Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juni 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 23. JUNI 2017 SOSIALURIN 72 32 BAKSÍÐAN MYND: HEINESEN MYNDIR Koloni í Himmiríki Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 T að gongur væl í Føroyum. So væl sum ong­an­ tíð áður, siga tey, sum stýra land­inum, ella halda seg stýra tí. Vit eru eitt fólka­ ræði. Tí ber illa til at vita, hvør stýrir. Tað er ódefi­ner­bart, sum tey siga. Halle­luja. Vit eru í ríkisfelagsskapi við Himmi­ ríki. Vit eru eitt hjáland hjá Himmi­ ríki. Og tá ber alt til. Tað gongur væl. Ongantíð áður hava so nógv leitað eftir so fáum at búgva í. Ongantíð áður hava so nógv ver­ ið í fátækraváða, meira enn tíggju pros­ent. Men at vera í fátækraváða er als ikki tað sama sum at vera fátæk. Tað er bara ein risiko, ein váði, ikki meira enn tað. Eingin torir at kanna, hvussu nógv veruliga eru fá­tæk, nú tað gongur so væl. Tað ber ikki til at vera fá­ tæk í einum væl­ferð­ar­ sam­felagi, sum ikki hev­ ur verið so væl fyri fyrr. Held­ur ikki, áðrenn fólk komu higar og gjørdu vinnu­øki og virki og arb­ eiðspláss. Tígg ju prosent rýmdu hiðani í kreppu­árunum sonevndu. Ein kann­ing millum teirra, sum rýmdu til Danmarkar og eru har enn, staðfestir, at føroyingar eru nøgd­asta fólkaslag í verð­ini. Men so leingi, eing­ in doyr í hungri her í Før­oyum, stend­ur bara heilt væl til. So leingi, bara t í g g j ­u n d i hvør er í vanda fyri hung­urs­neyð í durunum í fyribils bú­staðnum, tí betri fæst ikki, ja, so stend­ur bara væl til. Ongantíð áður hava so nógv havt brúk fyri hjálp á jólum. Avlýsið jólini. Tað pyntar hag­tøl­ ini, og eingin er í neyð á jólum. Nøgdir føroyingar í Føroyum. Hvar? Ikki á sosiala miðlinum, kroyst á feysbukkuni. Eg hoyri hvønn einasta arb­eiðs­ dag, at alt í Føroyum gongur av fjand­an­um. Keldan er Feysbukkan. Men føroyingar í Danmark eru nøgd­ar og nøgdir. Ikki fátæk. Ikki so frægt sum í fátækraváða. Tey hava tak yvir høvdinum. Tig­ ul­s­teinstak at fara undir. Tey seta hvønn dag fótin undir egið borð, hóast borðið bara er frá Jysk Senge­ tøjslager. Tað er kortini eitt borð. Bústaðarneyðin kann hýs­ast, so fólk sleppa burtur úr heim­loys­is­ váð­anum. Fólk kunnu flyta í hotell ella gistingarhús at búgva. Tað kost­ar ikki meira, og sera nógvir hent­leik­ ar eru. Tey sleppa undan rentum og av­ dráttum. Tey sleppa undan trygg­ ing, SEV, hitarokning, eig­ara­felag, blaðhaldi, fyrr eisini kring­varps­ gjaldi, viðlíkahaldi. Tey fáa nýggjar grannar nakrar ferð­ir um vikuna. Er ein granni bann­settur, varar grannaklandrið bara nakrar dagar. Tey fáa rein seingj­ar­klæði minst eina ferð um vik­una, rein handklæði hvønn dag, leggja tey í tað, ókeypis sápu og skoynipappír og morgunmat og rein­gerð hvønn dag. Tey sleppa undan vekjaraklokku, sum tey gloyma at seta, tí móttøkan ring­ir og purrar tey út. Flyta fólk úr húsum ella íbúð, vera bústaðir tøkir til teirra, sum einki finna at búgva í, tí øll vilja vera í Havn og ikki har, sum øll tey tómu húsini eru. Tey tómu eru ann­ ars heldur ikki tøk, tí tey, sum eiga eitt hús, noyðast at eiga tvey. Eitt í Havn og eitt á bygd. Tómu hús­ini eru ikki tóm hvønn dag. Tað gongur so væl í Føroyum sum ongantíð fyrr. Vit eiga bara at síggja tað úr erva, har staklutirnir hvørva, og skýma­ skot­ini ikki síggjast fyri glæm­uni. Tað stóra, tað yv­ir­skip­aða, er fyri okk­um øll. Annars viðvíkjandi bú­stað­ar­ neyð­ini, so varð sagt við stakar kvinn­ur og mammur fyrr, at tær skuldu finna sær ein ríkan mann, ein skip­ara til dømis, hús og pengar. Skít veri við kærleikanum. Tað tor­ir eingin at siga longur (má tí minn­ast til at deleta hatta). Men tey tora at siga, at tað gong­ ur so væl í Føroyum sum ongantíð fyrr. Halleluja. Vit eru í rík­is­fe­lags­ skapi við Himmiríki. Vit eru ein ko­ loni hjá Himmiríki. ÁRNI GREGERSEN Rot er í nógvastaðni í Føroyum. Her hugsi eg ikki um tað træ, sum rot kemur í tí vit hava so váttligt veðurlag, men meira um tær skipanir, sum halda samfelagnum saman. Vit síggja ferð eftir ferð, at skipanir verða kortsluttaðar og vit góðtaka tað uttan nakað. Hetta er helst tí vit vita, at verða kortslutningar ikki gjørdar, so hendir onki. Eg havi fyrr nevnt her um, at vit hav sett skpanina soleiðis saman, at ongin tekur ábyrgd av tí, sum hendir. Øll – við undantøkum sjálvandi – renna undan og roynat flyta ábyrgdina á onkran annan. “Góða mamma, tað var ikki eg”-hugsunarhátturin hevur fingið fastatøkur á stórum parti av skipanini – byrjandi heilt upp í ovastu umsitingini og allan vegin niður til mannin ella konuna á gólvinum. Ein kann so sjálvandi spyrja, hví vit eru endað í hesum suppidasinum. Hvat ger, at føroyingar ikki longur taka ábyrgdx? Gamal var, at í hvørjari bygd vóru álitisfólk, sum altíð vóru tilrediðar at taka avgerðir og so eisini átóku sær ábyrgdina. Hetta var áðrenn vit fingu allar skipanir, sum tey “klóku” hava kroyst niðuryvir okkum saman við donskum skeisð- og fyrilestrarhaldaum, sum fyri dýran pening læra okkum at gera skipanir. Trupulleikin er, at vit eru eitt so litið samfelag, sum als ikki hevur pláss til allar skipanir, sum størri lond eru noydd atg brúka. Hjá okkum virka skipanirnar ofta heldur sum forðingar enn nakað annað. Tey fólkini, sum skulu geva borgharunum svara, brúka altíð skipanirnarsum umbering fyri at tað tekur tíð og tey skulu altíð hava onkran annan til at bera ábyrgdina. At rot er í, tá ið eg hoyredi, at nú verður aftur søkt eftir kommunulæknum. Tretirnar eru tær vanligu, at tú skalt hava útbúgving og so framvegis. Men so st4endur eisini, at tú eisini skalt vilja samstaqrv við onnur í heilsuverkinum. Harragud! Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Høgni Djurhuus