Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 19. juni 2017 · Nr. 70 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÁKUP Á BORG AFTUR Á BONKIN Til dystin í gjár var Fróði Clementsen høvuðs­venjari, tí Jákup á Borg hevur bann, eftir at FSF helt at hann fór ov langt í samrøðu við Rás2. Hann hevur nú sitið sínar tveir dystir uttan fyri og verður aftur á bonkinum til komandi umfar. Eftir dystin helt Fróði Clementsen fyri, at hann klárar ikki fleiri dystir um vikuna sum venjari, tí hann var so hásur eftir dystin í Klaksvík. B36 vann so stórt sum ongantíð fyrr í Klaksvík, tá teir í gjár vunnu 5-1 á KÍ. Tað var í løtum dreymafótbóltur við Djúpumýru, tá fimm-kleyvarin hjá B36 fór í álop. Fyri KÍ er talan um fyrsta tapið í hesum kappingarárinum og liðið liggur ájavnt Víkingi í oddinum. Tað er ikki ein stór troyst, men kanska ein lítil Tróndur Arge við Djúpumýru í Klaksvík Tað hendi í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin í fjør. KÍ tapur 4-2 fyri ÍF við Djúpu­mýru. Eitt skifti er ÍF á odda 4-1. Tað hendi aft­ ur í næstseinasta umfari, tá argjamenn feldu KÍ á mál­ strikuni í FM stríðnum. Upp á átta minuttir skoraði AB tríggjar ferðir. Tað er sama kenslan, sum kemur fram, tá B36 skorar til 3-0 aftaná ein hálvan tíma. Klaksvíkingar eru ikki trý mál verri hendan hálva tíman, men tað kend­ ist so. B36 skorar upp á sín­ar møguleikar og eru vanda­ miklir hvørja ferð teir fara í álop. Klaksvíkingar eru sum slignir á nevið og einki mót­ spæl er at hóma. B36 tá tað er best Verður hugt eftir stiga­talv­ uni, so skal B36 verða fyri størri kritikki, enn teir hava verið. Teir sleppa tó, tí spælið er álopskent, undirhaldandi og spennandi. Umframt, at felagið er í serflokki, tá tað kemur til at spæla ungar spælara á besta liðið. Aftur hesa ferð vóru Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen og Magnus H. Jacobsen á vøl­ l­inum frá byrjan og spældu væl. Tá er torført at vera frammi við pískinum, hóast stiga­talvan sigur, at B36 er nærri niðurflytingarstrikuni enn oddinum, tá liðið undir­ heldur fyri allar pengarnar. Í gjár hendi tað, sum ikki er hent fyrr í ár. Verjuparturin og álopsparturin hava ein heilan góðan dyst. Í málinum stendur Tórður Thomsen væl og bjargar, tá mest stendur á. Har í millum ein risa bjarging, tá Jóannes Bjartalíð kann skjóta KÍ aft­ ur í dystin. Odmar Færø er ein risi allur sum hann er, og samanspælið við unga Bjarna Petersen er gott. B36 er tað topp-fimm liðið, ið hevur latið væl flest mál inn. 20 í mun til eitt nú NSÍ, sum bara hevur latið 12 mál inn í ár. Spennandi fimm- kleyvari Ein tríkleyvara hava flestu liðini í framrættaða spæl­ ar­in­um. Tey góðu hava kanska ein fýrkleyvara, men í B36 hava spældu fimm teir fremstu sum ein heilt ser­ligur fimm-kleyvari. Við Róaldi Jakobsen sum rót­ini til uppspælið, kundu Benja­ min Heinesen, Philip Lund, Lukasz Cieslewicz og Patrik Johannesen hóreiggja sær í álopspartinum. B36 hevur í Philip Lund og Lukasz Cieslewicz tveir spælara, sum kundu venda spælinum, hóast teir eru kroyst­ir. Tað sást eisini í Klaks­vík, har verjan kundi spæla fram á teir við stórum tryggleika. Av tí sama kundu Patrik Johannesen og Benja­ min Heinesen, um­framt bakkarnir, Gestur B. Dam og Erlendur Magnus­son, drøna framvið. Tað skal tó sig­ast, at B36 hevði bólt­ in nak­að minni enn onkrar av hinum dyst­un­um. Tal­an var í størri mun um um­ s t i l l ­i n ga r. Nak­að sjálvt venj­arin hjá KÍ, Mikkj­al Thomas­ sen, ásann­aði og tók hattin av fyri. – Eg skal vera tann fyrsti, at hattin av fyri góðu um­still­ ingunum hjá B36. Tær eru heilt ótrúliga vanda­miklar, segði Mikkjal Thomas­sen aftaná dystin. Klárar B36 at umseta góða spælið til mál, so kann kapp­ ingarárið enn bjargast. Óvanlig tamir klaksvíkingar KÍ hevur í ár staðið seg væl móti hinum sokallaðu topp-fimm liðunum. Undan dystinum í gjár var tað fýra javnleikir og ein sigur á HB. Tí kemur tað óvæntað á, at klaksvíkingar fingu ein slíkan frammaná, sum í gjár. – Eg eri keddur vegna spæl­ararnar, at teir skulu upp­liva slíkt, tí vit eru sta­ bilir annars. Fótbóltur er eis­ ini smálutir. Móti NSÍ bjarg­ ar málverjin okkum eitt stig, hesa ferð kemur hann ov tíðliga út í eina málinum. Tað skal meiri til at skelka meg í fótbólti, men hetta svíður, sigur Mikkjal Thomassen, venj­ari hjá KÍ. Tað er altíð lætt at verða venj­ari mánadag, og eftir­ meta avrikið sunnu­dagin, men KÍ hevur til tíðir havt gleði av trimum í mið­verj­ uni. Hesa ferð sat Ahmed Mujdragic uttanfyri. Tað kann hava verið av øðrum orsøkum, men í gjár hevði hann helst kunnu hjálpt at binda fyri. Spurningurin er so, um tað er nøkur meining at binda fyri, tá tú ert oddalið og á heimavølli. – Sjálvandi hugsi eg um at broyta alt, men eg kendi á mær, at vit høvdu so mik­ ið av møguleikum í fyrra hálv­leiki, at vit kundu fáa hatta fyrsta málið, ið kundi givið eina effekt. Tað var tað vit fóru eftir, sigur Mikkjal Thomassen. Søguligur ósigur Ikki síðani KÍ flutti niður í 2009, hevur felagið verið fyri slíkari eyðmýking. Sambært lokala ítróttarskrivaranum, Jákup Ósá, so er hetta størsta tapið fyri B36 í Klaks­vík nakrantíð. Og eisini størsta tapið á heimavølli í 22 ár, men alt skal setast í ein samanhang. KÍ hevur eins nógv stig sum Víkingur, ið er oddalið. Hetta er fyrsta tapið í ár og í fjør fekk KÍ bara tvey stig móti B36 í tveimum dystum í Klaksvík. Somuleiðis skal sigurin hjá B36 eisini setast í ein samanhang. Liðið liggur á fimta plássi, men er ikki í FM stríðnum. Faktist hevur B36 bara vunnið tríggjar dystir í ár. Dysturin er søguligur og minniligur, men tað er ikki vist, at hann sigur so nógv um samlaðu støðuna hjá feløgunum. trondur@sosialurin.fo KLAKSVÍKINGAR BUKAÐIR SUM ONGANTÍÐ FYRR Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Søguligur ósigur í Klaksvík: