Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymskan hátt vístu sýnda samkenslu, tá okkara kæri maður, faðir, verfaðir, abbi og langabbi Niels Juel Ellendersen Hvalba andaðist og varð jarðaður Takk til tykkum øll, sum komu á gátt, bakaðu og á ymskan hátt vístu umsorgan. Takk til starvsfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Takk til Jens Mortan Mortensen, prest, fyri troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni. Takk til sangarar og kirkjutænarar, og øll, sum hjálptu til í ervinum. Somuleiðis vilja vit takka fyri peningagávur til Hjartabarnið. Til seinast vilja vit takka teimum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Palma, Conny og Niels Annfinn við familju Tøkk Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, omma, langomma og olduromma okkara Valborg Jensen f. 26-06-1924 d. 02-05-2017 andaðist og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til Áargarð fyri ta stóru hjálp og stuðul, meðan hon var har. Tøkk til sangarar, berarar og fyri blómur og kransar, Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk. Børnini Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi og bróður Harry Danielsen Saltangará f. 06.10.41 d. 13.04.17 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á B6 fyri umsorgan og góða røkt, ta tíðina hann var har, og somuleiðis tøkk til sjúkrarøktarfrøðingarnar fyri hjálpina, tit sýndu honum, meðan hann lá sjúkur heima. Takk Sverri fyri góð og troystarrík orð bæði á B6 og í kapellinum. Takk til Kór Glyvra kirkju fyri tann vakra sang, tá vit komu heim í kirkjuna. Eisini til tín, Simony, fyri tín góða sang. Takk fyri Ovi Brim, prestur, fyri vøkur og troysta­ ndi orð. Og somuleiðis takka vit kirkjutænarum, berarum og sangarum. Hjartans tøkk øll tit, ið bakaðu og á annan hátt hjálptu til við ervinum. Takk fyri minnisgávu til nýggju kirkjuna á Glyvrum, fyri blómur og kransar. Takk til tann stóra skara, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Bergtóra Mainhard, Jonhard, Marilyn, Fríðbjørg og Hallbjørg v/ fam. Pedagogar og hjálparfólk til barnagarðin Korndalsgarð á Eiði Vit søkja eftir pedagogum og hjálparfólkum at starvast 30 ella 35 tímar um vikuna. Størvini verða sett frá 7. august 2017. Størvini eru í barnagarðinum, og tú skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum. Í Korndalsgarði eru 5 stovur, 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og ein frítíðarstova. Stovnurin er opin frá kl. 7.00 til kl. 17.00. Vit hava góðar umstøður bæði uttandura og innandura. Okkara ynski er at: • Tú hevur góð samstarvsevni • Tú ert álítandi • Tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum • Tú vilt vera við til at mynda og menna okkara pedagogiska arbeiði á stovninum • Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærverandi • Tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við viðring og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum • Tú hevur teldukunnleika á byrjunarstøði Lønar- og setunarviðurskifti: Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya kommunala arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarstigunum frá 2 til 19 Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juli 2017 og sendast til Korndalsgarður, Foravegur 11, 470 Eiði ella á korndalsgardur@eidi.fo Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til stovnsleiðaran Jensinu Magnussen á tlf. 767500 ella varaleiðaran Karina Eidesgaard á tlf. 740410 Dagstovnurin Korndalsgarður Foravegur 11, 470 Eiði, tlf. 473588 og 210588 Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo www.gevidblod.fo