týsdagur 20. juni 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71
4
Sosialurin
Pætur Albinus
F
øroysk bogaskjóting plag
ar at vera garantur fyri
einari rúgvu av heiðurs
merkjum á oyggjaleikun
um. Øll árini fram til seinastu leik
irnar hava Føroyar verið fremst í
bogaskjóting, men ta ferðina vórðu
tey á fyrsta sinni yvirhálað. Hesa
ferð bleiv tað til fimm føroysk heið
ursmerki – trý gull og eina bronsu í
compund og eina bronsu í recurve.
Hetta rakk til eitt samlað 2. pláss.
Umstøðurnar hjá bogaskjúttun
um í Føroyum eru vánaligar, men
tey royna, og enn eru onkrir frálíkir
bogaskjúttar eftir, sum fara eftir at
gera tað betri enn seinast.
Greinar
Tað eru tvær ymiskar greinar í
bogaskjóting. Recurve er tann sið
bundna greinin, har bogin er sum
vit kenna hann við einum strongi
og einum píli. Hesin recurve-bog
in verður eisini nevndur tann
olympiski bogin. Compound er
hinvegin ein heilt øðrvísi grein,
har bogin hevur eina taljuskipan,
har hann er tungur at draga upp,
men fer niður í triðingsvekt tá ið
hann er trektur tveir triðingar.
Harafturat hevur hann eitt sikt, eitt
vaterpas og ein avtrekkjara.
Kappingarnar eru eisini ym
iskar innan bogaskjóting. Á oyggja
leikjum eru tær fýra í tali. WA-rund
an kallast tann eina, har skjúttin fær
144 pílar og skjýtur úr fýra ymsikum
fjarstøðum. Í hesari kappingini
verður eisini talt saman hvørji lond
hava staðið seg best, og fáa tey tá
heiðursmerki í liðkappingini.
Í 720-runduni fáa skjúttarnir
tvær ferðir 36 pílar. Compound
skjóta úr 50 metrum og recurve úr
70 metrum.
Head to head er eisini ein kendur
kappingarháttur. Skjúttarnir fáa
í mesta lagi 15 pílar, og dystast
verður ein ímóti einum. Hetta er
ein cup-skipan, har taparin rýkur
úr kappingini, meðan vinnarin fer
víðari til næsta umfar.
Nýggjasta kappingin kallast
mix. Hon er tann sama sum head
to head, bara at har eru ein maður
og ein kvinna í sama parti.
Umstøðurnar
Føroysk bogaskjóting hevur leingi
verið ímillum tey allarfemstu á
oyggjaleikunum. Í Álandi í 2009
vunnu tey metnógv heiðursmerki,
nevniliga 12. Heilt væl hevur tó ikki
gingið seinastu tíðina, og á seinastu
leikunum, sum vóru á Jersey fyri
tveimum árum síðani, vunnu før
oysku bogaskjúttarnir einans fimm
heiðursmerki.
Nevnast kann, at góðir skjúttar
so sum Annika Vang (recurve),
Sigrid Vang (compound) og Hans
Petur Højgaard (recurve) eru givin
at skjóta. Í Gotlandi kunnu tey vera
átta á hvørjum liði, men so nógv fáa
Føroyar ikki mannað hesaferð.
Føroysku bogaskjúttarnir, sum
skulu við til Gotlands, hava fyri
reikað seg sum best hevur borið til.
– Tað hevur verið gott veður,
so tey hava verið nógv úti, har tey
hava klárað at funnið sær pláss, og
skotið tríggjar ferðir um vikuna,
sigur formaðurin í Bogaskjóti
sambandi Føroya, Eggaba Andrea
sen.
Hann undirstrikar tó, at um
støðurnar til bogaskjóting í Før
oyum als ikki eru nøktandi. Síð
ani graslíki varð lagt á vøllin á
Svangaskarði og á Tórsvøll, eru
bogaskjúttar ikki slopnir fram at
har, og tað hevur meir ella minni
verið tilvildarligt, hvar teir nú
halda til. Úttøkukappingin fór fram
í Hoydølum, men har var neyðugt
at vera í gummistylvum vegna
stórt gras og váttligt veður.
– Bogaskjóting er ikki við næstu
oyggjaleikir, men vit eru so við
aftur um fýra ár. Er ikki okkurt
hent við umstøðunum tá, so eri eg
stórliga bangin fyri at bogaskjóting
uttandura er útideyð í Føroyum,
sigur Eggaba Andreasen.
– Tað er einans manglandi polit
iskur vilji. Ítrótturin er so lítil, at
her er eingin atkvøða at heinta,
men skulu teir hava oyggjaleikir til
Føroya, so mugu teir gera okkurt,
sigur Eggaba og vísir á, at íløgan als
ikki er stór.
– Tað er ikki meira enn ein brot
partur av hvat ein golf- ella fót
bóltsvøllur kostar, sigur hann.
Eggaba heldur, at ein vøllur
burdi verið lagdur sentralt í Føroy
um, so at tey trý feløgini, Ørvur í
Runavík, Tambar í Havn og Vága
skot í Vágum hava áleið eins langt
at koyra til felagsvenjingar.
Framtíðin
Í Gotlandi verður farið eftir at gera
tað so gott sum tilber.
– Vit fara at royna at gera tað so
gott sum møguligt, og vita hvussu
langt tað røkkur. Vit fara at royna
at gera tað betri enn seinast, sigur
Eggaba Andreasen, sum metir at
hinar tjóðirnar hava nógv betri
umstøður og tískil eisini hava hálað
seg inn á Føroyar.
Føroysk bogaskjóting hevur
tó gjørt sítt fyri at framtíðin skal
tryggjast.
Bogaskjótisambandið
hevur fingið útlendskar venjarar,
sum koma heim til Føroya við
jøvnum millumbilum. Í compound
er tað norski Morten Bøe, og í
recurve eru tað donsku feðgarnir
Søren og Benjamin Ibsen, sum eru
venjarar. Morten Bøe hevur áður
verið á norska landsliðnum, og
Benjamin Ibsen hevur verið á tí
danska.
Íløgan hevur givið útslag, tí
á fyrsta sinni hava føroyskir
skjúttar skotið seg til HM. Hendan
kappingin verður í Meksiko og
oktobur, og tá vera minst tríggir
føroyingar við. Teir eru Jóannes
Poulsen, Nikkel Petersen og Jógvan
Niclasen.
Tann fríggjadagin, sum oyggja
leikirnir enda, fara tveir ungir
føroyingar til Kemi í Finnlandi at
luttaka í NM fyri ung. Teir báðir
eru 14 ára gamli compound-skjúttin
Aleksandur Leitisstein úr Ørvi og 17
ára gamli recurve-skjúttin Teitur
Dalsgarð úr Vágaskot.
BOGASKJÓTING
STRÍÐAST VIÐ
UMSTØÐURNAR
Umstøðurnar eru so vánaligar, at ítrótturin kann detta niðurfyri, men íløgur í
útlendskar venjarar hava givið góð úrslit hjá føroyskum bogaskjúttum
Luttakarar
Compound
Menn
Jógvan Niclasen
Jóannes Poulsen
Albert Dam
Nikkel Petersen
Kvinnur
Anja Eydnudóttir
Recurve
Menn
Absalon Hansen
Oddmar Nielsen
Kvinnur