Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. juni 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. juni 2017 · Nr. 73 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 OYGGJALEIKIR Terji Nielsen VISBY, GOTLAND Leygarkvøldið klokkan 19 blivu oyggja­leikirnir í Gotlandi settir í Strand­gärdet. Veðurgudarnir vístu seg frá síni bestu síðu, og lag­ið var fram­úr gott á stóru áskoð­ara­fjøld­ ini. Føroyski hópurin taldist millum størru hóparnar á leikunum, og við Absa­lon Hansen, flaggberara, Re­ bekku Ingadóttir Rein, vatnberara og Elin H. Joensen, ÍSF-forseta, á odda gekk føroyski hópurin inn á øk­ið. Lokalu fólkini fegnast Tað er einki at ivast í, at got­lend­ ing­ar eru serstakliga fegnir um at hýsa leikunum í ár, nú tað eru heili 18 ár síðani, at leikirnir seinast vóru í Got­landi. Tey lokalu eru ógvuliga sjónlig til bæði setan og kappingarnar á leik­un­um, og sjálvsagt gera tey nógv fyri at stuðla sínum lokalu ítr­ótt­ar­fólkum. Men alt verður avgreitt í einum góð­um anda, og tað er óansæð, hvag­ani ymsu ítróttarfólkini eru, so fáa tey góðan stuðul frá áskoð­ ara­fjøldini. Hilmar Jan Hansen var til set­an­ ina leygarkvøldið, og hann tók fleiri mynd­ir, sum síggjast her á síðuni. Leygarkvøldið blivu oyggjaleikirnir í Gotlandi settir í Strandgärdet í Visby framman fyri stórari mannfjøld, og har føroysku áskoðararnir vóru ógvuliga sjónligir LEIKIRNIR SETTIR Í Høvuðsstuðul hjá føroysku ítróttafólkunum í Gotlandi #VINNAFYRIFØROYAR #FLÚGVAFYRIFØROYAR