Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Eirikur Lindenskov Redaktiónin red@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tekniska deild t@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Johan Mortensen Tað er sera hugaligt at síggja at tað nú nælir í epla­ veltunum heima á Sandi, størstu eplaveltir í landinum. Eisini samtakið VELTAN sum arbeiðir fyri at menna grøn­metisdyrking á Sandi er sera virkið. Nógv sløg av kálum eru plantaði umframt reyðrøtur, gularøtir, røtir, glaskál, ertrar, pastinak, purr­ur, leykur osfrs. “at sáa og væta tað kunnu vit eina” sum stendur í sálm­ inum, men tað er at vóna at vit nú fáa eitt gott og lýtt summar so gróðurin á Sandi fer at eydnast. Tað er ein sera stórur marknaður fyri framleiðsluni nú vist­frøðis­ liga og grøna rákið menn­ ist alla tíðina. Tað eru eisini mong sum gleða seg til Epla­ festivalin har tað uttan iva aftur íár verður stór søla av eplum, rótum og grønmeti. Eg vil meta at útvið 90 % av okkara nýtslu av eplum og grønmeti verða í løtuni innflutt, so tað er ein stórur innlendis marknaður vit hava fyri hesar vørur. Tað sigur seg sjálvt at okkara góð­ur matstovur eiga at nýta føroyskt grønmeti. Tað er ongin ivi um at Sandoyggin er millum besti økir í landinum til grøn­ metis­framleiðslu og her eru stórir møgulleikar fyri einari vinnu sum kann vaksa og geva fitt av arbeiðsplássum og inntøkum til oynna. Landsstýrismaðurin í fiskivinnu­ mál­um leggur ikki frá sær. Tað tykist greitt, nú hann í gjárkvøldið kom við frágreiðing í sambandi við at veiðiloyvi eru flutt frá línu­ skipum til uppsjóvarskip. Tað var heldur ikki væntandi, og eingin í politisku skipanini hevði roknað við tí. Heldur ikki and­støðan, sum nú meinar tað øvugta av tí, sum hon meinti fyri tveimum árum síðani – og heldur ikki landsstýrismaðurin, sum eisini meinar tað øvugta av tí, sum hann meinti fyri tveimum árum síðani. Eins og vit skrivaðu á hesum stað mánadagin, so er hetta eitt marg­ háttligt mál. Tað er væl skiljandi, at andstøðan gevur Høgna Hoydal av somu skuffu, sum hann gav Jacobi Vestergaard fyri tveimum árum síðani. Og tað er eisini so sjálvsagt, at Høgni Hoydal verður argaður við sínum sjónarmiðum um opinleika og reinføri í politikki, tá hann situr í andstøðu. Livir formaðurin í Tjóðveldi ikki upp til tað, so hevur flokkurin ein trupulleika. Tað sum tó hevur størstan týdn­ing fyri andstøðuna eru teir politisku trupulleikar, sum høvdu staðiðst av, at Høgni Hoydal varð koyrdur frá – ella var noyddur at leggja frá sær. Síðani samgongan varð skipað er Høgni Hoydal vorðin grundarlagið undir fiskivinnunýskipanini. Skuldi hann verið koyrdur frá nú, so kom fiski­vinnunýskipanin í trupul­leikar. Og fekk samgongan slíkar trupul­leikar, so var tað stuttligari at vera andstøða. Tað er soleiðis, politikkurin virkar. Andstøðan – til eina og hvørja tíð – nýtir eitthvørt høvi at leggja samgonguni fót­ onglar. Men Høgni Hoydal leggur ikki frá sær. Og løgmaður fer ikki at koyra Høgna Hoydal frá. Andstøðan fer helst at trýsta á, men andstøðan hevur onga makt í so máta – uttan tann ultimativa møguleikan at seta ein kanningarstjóra at kanna em­ bætisførsluna hjá Høgna Hoydal og eftirlitsuppgávuna hjá løgmanni. Tveir fimtingar av tinginum – tað eru 14 tingfólk, kunnu krevja, at kanningarstjóri verður settur. So er spurningurin, um and­støð­ an vil brúka eina til tvær milliónir krónur í advokatúrtreiðslum fyri at statuera eitt eksempul fyri »aftur at skapa álit á politisku skipanina« – sum verandi anstøða ikki helt fyri tveimum árum síðani – ella um alt bara koyrir víðari. Helst verður politiskt trýst, men vit gita tað seinna. Neyvan verður endin, at Høgni Hoydal leggur frá sær GEVA HØGNA AV SOMU SKUFFU Nú nælir Nú ber til at løða bil í Eystur­ oy og í Vágum Landið skal ikki yvir­ taka tunnilin fyrr enn alt er goldið aftur HENRIK OLD S 13 Parkinson sjúka gevur stívleika og trekleika HEILSUSÍÐAN S 4 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nú hevur Sev sett tvær løðistøðir til elbilar upp afturat. Talan er um snarløði­ støðir og í Runavík er ein slík nú sett upp, og í næst­ um verða tvær løðistøðir settar upp afturat. Tær báð­ar vera á Flogvøllinum og verða bundnar í elnetið í næstum, sigur Sev. SEV sigur, at hetta sein­ asta hálvtannað árið hava tey miðvíst arbeitt fyri at seta almennar snar­løði­ støðir upp kring landið, og nú eru tey við at vera kom­ in runt. Fyrsta skjótløðistøðin var sett upp í Klaksvík stutt fyri jól í 2015, og síðani eru løðistøðir settar upp við Streymin, á Tvøroyri, í Havn og í Vestmanna. Og tá ið løðistøðirnar á flogvøllinum í Vágum eru settar til í næstum, er ein støð eftir at seta upp, eftir og hon verður sett upp í Sandoy. Talan er um snar­løði­ støð­ir, sum løða elbilin upp á 80 prosent eftir 20 minuttum, og tað er mun­ andi skjótari, enn við teim­ um eldru løði­støð­unum. Tá fyrsta snarløðistøðin var sett upp í Klaksvík, var í roynd og veru talan um eitt týðandi stig á grønu kósini, tí ikki fyrrenn tá kundu bilførarar fara úr Havn til Klaksvíkar við elbili og fáa bilin løddan har á eini almennari løðistøð til túrin aftur til Havnar, sigur Sev.