mánadagur 19. juni 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 19. JUNI 2017
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
A
ldargamla Edinburgh Castle, sum er
mest vitjaða attraktiónin í Edinburg, er
altíð ein partur av kunningini, tá tú lesur
um søguliga høvuðsstaðin í Skotlandi.
Sermerkta slottið, sum stendur á einari út
brendari vulkan og er umgyrt av trimum fjalla
síðum, hevur verið í brúki í meira enn túsund ár.
Edinburgh Castle hevur havt ein týðandi leik
lut í skotskari søgu í fleiri hundrað ár.
Djór og whisky
Djóragarðurin Edinburgh Zoo, sum liggur í
Corstorphine Road í Murrayfield umleið ein kilo
metur vestan fyri miðbýin, er næst mest vitjaða
attraktiónin í Edinburg.
Bussar koyra regluliga úr Princes Street og
til Edinburgh Zoo, har høvi eitt nú er at síggja
bjarnir, næshyrningar, gorilla’ir, áarross og heim
sins størstu samling av livandi pingvinum.
Eitt annað ferðamál í Edinburg er Scotch
Whisky Heritage Centre, sum liggur við The
Royal Mile.
Her kunnu vitjandi fáa eina rundvísing og
kunning um skotskt whisky, og her er eisini mat
stova og ølstova við fleiri enn 300 sløgum av
skotskum whisky.
Mentan og list
The National Museum of Scotland liggur í
Chambers Street, og her eru líka sum tvey søvn
undir einum taki.
The Royal Museum leggur serliga dent á
náttúru, vísund, mentan og list – og Museum
of Scotland leggur dent á skotsku søguna,
mentanina og fólkið.
Miðskeiðis í Princes Street Gardens liggur
tjóðarsavnið, har tú kanst síggja listaverk eftir
altjóða listarfólkum sum Da Vinci, Raphael,
Titian, El Greco, Rembrandt, Rubens og Van
Gogh.
Drotningabústaður
High Kirk of St. Giles
ella St. Giles-katedralurin,
sum kirkjan eisini verður rópt, liggur í The
Royal Mile, og her hava staðið kirkjur síðan í
1200-talinum.
Palace of Holyroodhouse er almenni bústað
urin hjá bretsku drotningini í Edinburg, og tað
hevur bygningurin verið í meira enn 700 ár.
Slottið, sum upprunaliga varð bygt sum
klostur í 1128, er opið fyri vitjandi, og her er
møguligt at hyggja inn um dyrnar hjá bretsku
drotningini. Um summarið er eisini høvi at síggja
flottu parkina, sum hoyrir til slottið í Canongate,
sum liggur í eystara enda av The Royal Mile.
Savn við rithøvundum
Skotland hevur fostrað nógvar kendar rit
høvundar, og hesir verða heiðraðir á Writers
Museum í Lady Stairs House, Lawnmarket.
Sum partur av savninum er bústaðurin hjá
skotska tjóðarhøvundanum, Robert Burns.
Scotch
Whisky
Heritage
Centre
Eitt ferðamál
av mongum í
Edinburgh er Scotch
Whisky Heritage
Centre, sum liggur
við The Royal Mile
Bussar koyra regluliga úr Princes Street til Edinburgh Zoo, har høvi eitt nú er at síggja heimsins størstu samling av livandi pingvinum
Djóragarðurin Edinburgh
Zoo, sum liggur í
Corstorphine Road í
Murrayfield umleið ein
kilometur vestan fyri
miðbýin, er næst mest
vitjaða attraktiónin
í Edinburgh
Hvørji støð eru verd
at vitja í Edinburgh?