mánadagur 19. juni 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 19. JUNI 2017
12
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
á tú sum ferðandi vitjar í miðbýnum í
Edinburg, fært tú skjótt eina hóming av
hugnaliga umhvørvinum og kanst gera
tær eina meting av, hvat tað er, sum tú vilt
síggja.
Edinburg er nógv meira enn kenda og vakra
slottið, Edinburgh Castle og hugnaliga gøtan,
The Royal Mile.
Skotar eru kendir fyri at vera blíðir og vinar
ligir, og tað eru tey, sum koyra bussarnar eisini.
Tú heilsar, tá tú kemur inn í bussin og takkar
fyri túrin, tá túrur er liðugur.
Nógvar brekkur
Søga er um tvey ferðandi, sum skuldu koyra av
flogvøllinum og inn til miðbýin í Edinburg. Tey
høvdu keypt ferðaseðilin um fartelefonina.
Tá tað vísti seg, at ferðaseðlarnir skuldu
keypast – ein og ein – og at annar ferðandi tískil
ongan ferðaseðil hevði, var tað kortini eingin
trupulleiki.
Bussførarin var blíður og fortaldi bara,
hvussu tey skuldu gera næstu ferð, tey tóku
bussin.
Sjálvt um teinarnir í Edinburg sum heild ikki
eru serliga langir, skalt tú kortini rokna við at
brúka nakað av tí, um tú ert til gongu. Tað eru
brekkur og undanbrekkur – næstan líkamikið,
hvar í býnum tú gongur, men kortini kennist bý
túrurin ikki serliga strævin.
Og tó. Tá tú ert til gongu í hugnaligu gøtun
um, merkir tú tað á beinunum, samstundis sum
tú møtir blíðum og vinarligum fólkum.
Ófatiliga vakurt
Fólk, sum hava vitjað í Edinburg, siga, at býurin
og umhvørvið kring býin er ófatiliga vakurt –
við støðum sum eitt nú Calton Hill, Arthur’s
Seat, Edinburgh Castle og tí klassiska skotska
arkitekturinum, sum sæst so víða um.
Tá tú ferðast í Edinburg, ert tú eisini nær við
náttúru, og her er eisini Holyrood Park avgjørt
eina vitjan verd.
Hóast býurin er minni enn Glasgow, hevur Edin
burg fleiri ølstovur og tey, sum hava vitjað hesar,
siga, at eisini á ølstovunum er maturin góður.
So, fyri tann, sum elskar skotsku ølstovurnar,
ber saktans til eisini at fáa mettuna – og ikki
bara ølirnar.
Ein av mongu góðu ølstovunum er Guildford
Arms, sum liggur bert fáar metrar frá størstu
handilsgøtuni í Edinburg, Princes Street.
Í City og Edinburgh eru matstovur, sum
hava fingið Michellin-stjørnur, og serliga í býar
partinum Leith hevur stórur vøkstur verið í
matstovum og kafé’um.
Stór
strond
Í Edinburgh er eisini
ein stór strond,
Portobello-strondin,
sum hon verður rópt,
men sum øll vita kann
skotska veðurlagið
ikki samanberast
við veðurlagið undir
suðurstjørnum.
Edinburgh er
ein ófatiliga
vakur býur
Størsta handilsgøtan í Edinburgh er Princes Street. Ikki langt haðani er ein av góðu ølstovunum, Guildford Arms
Býurin og umhvørvið kring
Edinburgh er ófatiliga
vakurt – við støðum
sum eitt nú Calton Hill,
Arthur’s Seat, Edinburgh
Castle og tí klassiska
skotska arkitekturinum,
sum sæst so víða um