hósdagur 15. juni 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. JUNI 2017
SOSIALURIN 69
32
MYND: HEINESEN MYNDIR
N
økur fólk eru. Tey eru
ikki nógv, gamaní,
men ov nógv kortini,
alt ov nógv, sum skíta
á onnur fólk. Í teirra verð eru ikki
onnur fólk. So einfalt er tað.
Eg skrivi ikki um egoistar. Teimum
er ov mikið av. Eg skrivi um fólk,
sum brúka so nógva tíð í halanum
í handlum og aðra staðni, har sum
neyðugt er at standa í hala fyri at
sleppa at avgreiða síni ørindi. Tey
kunnu vera so nógv, ørindini, sum øll
krevja halamentan.
Tey hava so øgiliga góða
tíð, hóast nógv standa aftan
fyri tey og hava staðið har
leingi. So skulu tey líka
hava eitt afturat og eitt
afturat. Spyrja um hetta
og spyrja um hatta. Telja
pengarnar, tey hava fing
ið aftur, aftur og aftur.
Brúka ikki kort at
gjalda við. Tað gongur
ov skjótt. Tekur ov stutta tíð.
Onnur granska væl og leingi
kassakvittanina. Tað skilji eg tó
væl, tí tað er neyðugt, so tað er
tilgivið. Kassatólið lesur ikki
tilboðsblaðið. Tað kennir
bara tann gamla prísin.
Á
flogvøllum
eru tey, sum fara
at leita eftir
passinum
og ferðaseðlinum, tá tey eru komin at
standa við diskin. Í staðin fyri at brúka
tíðina í halanum at leita alt fram, sum
brúk er fyri við diskin.
Ella hála beltið úr buksunum og
grava telduna fram, tá tey standa
fremst við fjákuta trygdareftirlitið.
Tað er partur av halamentanini, ein
mentan, sum ikki er nøkur hámentan,
eingin fínkulturur, men bara vanligur
fólkaskikkur. Ein partur er at brúka
bíðitíðina í halanum til at stytta
bíðitíðina hjá teimum aftanfyri.
Ja, hali er tað, vit annars rópa kø, tí
tað eitur kø á donskum. Og halamentan
er, ja, rætt varð gitt, køkulturur.
Halamentan er meira og annað enn
ikki at fara fram um onnur í halanum.
Hon er so nógv annað. Eitt er at
hugsa um tey, sum eisini eru í halanum
(annars var sjálvandi eingin hali) og
eisini hava bíðað leingi. Eru farin at
ótolnast eftir at sleppa framat.
Nú havi eg ikki eina av hasum
telefonunum, sum allur heimurin er í.
So eg noyðist at stytta mær bíðitíðina
í halanum við onkrum øðrum.
Eg kann grunda djúpt, filosofera
sum rossið á bønum, hví tey í longsta
halanum altíð sleppa fyrst framat og
tey í tí stytsta seinast.
Tað er ein av hasum nátúrlógunum,
sum eg ikki skilji, neyvan nógv onnur
heldur. Ein lóg, sum er púrasta ólogisk,
men ikki verður broytt eftir aðru
viðgerð í 11 tímar.
So, kemur tú til ein hala, so vel altíð
tann longsta. Tí so sleppur tú skjótast
framat.
Fall ikki fyri freistingini at fara í
stytsta halan, heldur ikki næststytsta.
Tí í honum er altíð ein frammanfyri,
sum krevur eina óvanliga avgreiðslu,
sum er drúgv. Eru vit trý í halanum,
er tíðartjóvurin nummar tvey og eg
nummar trý. Tað sama sum nummar
níggju í langa halanum.
Ímeðan sært tú tey, sum vóru
aftan fyri teg í langa halanum, fara
framum, ein fyri og onnur eftir. Har fór
nummar níggju. Eg eri enn nummar
trý í mínum hala.
Sjálvur eri eg strandaður í stutta
halanum.
Hví fert tú so ikki í tann langa
halan? Jú, tí so verður hann tann
halin, sum tekur langa tíð. Nátúrlóg.
Ikki góðtikin, men óbroytilig.
Hvussu sleppa vit so undan halum?
Fleiri kassar, fleiri diskar, fleiri støð at
svølgja halum?
Nei, tí tey eru har longu. Tey eru
bara ómannað.
Tey, sum siga seg veita, ja, selja,
tænastur, vilja hava okkum at gera
mesta arbeiðið og brúka okkara tíð,
sum tey hava spart teirra burtur at
brúka til okkurt fjas.
Framstigini standa í longum hala.
Lat standa. Tey eru afturstig tey flestu.
Og ómentað.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Fáið hala mentan
BAKSÍÐAN
F
øroya eru eitt lítið land, sum júst hevur vaksið seg
uppum 50.000 fólk.
Tað vil siga, at vit eru á stødd við ein
meðalstóran danskan provinsbý ella ein lítlan
býling í New York ella Shanghai.
Tað átti at verið eitt Eldorado at sleppa at skipa eitt
slíkt samfelag. Tað er lítið, vit kenna hvønnannan og
vit síggja ómetaliga skjótt ávirkanina av tí, sum okkara
skipan ger.
Men nógv bendir á at okkara samfelag er farið av
sporinum. Vit hava bygt okkum inn í skipanir, sum galda
fyri risalond og hava ment eina røð av smáum, almennum
kongaríkjum, stýrd av skrankipávum.
Seinasta dømi endaði í Fasta Gerðarættinum. Eitt stríð
um eina skrivstovu á Landssjúkrahúsinum bleiv til eitt
hart, drepandi stríð um hvør skal bestemma og hvør skal
rudda upp á føðideildini.
Sjálvandi veit eg ikki hvør hevur rætt og hvør hevur
skeivt, men í mínum eygum sær hetta út til at vera ein
spurningur um makt, har hvør roynir at verja sítt lítla
kongaríki.
Tað hevði verið lættast at sagt, at hatta er eitt mál, sum
leiðslan má loysa, men tað er tíverri soleiðis, at eisini
Landssjúkrahúsið er ein partur av kongaríkjakulturinum
hjá tí almenna.
Hvussu mangan hoyra vit ikki um fólk, sum
høpisleyst verða send runt í skipanini, tí ongin vil taka
ábyrgdina av at loysa eitt mál. Stríð millum evarska smáu
sjálvbestaltaðu kongaríkini ger, at borgarin ikki fær ta
virðiligu tænastu, borgarin hevur krav uppá,
Tað stendur eisini rættuliga greitt, at veikari ella
verri fyri tú ert, tá ið tú fert til skrankin, meira verður tú
hundsaður við. Starvsfólk í skipanini hugsa ofta meira um
at dekka seg sjálvar inn við cc.meylum – ella sokallaðum
cover-my-ass-meylum - heldur enn at gera ein veruligan
innsats fyri at fáa málini loyst.
Politiska skipanin kennir væl til trupulleikan, men
heldur enn at fara inn og rudda upp í skipanini, lallar hon
víðari.
Og adopterar nógvar av hesum fyri borgaran so
niðrandi mannagongdir.
Klagur og kærur um hvønn annan tykjast fylla
nógv meira enn loysnir, og undarligir fyrispurningar
hava seinastu 10 árini fylt meira í tinginum enn sjálvt
lógararbeiðið.
Sum borgarar krevja seriøsa viðgerð – bæði frá
umsitingini og frá politisku skipanini, men vit kunnu
staðfesta, at skal bati gerast í umsitingini, so mugu boðini
koma úr erva.
Altso frá teimum fólkavaldu.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar