týsdagur 20. juni 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71
12
Sosialurin
Pætur Albinus
T
að er stór útskifting í
hópinum, sum fer at
umboða Føroyar í fræls
um ítrótti á oyggjaleik
unum hesaferð. 10 íðkarar eru við,
og av teimum eru heili sjey við fyri
fyrstu ferð.
Hópurin er av tí sama ungur
og óroyndur, men hetta eru tey,
ið hava klárað tey annars strongu
krøvini um at sleppa við, so støðið
er ikki til at fara skeivur av.
Tvey av teimum, sum hava ver
ið við áður, hava einans verið við
ta einu ferðina. Tey eru Marna
Egholm og Tórur Mortensen. Tann
einasta í hópinum, sum kann sigast
at vera roynd í oyggjaleikahøpi, er
Rebekka Fuglø. Hon hevur verið við
fimm ferðir.
Nógv avboð
Fleiri av stóru nøvnunum, sum
vit kenna frá frælsum ítrótti í
Føroyum, eru ikki við í Gotlandi í
ár. Bjørk Herup Olsen dúvar í løtuni
mest upp á lesnaðin, meðan ein
annar rennari, Valborg Heinesen,
nýliga hevur átt og tískil heldur
ikki verður við.
Hanus Bergsson, sum á sein
astu leikunum prógvaði seg sum
fjórðbesti spjótkastari í oyggja
leikasøguni, verður heldur ikki
við. Hann er skaddur í økslini. Ein
annar íðkari, sum eisini er darvaður
av skaðum og heldur ikki verður
við, er Rúni Seloy.
Hallur Simonsen, sum á Jersey
fyri tveimum árum síðani vann
heiðursmerki heim til Føroya við
silvuri í diskuskasti, gavst stutt
eftir og verður tí av góðum grund
um heldur ikki við.
Nýggj blanding
Í mong ár áttu Føroyar ikki nakran
kvinnuligan
sprintara,
men
á
oyggjaleikunum í Gotlandi verða
fleiri við. Eitt nýtt ættarlið av
ungum kvinnuligum sprintarum
hevur tikið seg upp, og hetta verður
fyrstuferð síðani 1991, at Føroyar
hava ein sprintara við. Ta ferðina
var tað Margret Augustinussen, ið
luttók á leikunum í Álandi.
Ungu kvinnuligu sprintararnir,
sum eru við hesaferð, eru Elisabet
Holm Simonsen, Alda S. Lamhauge,
Margit Weihe Fríðmundsdóttir og
Oddvør Josephsen. Nú er somikið
av sprintarum við, at tað ber til
at luttaka í boðrenning – eisini
kent sum stafett. Ætlanin, at tvær
føroyskar
boðrenningar
skulu
tilmeldast. Tann meiri roynda
Rebekka Fuglø verður væntandi
við til ta einu, soleiðis at tað skal
bera til at manna tvær.
Boðrenningarnar, ið ætlanin er
at melda seg til á, eru 4x100 metrar
og 4x400 metrar.
Vónirnar
Tað hevur ikki verið lætt at hava
landsliðssamlingar, nú tær ymisku
greinarnar innan frælsan ítrótt eru
somikið ymiskar og spjaddar, men
hvør íðkari hevur vant dúgliga,
og Marna Egholm og Jan Elmar
Sørensen hava verið á venjingar
legu í Sveis.
Tað er serliga í nøkrum greinum
og á nøkrum teinum, at vónir eru
fyri at fáa heiðursmerki.
– Marna Egholm á hálvum
marathon,
10.000
metrum
og
5.000 metrum, Rebekka Fuglø á
800 metrum og 1.500 metrum og
Tórur Mortensen í trístøkk. Vit
eru eisini spent upp á 4x400 metrar
boðrenning. Tað er vónleyst at siga,
men um vit hyggja at tíðunum, so
eru vit nokk hampiliga væl við
har, metir Hallur Holm, formaður í
Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).
– Nú er liðið so ungt, men um
vit koma heim við trimum ella fýra
heiðursmerkjum, so er tað góðtikið.
Eg havi eina vón um fýra, men tað
er á mær persónliga, sigur Hallur
Holm víðari.
Hann heldur, at støðið á oyggja
leikunum minnir nógv um tað til
DM – eitt sindur veikari, men við
betri breidd.
Framtíðin
Hetta eru fyrstu leikirnir, har Før
oyar ongan kastara hava við, men
sambært Halli Holm, so gongur
neyvan long tíð áðrenn Føroyar
aftur hava upp til fleiri kastarar
við aftur. 20 ungir føroyskir íðkarar
fara sama dag sum oyggjaleikirnir
enda til eina ungdómskapping í
Göteborg, og har eru heili fimm
ungar føroyskar gentur við í
hamar-, kúlu- og spjótkasti. Tað er
ikki óhugsandi, at hesar verða upp
á tal á til oyggjaleikirnar í 2019.
– Sæð í ljósinum av, at eingir
kastarar eru við hesaferð, so er tað
ein góð troyst at vita, sigur Hallur.
Gongdin er annars púra greitt
tann, at frælsur ítróttur í Føroyum
vinnur fleiri og fleiri heiðursmerki
á oyggjaleikunum. Árini 2005,
2007 og 2009 vórðu tilsamans tvey
heiðursmerki vunnin, men seinastu
tríggjar leikirnar eru ávikavist
seks, átta og fimm – tilsamans 19 –
heiðursmerki vunnin.
– Tað eru greiðar ábendingar
um, at tað gongur rætta vegin, og
har eigur Tórsbreyt ein stóran
part av æruni, sigur Hallur Holm
at enda.
NÝTT OG GOTT
GAMALT
Tey flestu í hópinum eru nýggj og hava ongantíð verið á oyggjaleikum áður, men eisini onkur
meira royndur er við, og vónirnar fyri at vinna heiðursmerkir í Gotlandi eru góðar
Luttakarar
Menn
Rúni Jacobsen
Jan Elmar Sørensen
Tórur Mortensen
Julian Gregersen
Kvinnur
Rebekka Fuglø
Marna Egholm
Elisabet Holm Simonsen
Alda S. Lamhauge
Margit Weihe
Fríðmundsdóttir
Oddvør Josephsen
FRÆLSUR ÍTRÓTTUR