Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 6 Sosialurin Pætur Albinus F øroyskt badminton plag­ ar at standa seg væl á oyggja­leikum, har tey so at siga hvørja ferð blanda seg ímillum tey fremstu. Í fjør vann Rannvá Djurhuus Carlsson gull í einmansleiki hjá kvinnum, Niclas Eysturoy fekk silvur hjá monnum, Benjamin Gunnarstein fekk bronsu hjá monnum og Føroyar sum lið fingu silvur í liðkappingini. Liðið er aftur væl mannað í ár, so miðað verður eftir tindunum. Liðkapping Liðkappingin ímillum londini, har bæði menn og kvinnur dystast í at vinna sínum landi nóg mikið av stigum til at vinna ein samlaðan lið­dyst, er tað, ið vigar mest á oyggj­ aleikunum í badminton. Tað er hørð kapping um at vera sterkasta landið. Føroyar vunnu liðkappingina í 2009. Tveir teir næstu leikirnar fingu Føroyar bronsu, og á seinastu leikunum, í 2015, var úrslitið silv­ur. Nú verður lagt seg eftir at endur­ vinna gullið, sum altso seinast kom í hús fyri átta árum síðani. – Nú er málið at vinna aftur. Har eru trý-fýra sera góð lið, so tað verður alt eftir hvussu liðini spæla á degnum. Tað kann fara allar vegir, heldur føroyski landsliðsvenjarin, Aritra Nandy. Føroyar eru í bólki við verts­ tjóðini, Gotlandi, og so Hetlandi. Vinn­ararnir av øllum fýra bólk­un­ um hittast í hálvfinalunum. Aritra Nandy sigur, at tað ikki er til at siga hvussu Got­ land er fyri, nú teir eru vert­ir og vandi er fyri at teir hava fingið sær betri spæl­ar­ar av svenska megin­land­ inum. Fyrireiking Tað eru útvið tveir mán­ aðir síð­ani kappingarárið í føroyskum bad­min­ton endaði við felags finaludegi í høllini á Hálsi í Havn, og fyri at halda leikarunum í gongd hevur før­oyska bad­min­ton­ sambandið hesa­ferð gjørt nakað heilt serligt. Teir valdu nevniliga at bjóða 10 donskum leikarum til Føroya, her tað varð skipað fyri einari kapping ímillum donsku leikararnar og so teir føroysku, sum skulu til oyggja­ leikirnar. – Tey vóru her heima 1. og 2. juni. Kappingarárið er eisini liðugt í Danmark, so heldur enn at fara har, so valdu vit at bjóða teimum higar, sigur Aritra Nandy, sum var væl nøgdur við avrikini hjá sínum spælarum. Eftir øllum Føroyski landsliðsvenjarin pakkar ikki tingini inn. Hann sigur beint fram, at tey ætla sær at vinna alt. Hann hevur hóast alt okk­ urt at hava tað í, tí Før­ oy­ar hava á øll­um mót­um verið við heilt har frammi á oyggja­leik­un­ um. S e i n a s t u oyggja­leikir vann Rann­vá Djur­huus Carls­son gull í ein­mans­ leiki hjá kvinnum. Hon hevur verið smáskadd fyrr í ár, men til kappingina ímóti donsku leik­ar­ unum fyrst í juni gekk væl. – Hon spældi fantastiskt. Eg havi ongantíð sæð hana spælt so væl áður, og eg havi sæð hana spælt í 10 ár, sigur indiski Aritra Nandy. – Hon er týdningarmikil fyri føroyska landsliðið, so hetta vóru góð tíðindi at fáa. Hon er ein stríðs­ kvinna, sum ígjøgnum árini eisini er blivin meira fim, sigur hann víð­ ari. Niclas Eysturoy, sum seinastu leikir vann gull í blandaðum tví­ mans­leiki saman við Rannvá Djur­ huus Carlsson, er eisini við hesa­ ferð. Hann spælir í Århus, har hann lesur. – Hann hevur vant væl. Hann fekk ikki komið heim til kappingina í Føroyum, men hann er ein royndur spælari, ið veit hvat krevst, og vit hava verið í regluligum sam­bandi við hann, sigur Aritra Nandy. Umframt tey bæði, so er eisini 17 ára gamli Bartal Poulsen ein heiðurs­merkjavón. Hann spælir við Højbjerg Badminton Klub í Dan­mark. – Oyggjaleikir er tann mest til­talandi kappingin fyri okkum. Tann dagin vit vinna alt á oyggja­ leikunum eru vit nøgd, sigur Aritra Nandy, sum tó er skjótur at peika á, at støðið á oyggjaleikum er gott, og at spælarar hjá kanaloyggjunum hava roynt seg í Englandi, Skott­ landi og Wales. Menning Tað gongur væl hjá ungdóminum í føroyskum badminton, og tað boð­ar frá einari bjartari framtíð. Før­oyska ungdómslandsliðið var í apríl og kappaðist í Berlin, og har gekst væl. Hóast støðið í kapp­ ingini er høgt við leikarum úr eitt nú Danmark, Týsklandi, Kekkia og Svøríki, so vóru føroysku spæl­ ararnir við heilt har frammi. Rann­vá Djurhuus Carlsson vann til dømis gull í U22, Adhya Nandy fekk bronsu í U13 og sama Adhya fekk saman við Bjarnhild í Buð Justinussen bronsu í tvímansleiki hjá kvinnum í U13. Tað sæst eisini aftur á ár­ligu kappingini, Reykjavík Inter­natio­ nal Games, at gongdin í før­oysk­ um badminton er góð. Lands­liðs­ venjarin peikar á, at Føroyar plaga at vinna á íslendingum í teimum flestu aldursbólkunum. – Vit hava nógvar javnt góðar ungar gentur, sum skjótt kunnu fara at stuðla Rannvá og teimum. Eisini á dreingjasíðuni eru fleiri talentir. Vit hava vaksnar spælarar sum Niclas Eysturoy, Aksel Poul­ sen, Bartal Poulsen og Magnus Dal- Christiansen á einum støði fyri seg, men eg vil meta, at um tvey ár eru fleiri á veg upp á teirra støði. Tað verður hørð kapping um at sleppa á landsliðið í framtíðini, sær Aritra Nandy fyri sær. Í novembur fer føroyska ung­ dómslandsliðið at luttaka í EM fyri U17 í Prag, Kekkia. Væntandi verða tað fýra dreingir og fýra gentur, ið fara at umboða Føroyar har. BADMINTON FARA EFTIR ØLLUM Føroyska landsliðið í badminton hevur ikki vunnið liðkappingina síðani 2009. Tað skal tað gerast nakað við, sigur landsliðsvenjarin, sum hevur sett sær stór mál fyri hesar leikirnar Luttakarar Menn Niclas Højgaard Eysturoy Bartal Poulsen Rógvi Poulsen Magnus Dal-Christiansen Hilmar Kass Kvinnur Rannvá D. Carlsson Kristina Eriksen Gunnva Jacobsen Sólfríð Hjørleifsdóttir Sissal Thomsen