Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 14 Sosialurin Pætur Albinus F øroyskir svimjarar plaga ikki einans at svimja í vatni, tá ið tey eru til oyggja­leikir. Tey plaga eisini at svimja í heiðursmerkjum. 36 heiðurs­merki bleiv tað til á seinastu leikunum á Jersey, og okk­urt bendir á, at svimjingin aftur hesaferð fer at fáa eitt gott úrslit. Stóra stjørnan hjá Føroyum, Pál Joensen, er ikki við hesaferð. Hann verður væntandi pápi um sama mundið sum leikirnir eru, og tað upp­livingina vildi hann sjálvsagt ikki vera fyri uttan. Ungt lið Tað er ein góður blandingur av ung­um svimjarum, sum fer til oyggja­leikirnar í Gotlandi. Felags fyri tey øll er, at tey hava klárað krav­tíðirnar, sum Svimjisamband Føroya hevði sett sum krav fyri at tey skuldu verða úttikin til kapp­ ingina. Tey eru seks kvinnur og fimm menn, harav tær tvær yngstu eru 16 ár og teir tveir elstu 21, og har miðal­aldurin er 18 ár. Tey eru fimm úr Ægir, fýra úr Havnar Svimjifelag og tvey úr Suðuroyar Svimjifelag, tó so at ein úr Havnar Svimjifelag og ein úr Ægir nú venja í Danmark, og at tvey onnur úr Ægir hava sín uppruna í svimjifelagnum Reysta í Eysturkommunu. – Har var onkur afturat, sum var ógvuliga nær við úttøku, men hesi sum fara eru avgjørt okkara besta boð uppá ein sterkan hóp til oyggjaleikir, sigur formaðurin í Svimjisambandi Føroya, Rókur í Jákupsstovu. Samstundis sum oyggjaleikir eru, er eisini evropeisk junior­ meist­arastevna í Ísrael, men hesa kappingina hevur svimjisambandið valt frá, tí at tað eftir bestu meting metti, at svimjararnir heldur valdu oyggjaleikir framum. Drúgv fyrireiking Hesaferð hevur hópurin verið út­ tikin í ríkiliga góðari tíð, so­leið­is at svimjararnir hava havt møgu­ leikan at fáa best møguligu fyri­ reikingarnar. – Fyrireikingarnar hava fyri tað allarmesta verið vanlig venjing úti í feløgunum, sum vit hava góð­ar royndir við frá undanfarnu leik­ um. Hartil hava vit havt nøkur smá samansjóvingartiltøk, tá ið tað lá fyri at fáa tey samlað, í sambandi við FM á langgeil og við felags venjing síðsta vikuskiftið. Eitt øðr­ vísi er hesuferð, at tey hava havt eitt væl longri tíðarskeið at fyri­ reika seg í, frá úttøku til luttøku, vísir Rókur á. Í svimjing snýr tað seg nógv um at toppa røttu løtuna, og tað kann vera trupult. – Tað er ikki bara-bara, og síggja vit tí eisini meira enn so, at toppingin miseydnast. Hesu­ferð hava tey, eftir umbøn frá venj­ arunum, fingið væl longri tíðar­ skeið at fyrireika seg í, við tað at síðsti úttøkumøguleikin var síðst í mars, heldur enn síðst í apríl, og fáa vit so nú at síggja hvussu væl tað riggar. Stevnur aftaná eru ikki ein trupulleiki, við tað at eingin av hesum skal kappast á NMU í Vági, vikuskiftið aftaná, og við tað at HM í Budapest ikki er fyrr enn síðst í juli, sigur Rókur í Jákupsstovu. Styrkt støða Á Jersey fyri tveimum árum síðani vunnu føroyskir svimjarar 10 gull, 10 silvur og 16 bronsur. – Okkurt kundi bent á, at vit fara at fáa góð úrslit, men tað veldst um, hvussu væl hendan síðsta fyrireikingartíðin hevur riggað. Vit hava ikki sæð ein veru­ligan startlista enn við til­meld­ingar­ tíðum, og vita tí ikki nágreiniliga hvussu skjót okkara eru í mun til hini áðrenn hesa stevnu. Men, har eru í øllum førum nøkur av okkara, sum eiga at kunna vinna heiðursmerki, og eisini av fínasta slag, um ikki okkurt heilt óvæntað hendir, sigur Rókur. Umframt Pál Joensen, so eru eisini góðir svimjarar frá øðrum oyggjum givnir. Eitt nú Fraser- beiggjarnir av Cayman, Ian Black av Jersey, Andrea Strachan úr Het­landi og Charlotte Atkinson av Isle of Man. Tosað verður um eitt ættarliðsskifti. – Nú kemur tað ann uppá, hvussu skjótt hesi nýggju svimja. Men, við tað at nógvir av teim­ um svimjarum nú ikki lut­taka, sum fyrr hava vunnið heiðurs­ merki, og við tað at vit enn hava lut­fals­liga nógvar av heiðurs­ merkja­vinnarunum frá Jersey við í Gotlandi, so burdi okkara støða verið styrkt. Tí øll eru væl spent uppá at royna at vinna heið­urs­ merki, og tá hjálpir tað nógv, um tú hevur roynt tað fyrr, sigur Rókur í Jákupsstovu at enda. SVIMJING STØÐAN ER STYRKT Fleiri av góðu svimjarunum eru ikki við, eitt nú Pál Joensen, men mett verður, at Føroyar samanumtikið hava styrkt um støðuna og aftur fara at vinna eina rúgvu av heiðursmerkjum Luttakarar Menn Marius Ihlen Gardshodn Róland Toftum Alvi Hjelm Óli Mortensen Rókur Trygvason Kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard Signhild Dánjalsdóttir Joensen Sára Ryggshamar Nysted Beinta Poulsdóttir Debes Ásbjørg Hjelm Jana Bjartalíð Thomsen