Friðartún 1
FO-620 Runavík
Lýsingin sæst eisini á heimasíðuni hjá
Roðanum: www.rodin.fo
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.