hósdagur 15. juni 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
26
Ein óluksáliga
vigtigur sigur í
seinastu løtu,
og deja-vu
frá seinast vit
møttu ÍF.
Hetta er fótbóltur tá hann
er bestur.
Eitt er at lata
teir fáa eitt mál,
eftirsum tað
næstan var tvey
ár síðan teir
høvdu skorað
við Løkin. Men tvey, er ikki gott
nokk!
Vit koma sterkt aftur til
Eystanstevnudystin (!!) í Gøtu!
Góðir!
Viljin er
sterkasta
svørðið
bítur á harð
asta stál.
Við mótgongd
úr øllum ættum, stríddust
menn manniliga. Eiler, royn og
halt teg uttanfyri fokus næstu
ferð. Eg veit tað er ringt, men
vælsignaður royn. SUÐRINGAR!
Trúgvi dagsins
maður, uttan
hann hevði
Víkingur
vunnið sjey
ella átta null. Saman standa
vit sterk.
Góður dystur
nógv mál,
aftur í dag
skorar 07
vestur í 94
inda min, so tað Gongur bara
ein veg
So var aftur
javnleikur
"einki
stuttligt"vit
burdu vunnið
dystin! Vit muga skora uppa
teir feitu møguleikarnar!
Einaferð og Altið
Vit greiddu
okkara skyldu
men onki
meir enn tađ,
óintrisantur
dystur í óintrisantum veđri.
Vit eru so nýtt oddaliđ,
tađ kunnu vit so takađ viđ
okkum. Dríviđ á dreingir!
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
SÆBJØRN LEITI ÍF
LISSI MOURITSEN B36
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
ÍF og B36 kláraðu ikki málsetningin og eru enn meiri kroyst, meðan Víkingur er nýtt oddalið
við líka nógvum stigum sum KÍ. Suðuroyingar áttu dagsins bragd, tá teir við níggju monnum
skoraðu og fingu javnleik á Skála. Fuglfirðingar spæla fyri lívinum í 13. umfari
TRÓNDUR ARGE
H
er fara vit í
stuttum at taka
samanum
12.
umfar, sum var
mikukvøldið og hyggja fram
til 13. umfar, sum verður
sunnudagin. Hetta er næst
seinasta umfar fyri summar
steðgin og tað fyrsta eftir,
at flytingarvindeygað letur
uppaftur.
NSÍ – KÍ 2-2
Klaksvíkingar kunnu liva
við javnleikinum, tí teir
framvegis eru fimm stig
frammanfyri NSÍ. KÍ var um
reppið at vinna dystin, hóast
liðið sá óvanliga verjukent
úr í løtum. Tað riggaði, tí
KÍ tók av møguleikunum,
tá teir fingu teir. NSÍ fekk
bjargað sær eitt stig við máli
frá Klæminti A. Olsen.
B36- HB 2-2
Fyri 12. ferð í 15 grannaupp
gerðum endar tað við javn
leiki. Fleiri av teimum eisini
við 2-2. B36 var bara tríggjar
minuttir frá at vinna dystin,
tá bólturin kemur í hondina
á Odmari Færø. HB takkar
fyri og skorar til 2-2. Leikliga
var ikki so stórur munur,
men B36 hevði væl fleiri
stórar møguleikar. Bæði eru
úr FM stríðnum.
Skála – TB/FCS/
Royn 2-2
Suðuroyingar vóru aftanfyri
2-0 og ein mann í undirtali,
og 2-1 og tveir mans í
undirtali. Alíkavæl standa
suðuroyingar eftir við einum
stigi. Maurice Ross hevur
av álvara vunnið hjørtini á
suðuroyingum, men Sosial
urin skilur, at hann eftir
dystin er fráboðaður til FSF
fyri ósømiligan atburð.
07 Vestur – ÍF 3-2
Fuglfirðingar spæla nú av
álvara fyri lívinum í bestu
deildini. Málið hjá Gunleivi
Magnusarson til 3-2 kom í 93.
minuttir, og blíva málið, sum
í longdini bjargar 07 Vestur,
men sendir ÍF tungu leiðina
niður í næstbestu deildina.
Petter Bjørlund er givin í 07
Vestur.
EB/Streymur –
Víkingur 0-1
Uttan Atla Gregersen, Hans
Jørgen Djurhuus, Fróða
Benjaminsen og Hans Paula
Samuelsen vann Víkingur
1-0 á EB/Streymi. Við sigri
num hevur Víkingur yvir
hálað KÍ á fyrsta plássi. Úr
Víkingi verður skemtiliga
hildið fyri, at liðið eisini
kann spæla, hóast miðal
aldurin er undir 30 ár.
Eftirtakt og upptakt:
SUÐUROYINGAR STÓÐU
FYRI BRAGDINUM