Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 Víkarvegur 107 / FO-520 Leirvík / Tel 41 42 43 / irf@irf.fo / www.irf.fo K R E A Søkt verður eftir tveimum fólkum til at koyra pressubil og bingjubil hjá IRF í summar. Um starvið Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Løn Avloysarastarvið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag. Nærri kunning Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF, tel 414243, og spyrja eftir Jógvan Júst Olsen. Freist Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknin skal sendast til irf@irf.fo, ella við postinum til: IRF Víkarvegur 107 520 Leirvík. TVEIR FERIUAVLOYSARAR AT KOYRA PRESSU- OG BINGJUBIL HJÁ IRF Gartnarastarv Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo Gróðurstøðin í Hoydølum sóknast eftir fólki til gartnarastarv at byrja 1. september 2017. Arbeiðið fevnir um plantualing og -røkt, um royndir við plantum, og um ráðgeving og sølu. Vit sóknast eftir fólki við gartnara- útbúgving og -royndum, men eisini fólk við aðrari viðkomandi útbúgving og fakligum royndum kunnu søkja. Arbeiðið umfatar av og á skeivar arbeiðstíðir, langar dagar umframt leygardagar. Løn sambært avtalu millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Meiri fast at vita við at venda sær til Rakul A. Dam, røktaraleiðara, á telefon +298 234363 ella í telduposti til rakuld@us.fo, sí eisini www.us.fo Gróðurstøðin er partur av Skógrøktini, sum er skipað sum deild á Umhvørvisstovuni. Umsókn skal sendast Umhvørvisstovuni, og hon skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. juli 2017. Minst til at merkja umsóknina “Gartnari”. Postadressan er: Traðagøta 38, Postboks 2048, 165 Argir, t-postur: us@us.fo Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Sosialurin 341800 Eitt fulltíðarstarv sum bioanalytikari er leyst til setan frá 01. septembur 2017. Á Rannsóknarstovuni eru tvær sergreinar, klinisk biokemi og klinisk immunologi/blóðbanki. Hvørja viku eru bioanalytikarar á læknasmiðstøðunum í Runavík og Gøtudali, har blóðroyndir verða tiknar. Eisini verða blóðroyndir tiknar á stovnum og í privatum heimum. Førleikakrøv • Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum bioanalytikari • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og at skapa sær yvirlit Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Báru S. Klakstein, leiðandi bioanalytikara, telefon 22 79 24 ella teldupost: bara@ ks.fo. Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Bioanalytikarafelagið. Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 3. juli 2017. Sniðgøta 1 700 Klaksvík Tlf: 45 45 45 www.ks.fo Rannsóknarstovan BIOANALYTIKARI Hósdag 22. juni: Spareribs · Milliónbúffur · Knettir Fríggjadag 23. juni: Rullisteik · Biksimatur · Lasanja Leygardag 24. juni: Marinerað nakkafilét Mánadag 26. juni: Fiskafrikadellur · Kálrullur Týsdag 27. juni: Saltað svínakjøt · Hakkibúffur Mikudag 28. juni: Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00