týsdagur 20. juni 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71
10
Sosialurin
Pætur Albinus
Í
skjóting eru tvær ymiskar
útgávur tær mest vanligu,
nevniliga skeet og trap. Í
trap sendir kastimaskinan
leirdúgvurnar undan tær. Tær
kunnu fara í ymiskar vinklar, men
tær fara altíð undan tær, og tú fært
tvey skot eftir hvørjari dúgvu. Til
samans 25 dúgvur eru í hvørjum
umfari, og tú kanst hava byrsuna
klára áðrenn dúgvan verður kastað
avstað.
Í skeet verða tvær dúgvur send
ar úr kastimaskinuni í senn. Tær
báðar ferðast umleið 92 km/t, og
tær fara upp á tvørs av hvørjari
aðrari. Skjúttin, sum í hesari grein
ini ikki sleppur at standa púra klár
ur í skotstøðu, hevur eitt skot eftir
hvørjari dúgvu.
Í Føroyum er einans ein breyt
til trap. Tað er í Sandvíkum beint
uttan fyri Havnina. Betri eru møgu
leikarnir fyri at skjóta í skeet, tí har
ber til at skjóta – umframt í Sand
víkum – í Vestmanna og í Sunda
lagnum.
Nevnast kann tó, at tað í løtuni
verður gjørd ein breyt afturat í
trap. Hon verður í Leirvík.
Góð venjing
Skjóting í Føroyum hevur sum
siðvenju at koma aftur av oyggja
leikum við heiðursmerkjum.
Á seinastu leikunum á Jersey
í 2015 vunnu Føroyar tvey gull
í skeet. Tað eina vann Marius
Joensen, og hitt vunnu Føroyar
í liðkappingini mannað av sama
Mariusi Joensen og Sámali Debes.
Marius er sjómaður, og í ár passaði
tað somikið illa, at hann ikki verður
við í Gotlandi.
Landsliðið hjá Føroyum er av tí
sama rættiliga nýtt hesaferð. Jón
Jacobsen og Tórður Fløtt eru við
fyri fyrstu ferð, meðan hetta verða
aðru leikirnir hjá Alex Johannesen.
Sámal Debes er einasti royndi mað
urin í hópinum.
Føroyskir skjúttar eru ógvuliga
virknir, og á hvørjum ári verða
einar 22 kappingar fyriskipaðar.
Nakrar av teimum verða taldar
sum úttøkukappingar, og seks teir
bestu skjúttarnir í hvørjari grein í
hesum kappingum verða úttiknir
til ein bruttohóp, har tað síðani
verður kappast víðari um seinastu
og endaligu plássini.
Í ár var ætlanin at strekkja
endaligu úttøkuna heilt fram til 1.
juni, men fyriskipararnir í Gotlandi
vildu hava endaliga hópin áðrenn.
Skjúttarnir venja nógv hvør í
sínum lag, og innanhýsis kappingar
umframt tær mongu fyriskipaðu
kappingarnar syrgja fyri, at skjútt
arnir eru í góðari venjing.
Høgt støði
Hóast Føroyar ofta eru við í heið
ursmerkjunum á oyggjaleikunum,
so er tað ikki lætt at koma framat
har.
– Støðið er høgt, men støðið í
Føroyum er eisini hækkað ótrúliga
nógv seinastu árini, sigur Sjúrður
Knudsen, formaður í Skjótisam
bandi Føroya.
Hann vísir á, at grannar okkara í
Danmark teljast ímillum heimsins
bestu skjótilond, men at føroyingar
eisini kunnu blanda seg ímillum
teir fremstu skjúttarnar í Danmark,
tá ið teir vitja til kappingar har.
– Støðið hækkar allastaðni, men
nú komu vit heim við tveimum
gull seinast, so málið verður aftur
hesaferð at vinna heiðursmerkir.
Vit
hava
tveir
spildurnýggjar
skjúttar við hesaferð
– teir eru sera góðir skjúttar,
men nervar kunnu eisini vera
upp á spæl, sigur Sjúrður, sum
sjálvur verður við á leikunum sum
ferðaleiðari.
Hann sigur, at teir eru ógvuliga
spentir, og at vónirnar eru góðar
eftir at tølini frá úttøkukapping
unum hava boðað frá góðum.
Høvdið kalt
Sjúrður Knudsen sigur, at Føroyar
eiga fleiri góðar skjúttar. Men
hvørjir eginleikar krevjast fyri at
ein gerst ein góður skjútti?
– Man skal vera ógvuliga disci
plineraður, tá ið man kemur har
upp, og man má halda seg í góðum
formi. Tað krevur góð eygu, góð
reaktiónsevni og at halda høvdið
kalt, sigur Sjúrður og vísir á, at góða
kropsvenjingin ikki krevst eins og í
eitt nú hondbólti, men at tað altíð
er best at vera í góðari venjing, tí at
tað fylgist at.
– Tað skal so lítið til áðrenn
man fær ein lortadag, so allir
sansirnir skulu vera í topp. Tú
fært eitt skot – rakar tú ikki, ja,
so er farið, sigur Sjúrður.
Áleið 160 aktivir limir eru í
Føroyum, men hann harmast
um, at umstøðurnar ikki eru
nøktandi. Tvær bingjur, sum
vórðu settar upp í Sandvíkum
soleiðis at oyggjaleikirnir kundu
vera her í 1989, eru framvegis álitið
sum felagshús, og breytin sjálv
treingir til at dagførast.
– Tað verða hallir bygdar fyri
tíggjutals milliónir. Tá er einki
óført, men at fáa sjey milliónir til
eina nýggja breyt ber ikki til, sigur
Sjúrður.
Vápn
Tað kann vera trupult hjá skjúttun
um at ferðast, nú útgerðin í teirra
ítrótti eru vápn. Strangt eftirlit
er sum vera man hvørjaferð teir
skulu um flogvallir, og noyðast teir
at biðja um útflutningsloyvi frá
løgregluni fyri at fáa byrsurnar við.
Á flogvøllinum er løgreglan
so við vápnunum, og tað sama
í landinum, har teir flúgva til. Í
Gotlandi stendur løgreglan eisini
fyri teimum og beina byrsurnar á
eina vápnagoymslu, har tær vera
í varðveitslu til skjúttarnir skulu
venja ella kappast.
– Har er einki við at vit fáa byrs
urnar við á hotellið, skoytir Sjúrður
Knudsen uppí.
SKJÓTA SEG TIL GULL
Seinastu tveir oyggjaleikirnar og mangan áður eru føroyskir skjúttar komnir aftur til Føroya við
gulli um hálsin. Hesaferð eru tveir nýggir skjúttar við, men málið er framvegis heiðursmerki
SKJÓTING
Luttakarar
Skeet
Sámal Debes
Tórður Fløtt
Trap
Jón Jacobsen
Alex Johannesen