Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-20, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juni 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juni 2017 · Nr. 71 16 Sosialurin Pætur Albinus Í ár verður einans eitt før­ oyskt flogbóltslandslið at síggja á oyggjaleikunum. Flog­bóltssambandið hevur valt heldur at senda kvinnurnar til EM-undankapping, og tí verða tað einans menninir, ið fara at kappast á oyggjaleikunum í Gotlandi. Á seinastu leikunum vunnu menninir silvur. Liðið hjá Føroyum verður mett at vera sera spennandi hesaferð, men tað verður ógvuliga trupult at koppa Saaremaa, sum er í serflokki og hevur vunnið gull seinastu sjey ferðirnar. Avbjóðingar Tað eru góðir tveir mánaðir síðani landskappingin í føroyskum flog­ bólti endaði, men alt fyri eitt eftir kappingarárið varð farið í holt við at fyrireika seg til oyggjaleikirnar. Nakrir av leikarunum spæla í Dan­ mark, og annar venjarin, Bárður Bendix Mikkelsen, býr í Noregi, so tað hevur verið nakað av av­ bjóðingum, men landsliðið hevur tó alt sum tað er verið savnað nøkur vikuskifti, umframt at ein partur av landsliðnum eisini hevur vant mitt í viku. Úr hópinum frættist, at venj­ ing­ar­nar hava gingist væl. Onkrir smá­skaðar hava verið, men nú sær heilt gott út við tí, og móttøkur, álopsspæl og alt annað er við at vera har sum tað skal. Tað einasta, sum hevur verið á tí minni góðu síðuni, er, at liðið ikki hevur spælt nakran venjing­ ar­dyst. Slíkir dystir kundu givið ábendingar um smáfeilir, sum kundu rættast, men vónað verð­ ur, at hetta ikki fer at ávirka úr­ slitið í fyrstu dystunum á oyggja­ leikunum. Gott lið Royndasti maðurin á føroyska landsliðnum er 34 ára gamli Suni Juul Pedersen. Hetta er ikki færri enn áttanda ferðin, at hann fer til oyggjaleikirnar sum partur av flogbóltslandsliðnum. Hann var einans 18 ára gamal fyrstu ferð hann var við, og hann hevur tískil upplivað eina ørgrynnu av leik­ arum koma og fara og kann við sínum góða rætti meta um hvar hetta landsliðið flýtur í mun til tey undanfarnu mongu árini. – Um eg sjálvur skal siga tað, so haldi eg, at liðið í ár er eitt tað besta í nógv ár. Vit hava mangan havt góð lið, men sjáldan eitt har vit hava havt so nógvar ymsar møguleikar við uppstillingum, og sjáldan hava vit havt so nógvar leikarar, sum kunnu avgera dystirnar, sigur Suni og peikar eitt nú á ársins blokk, Jóhan Arna Elisson Wang, og ársins leikara, Trygva Hansen. – Jóhan Arni hevur víst í heim­ ligu kappingini, at hann er á einum sera høgum støði. Hann er heilt avgjørt ein av leikarunum, sum kann vinna okkum nógv stig bæði í álopi og í blokki. Størsti profilurin er Trygvi Hansen. Hann kemur fyrstuferð á oyggjaleikir at spæla sum kantur, og hann kann meira enn nakar annar vinna dystirnar fyri okkum, metir Suni Juul Peder­ sen. Málið Tað er í flogbólti eins og í so mong­ um øðrum ítróttargreinum á oyggja­leikunum trupult at siga nakað um hvussu mótstøðan verð­ur, og tískil eisini trupult at seta sær greið mál. Tað hevur flog­ bólturin, hóast alt, gjørt. – Tað er altíð torført at siga hvussu líkindini fyri heiðurs­ merkj­um eru. Vit vita faktiskt ikki, um mótstøðuliðini eru blivin betri ella verri. Seinast blivu vit nummar tvey, og vit hava sett okkum sum mál ikki at blíva verri enn tað. Hóast vit ikki vita hvussu hini liðini eru fyri, so eru vit vísir í, at tað verður ein torfør, men møgulig uppgáva hjá okkum, sigur Suni Juul Pedersen. – Oyggjaleikir eru eitt av hædd­ ar­punktunum hjá okkum, og er nakað vit altíð síggja fram til. Før­ oyingar fylgja altíð væl við í oyggja­ leikum, og tað ger tað heila bara eyka stuttligt, skoytir hann upp í. Saaremaa Seinastu sjey oyggjaleikirnar hevur Saaremaa vunnið gull, og tað tykist næstan sum teir ikki eru til at vinna á. Tað er ein orsøk til, at tað liðið altíð stendur seg so væl. – Høvuðsorsøkin er nokk tann, at í Estlandi, har Saaremaa hoyrir til, er flogbóltur ein øgiliga stór ítróttargrein. Á Saaremaa eru leik­ arar vanir við at venja flogbólt tvær ferðir um dagin. Eitt, sum sigur nógv um hvussu góðir teir eru, er, at teir størstu profilarnir hjá teimum ofta eisini eru á estiska landsliðnum, greiðir Suni frá. – Tann besti leikarin hjá Saare­ maa 10 tey síðstu árini hevur eisini verið proflurin hjá Estlandi, og tey síðstu árini hevur hann spælt í bestu pólsku deildini, sum er ein ynskidreymur hjá flest øllum leikarum, vísir hann á. At ein úr Saaremaa kann koma so langt vísir bara, at: – Alt kann lata seg gera. Eisini at vinna á Saaremaa, men so skulu vit eisini spæla 120% allan dystin, sigur Suni Juul Pedersen at enda. TORFØRT – IKKI ÓMØGULIGT Flogbóltslandsliðið hjá monnum sær ógvuliga spennandi út. Málið er at koma í finaluna, og hóast tað verður trupult at koppa Saaremaa, sum er í serflokki, so verður tað ikki ómøguligt Luttakarar Leikarar Thorvald Danielsen Ingálvur Eyðunsson Olsen Steffan Olsen Jóhan Arni Elisson Wang Suni Juul Petersen Trygvi Hansen Bárður Jacobsen Bjarki Enni Bjarni Larsen Rói Hentze Niels Niclasen Oskar í Haraldstovu Weihe Venjarar Bárður Bendix Mikkelsen FLOGBÓLTUR