Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 8 Sosialurin Pætur Albinus O ngantíð hava Føroyar átt ein súkklara, ið er somikið væl fyri, sum Torkil Veyhe er beint nú. 27 ára gamli havnamaðurin hevur stig fyri stig tikið seg upp­ eftir danska súkklustiðjanum sein­ astu árini, har hann nú hevur smíð­ að sítt navn fast og hevur verið ein av mest eyðsýndu súkkl­ar­unum higartil í ár. Sjálvur sigur hann, at hann ong­ antíð hevur koyrt so væl sum í løtuni, og er hann tann greiði pro­ filurin á einum annars bland­aðum og spennandi føroyskum súkklu­ landsliði, ið nú setir kósina ímóti Gotlandi at súkkla í vakra landslagi teirra. Skift lið At Torkil Veyhe fyrr í ár valdi at skifta úr Team WeBike – CK Aarhus til kontinental-liðið ColoQuick- CULT, hevur latið nógvar dyr upp fyri honum. Umframt at hann nú er súkklari hálva tíð, so hevur hann saman við nýggja liðnum fingið atgongd til fleiri størri kappingar uttanlands. Hetta hevur givið honum ein gyltan møguleika at vísa seg fram, og hesum møguleika hev­ ur hann so dyggiliga tikið av. Um­framt at hann hevur verið á sigurs­pallinum í kappingum á donsku landa­vegunum, so hevur hann eisini avrikað væl í stórum útlendskum kappingum so sum Tour de Nor­mandie í Fraklandi og Tour des Fjords í Noregi. Í Noregi var hann einans fá sekund frá sigrinum á tí eina teininum, har hann í evstu løtu varð yvirhálaður av kenda fyrrverandi Team Sky- súkklaranum, Edvald Boasson Hagen. – Tað hevur verið ógvu­liga læruríkt og spenn­andi. Tað er eitt sind­ur annarleiðis hvussu man koyrir sum lið, tá tað er kontinental, so har hevur verið nakað at taka til sín. Tað hava eisini verið nógv góð upplivilsi, tí tað hevur jú gingist mær væl. Vit hava eisini havt nakrar uttan­landstúrar, og tað er altíð stuttligt at uppliva onnur lond, sigur Torkil Veyhe um fyrsta hálva árið sum hálvtíðar súkkl­ari. Væl fyri Hóast Torkil nú er løntur av einum donskum liði, so var tað eingin trupulleiki at fáa biðið um frí til at sleppa til Gotlands at súkkla á oyggjaleikum. – Nei, tað passaði væl við kalend­aran hjá okkum. Vit hava ongar kappingar eftir DM, so tað var eingin trupul­leiki. Teir vilja sjálv­andi eisini stuðla einum í at umboða landið hjá sær tá ið man kann tað, sigur Torkil. Á oyggjaleikunum seinast vann Torkil sítt fyrsta gullheiðursmerki. Hetta var í einkultstartinum. Síðani tá er runnið nógv vatn í ánna, hóast tað einans eru tvey ár liðin. Tað er nevniliga einki at taka seg aftur í, at hann hevur ment seg nógv, og tí spyrja vit hann hvør útgáva av Torkili Veyhe er við hesaferð í mun til hinar ferðirnar. – Eg havi ongantíð verið so væl koyrandi sum eg eri nú, so upp á tann mátan er tað ein sterkari útgáva av mær, sum er við, men annars eri eg tann sami. Mátin eg koyri upp á hevur ikki broytt seg annað enn at eg eri blivin eitt sindur betri at takkla hvussu finalurnar skulu koyrast, og eisini at lesa súkklukappingarnar. Tað kem­ur í takt við royndunum, held­ ur Torkil. Fokus Á oyggjaleikunum hevur tú ein møguleika. Tað verður súkklað í einkultstarti, á landavegi og í býarkoyring – ein teinur í hvørjari grein. Torkil er royndur í slíkum einkultum teinum, og hann veit hvat skal til. – Tað er týdningarmikið at hava stórt fokus og ikki at lata nakran koyra uttan at man er við, tí annars kann alt vera avgjørt. Tað kann vera trupult at heinta nakað inn aftur, um tað kemur ein sterkur bólkur avstað, sigur Torkil. Hann fekk trý heiðursmerki á seinastu leikunum. Umframt gull í einkultstarti, so fekk hann bronsu á landavegnum og eina bronsu á landavegnum saman við føroyska liðnum. Trý gull Nú Torkil er somikið væl koyrandi og hevur góðar mans rundan um seg, so eru vónir og málsetningar eisini sett hareftir. – Málið er at vit sum land skulu vinna trý gull. Um tað eri eg ella onkur annar er líkamikið. Dávur Magnussen koyrir eisini væl fyri tíðina, og tað skulu vit brúka. Tað er hørð kapping, so tað verður ringt, men eg haldi vit hava styrkina til tað sum eitt lið, so tað skulu vit royna at brúka, heldur Torkil. – Vit hava eitt gott lið. Dávur og eg koyra vanliga í danska A-klassanum, har støðið er høgt, og Dávur hevur eisini víst góðar taktir fram ímóti oyggjaleikunum. Hinir hava ikki koyrt líka nógvar kappingar í størri feltum, men teir hava allir vant væl, so eg vænti teir eisini eru væl við tá ið vit koma til oyggjaleikirnar, sigur hann víðari. – Tað sermerkta við oyggjaleik­ unum er tú umboðar títt land, og tað er ein heiður at vísa hvussu man sum tjóð stendur seg í mun til hinar, sigur Torkil Veyhe at enda. SÚKKLING VIL VINNA TRÝ GULL – Málið er at vit sum land skulu vinna trý gull. Um tað eri eg ella onkur annar er líkamikið, sigur føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, sum er í sínum lívs besta formi Luttakarar Menn Torkil Veyhe Dávur Magnussen Gunnar Dahl-Olsen Jan Hjaltalin Olsen Jóhann Brend Kvinnur Svanna Poulsen Birita Poulsen