Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-19, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juni 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 25 • 19. JUNI 2017 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen E dinburg er høvuðsstaður í Skotlandi, har størsti býurin er Glasgow. City of Edinburgh, sum høvuðsstaðar­ økið verður rópt, liggur við Firth of Forth, og her búgva umleið ein hálv miljón fólk. Býurin hevur verið høvuðsstaður í Skotlandi síðan 1437, og tað er her, at skotska parla­ment­ ið er. Í Edinburg er rík søga, og býurin er á listanum hjá UNESCO yvir býir sum goyma heimsarv, sum tað verður rópt. Slott á vulkanfjalli Í søguliga miðbýnum hava vit eitt nú Princes Street og Edinburgh Castle, sum stendur á ein­um 135 metrar høgum heyggi, ið stavar frá goml­um gosfjalli. Niðan fyri slottið og oman eftir fjalla­ kambinum liggur gamli og tættbygdi býarpart­ urin. Tað er hin norðari parturin av býnum, sum er hin nýggjari Edinburg, og havnin liggur í Leith, sum er í landnyrðingspartinum av hesum øki. Leith hevur síni sermerki, og tað var stór móts­tøða, tá býurin varð innlimaður í City of Edin­burgh í 1920. Edinburg er miðstaður í Skotlandi fyri eitt nú list, heilivág, vísund, rættarskipan, handil, banka- og tryggingarvirksemi, og býurin er eisini miðstaður fyri ferðavinnu. Í City of Edinburg eru fleiri prentsmiðjur, og her er eisini ymiskur ídnaður. Havnin í Leith, ið sum nevnt er partur av City of Edinburg, innflytir matvørur og ullavørur, og haðani verður útflutt eitt nú kol, jarn, stál og whisky. Granton havn, sum liggur vestan fyri Leith, er olju- og fiskivinnuhavnin í økinum. Vit kunnu siga, at býarlandslagið í Edinburg fevnir um sjey heyggjar, harav nakrir eru gamlar vulkanir, og gamli býarparturin er hugnaligur og tætt bygdur. Ríkt býar-og náttarlív Í Edinburg eru nógvar matstovur, og her fært tú alt frá fastfood mati til serstakan gourmetmat. Býurin er kendur fyri ríkt tónleika-og náttar­ lív, og á ølstovum kanst tú hoyra bæði sermerkt­ an fólkatónleik og klassiskan tónleik. Býurin er eisini kendur fyri sínar mongu og hugnaligu handlar, bæði stórar og smáar, og tað eru ikki minst ullavørur og ymiskt listahandverk, sum her fæst til keyps. Og so er hugnaliga skotska umhvørvið í Edin­ burg ikki minst kent fyri sítt góða whisky. Edinburg er miðstaður í Skotlandi fyri eitt nú list, heilivág, vísund, rættarskipan, handil, banka-og tryggingarvirksemi, og býurin er eisini miðstaður fyri ferðavinnu Edinburgh ein serstakur og hugnaligur stórbýur Í City of Edinburgh búgva umleið ein hálv miljón fólk Edinburgh Castle stendur á einum 135 metrar høgum heyggi, ið stavar frá gomlum gosfjalli