Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 2 Sosialurin Veðrurin er eisini ein ímynd í Gotlandi Eins og í Føroyum, so er veðrurin ein stór og sterk ímynd av Gotlandi. Gotland hevur, sum myndin vísir eitt serstakt ”landskapsvapen”, eitt landspartavápn har veðrurin er ein ímynd av Gotlandi. Í gotlendsku søguni er Gotlandsinnsiglið frá 1280 sera kent. Longu tá á døgum var veðrurin ein sterk ímynd av Gotlandi. “Gutenses signo, Christus signatur in Agno” stendur á Gotlandsinnsiglinum frá 1280. Tað merkir: “Eg umboði gotlendingarnar, Kristus er umboðaður gjøgnum lambið”. Í gomlum døgum var Gotland býtt sundur í tríggjar partar, og tann sunnasti parturin av Gotlandi hevði veðrin, sum sína ímynd. Við tíðini bleiv veðrurin ein ímynd av øllum Gotlandi. Tað er heldur ikki løgið, at gotlendingar hava veðrin, sum eina ímynd, tí seyðahald hevur gjøgnum øldirnar havt sera stóran týdning í Gotlandi. Í 1936 bleiv staðfest við lóg, at veðrurin skuldi verða ímynd hjá øllum Gotlandi. Tað eru annars færri seyðir í Gotlandi enn í Føroyum. Tað verður mett, at tað eru millum 60.000 og 61.000 gotlandsseyðir í Gotlandi. Gotlandsseyður finst annars í rættiliga stórum tali í Noregi, Danmark, Onglandi og ikki minst í Ný Sælandi. Tey, sum eiga gotlandsseyð í Danmark hava enntá eina heimasíðu við tilfari og kunningum um gotlandsseyð. Heimasíðan eitur www.gotlam.dk. Fremsti ítróttar­ maðurin í gotlendsku søguni Fremsti ítróttarmaðurin í gotlendsku ítróttarsøguni íðkaði ikki eina av ítróttargreinunum, sum vit kenna frá oyggjaleikunum. Hjá ítróttaráhugaðum í Gotlandi er eingin ivi um, at íshokkispælarin, Håkan Loob, sum er føddur og uppvaksin í Visby í Gotlandi er tann fremsti og besti ítróttarmaðurin úr Gotlandi nakrantíð. Håkan Loob gjørdist eisini tjóðarhetja saman við liðfeløgunum á svenska íshokkilandsliðnum, tá teir vunnu tað olympiska gullið á vetrarleikunum í Lillehammer í Noregi í 1994. Við Svøríki vann Håkan Loob eisini heimsmeistaraheitið í íshokki í HM-endaspælinum í Eysturríki í 1987, og í HM-endaspælinum í Finnlandi í 1991. Håkan Loob vann eisini HM-silvur við svenska íshokkilandsliðnum í 1990. Håkan Loob spældi heili 11 kappingarár við Färjestad í bestu svensku íshokkideildini, sum er millum fremstu íshokkiligurnar í Evropa. Håkan Loob royndi seg eisini í NHL, har hann gjørdi tað framúrskarandi væl við Calgary Flames seks kappingarár. Håkan Loob flutti heim til Svøríkis í 1989, tí hann ynskti, at tey trý børnini hjá honum skuldu vaksa upp í Svøríki. Håkan Loob, sum í dag er 56 ára gamal er av estlendskari ætt. Í 1944 flýddu foreldrini hjá honum við einum lítlum báti úr Estlandi til Gotlands. Í 1944 var Estland hertikið av Nazi-Týsklandi, og tí tóku foreldrini avgerð um at flýggja til Gotlands. GOTLAND HEVUR FLEST SÓLTÍMAR Í SVØRÍKI Á hvørjum ári, frá jóansøku 24. juni til 11. august fylgir svenska kringvarpið, SVT væl við hvussu nógvar sóltímar tey ymisku økini í Svøríki hava. Og halda tølini frá í fjør, so hava føroyingarnir, sum eru staddir í Gotlandi nógv at gleða seg til. Dagarnar 24. juni til 11. august í fjør hevði høvuðsbýurin í Gotlandi, Visby heili 536 sóltímar, og vann ”Sól-liguna”, sum svenska kringvarpið, SVT nevnir kappingina millum tey ymisku økini í Svøríki um hvør hevur flest sóltímar. Í einum ári hevur Gotland sambært svensku veðurstovuni ikki færri enn 1.900 sóltímar. Givið er, at tað eru eisini dagar við regni í Gotlandi, men ofta er talan um styttri æl, og tað er sjáldan, at tað regnar ein heilan dag í Gotlandi. Juli er heitasti mánaðin í Gotlandi. Í juli eru 16 hitastig í miðal í Gotlandi. Til samanberingar kann nevnast, at miðalhitin í Føroyum er 11 hitastig í juli mánað. Tó er kaldari um veturin í Gotlandi. Miðalhitin í Gotlandi í februar er minus tvey stig, tá er hann trý hitastig í miðal í Føroyum. Mongu sóltímarnir hava eisini gjørt sítt til, at so nógvir víðagitnir svenskarar eiga summarhús úti í Gotlandi. Í 108 ÁR VÓRU GOTLAND OG FØROYAR Í SAMA RÍKI Um søgan hevði lagað seg eitt sindur øðrvísi, so høvdu føroyingar og gotlendingar kanska verið partur av sama ríki í dag. Vit og gotlendingar vóru í sama kongaríkinum í 108 ár. Í 1361 vann Valdemar kongur, hann ið nevndist Valdemar Atterdag bardagan um Visby í Gotlandi. Sigur Valdemars førdi til, at Gotland gjørdist partur av danska kongaríkinum, sum tá fevndi um ein stóran part av Eystrasalti, sum myndin omanfyri eisini sýnir. Føroyar vóru tá partur av Noregs ríki. Í 1537 gingu Noregs ríkið og Danmarkar ríkið saman í eina unión, og vóru Føroyar og Gotland atlond í hesum ríki. Noreg-Danmark misti Gotland í 1645 aftaná friðin í Brömsbro, tá Noreg-Danmark aftaná tap ímóti Svøríki mátti lata Estland, Øsel (Saareema) og Gotland frá sær til svenska ríkið. Í 1658 bleiv ilt verri hjá okkara ríki. Tá mátti Danmark lata landslutirnar, Skåne, Halland og Blekinge frá sær til Svøríki aftaná friðin i Roskilde. Um norðurlendsku grannarnir høvdu kríggjast minni høvdu vit og gotlendingar kanska enn verið í sama ríki, men tað er so bara nakað ein kann gita um.