mánadagur 19. juni 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 25 • 19. JUNI 2017
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
T
ey, sum hava ferðast í Edinburg og kenna
umhvørvið, siga, at tað er lætt at finna
kring um í býnum.
Stóra handilsgøtan – Princess Street – deilir
býin í New Town og Old Town.
Eftir steingøtuni Royal Mile gongur tú
frá Edinburg Castle til eitt annað kent slott í
umhvørvinum, Palace of HolyRood House.
Úr Royal Mile ganga smáar og hugnaligar
gøtur við ølstovum, kafé’um og handlum.
Kring Royal Mile liggja eisini fleiri av serstøku
støðunum í Edinburg, eitt nú Camera Obscura,
St. Giles Cathedralurin og fleiri søvn.
New Town
Á hinari síðuni av stóru handilsgøtuni - Princess
Street – liggur New Town.
Parallelt við Princess Street gongur lítla
gongugøtan, Rose Street, og her liggja eisini øl-
og matstovur. Eisini er George Street í hesum
umhvørvi eina vitjan verd, tí her eru góðar øl
stovur og dýrari handlar.
Aðrar gøtur í hesum umhvørvi, sum eru for
vitnisligar og verdar at vitja, eru eitt nú gøtur
nar Victoria Street og Cockburn Street við sínum
litríku húsaveggjum og hugnaligu smáu handl
um.
Holyrood Park
Í endanum av Royal Mile kemur tú knappliga til
velduga stóru fløtuna og parkina, Holyrood Park.
Hetta umhvørvið líkist meira skotska háland
inum enn einum stórbýi.
Tað er eisini serstakt at ganga túr í Holyrood
Park, og kemur tú heilt upp á hin 251 metra
høga toppin – Arturs Seat – er útsýnið haðani
heilt fantastiskt.
Hugnaligar
gøtur
Gøturnar, Rose
Street og George
Street, eru eisini
verdar at vitja. Her
eru góðar ølstovur
og dýrari handlar
Holyrood Park ein stórur
grønur blettur í Edinburg
Tað er serstakt at ganga sær ein
túr í Holyrood Park, og kemur
tú heilt upp á Arturs Seat er
útsýnið haðani heilt fantastiskt