Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Politikarar royna at smoyggja sær und­an, tá teir verða avdúkaðir fyri at fremja lyftisbrot í politikki. Tað roynir Magni Arge, fólka­ tings­maður og løgtingsmaður hjá Tjóð­veldi eisini at gera, nú hann og Tjóð­veldi fremja eitt risa­stórt lyft­ is­brot við tað, at Magni Arge utt­an at smæðast átekur sær bæði løg­ tings- og fólkatingssessin í senn. Tað er ikki tí, at tað ikki ber til at vera bæði fólkatingsmaður og løg­ tings­mað­ur í senn. Sjálvandi ber tað væl til, og tað er einki ó­lóg­ligt í tí. Men Tjóðveldi vann fólka­ting­ sess­in millum annað tí, at flokk­ur­in lovaði sínum veljarum, at varð um­ boð fyri Tjóðveldi valt á Fólka­ting, so fór tað í øllum før­um at røkja sessin burturav. Eing­in í Tjóðveldi fór at sita bæði á Løg­tingi og á Fólkatingi. Tað hevur altíð verið vanligt, at løg­tings­menn hava sitið á Fólka­ tingi. Tað var Sjúrður Skaale, sum fann upp á tað at vera ímóti dupult­ man­dat­um til fólka­tings­val­ið í 2011, tá hann – eftir at vera kon­vert­aður til javnaðarmann – still­aði upp til fólkatingsvalið. Tað sama gjørdi Edmund Jo­ en­sen. Hvørki Sjúrður Skaale ella Ed­mund Joensen stillaðu upp til løg­tings­val­ið, sum var eftir fólka­ tings­val­ið í 2011. Men í 2015 var aftur løg­tings­val – hesaferð aftan á fólka­tings­val­ið. Tá stillaðu bæði Sjúrður Skaale, sum var afturvaldur á fólka­ting, og Edmund Joensen, um ikki var aft­ur­valdur á fólkating, upp til løgtingsvalið. Edmund varð valdur, Sjúrður var ikki vald­ur á ting. Men Sjúrður Skaale fekk tó sæti sum varamaður, tá lands­stýr­ið varð skipað og kundi tí sitið á tingi, um hann eisini sveik sínar veljarar. Væl vita vit, at Fólkatingið hev­ ur tvørligari skipan við vara­fólk­um, enn Løgtingið. Men tað kann ikki vera ein trupulleiki hjá velj­ar­u­num. Ein politikari – og ikki minst ein politiskur flokk­ur, sum vil hava álit millum velj­ar­ar og sum ynskir at verða tik­in fyri fult, skal sjálvandi halda síni heil­agu vallyfti. Tí er tað bein­leið­is arro­gant av einum flokki at taka persónlig at­lit hjá einum pol­it­ik­ar­a at halda seg til valdinum fram um fremsta val­lyft­ið – ella fram um kontraktina, sum Tjóð­ veldi hevur gjørt við sínar velj­ar­ar. Slíkt vísir bara, hvussu lítla virð­ ing ein flokkur í veruleikanum hev­ ur fyri sínum veljarum. Hetta lyftisbrotið er ikki júst tað, sum Tjóðveldinum tørvar, nú so nógv leikar á formann floksins. Heldur enn at bróta niður álitið við vilja, átti Tjóðveldi at víst eyð­ mýkt við at halda eitt so banalt val­ lyfti sum hetta. Margháttligt at Tjóðveldi velur at fella sítt egna trúvirði fyri at savna vald hjá ávísum politkarum í flokkinum. Tjóðveldi tekur persónligt vald fram um fremsta vallyftið Tjóðveldi = lyftisbrot Tá Havnin fór undir einaræði Jóhann Mortensen Kjak síða 14-15 Trý gull í fýra kapping Oyggjaleikir Síða 23 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! 20. juni fingu 12 útlendingar úr 6 ymiskum londum, sum búgva á Eiði, skeiðsprógv í sam­bandi við, at teir hava verið á skeiðunum: Mál, Ment­an, Samfelag. Skeiðluttakararnir hava lært, hvussu tú mál­ber teg um ymisk ger­and­is­við­ur­ skifti á føroyskum, hava lært um høvuðshendingar í Før­ oya søgu og hava fingið inn­ lit í familju-, skúla- og barna­ garðs­við­ur­skifti í Føroyum. Í sambandi við prógv­ hand­an­ina varð skipað fyri ein­um altjóðakvøldi, har borð­reitt varð við mati úr lond­unum, haðan út­lend­ing­ ar­nir koma. Til bar eisini at síggja klæðir og lutir úr heim­landi­ num hjá skeiðsfólkunum. Lærarar á skeiðunum hava verið Tórhild og Rúni Bjark­hamar. Á skeiði um føroysk gerandisviðurskifti Legendkvøld í Spaniastovu við frásøgu, samrøðu og tónleiki Jørgin Dahl – fyrsti føroyski rokkari – vitjar heima á klett­ u­num í samband við at Ru­ dolf Joensen hevur sett hon­ um stevnu í Spaniastovu í kvøld, mikukvøldið, klokkan 19:30. Samrøða verður við Jørgin Dahl um hansara tónleikaligu leið frá Vágsheygnum í Klaks­ vík og út um landoddarnar. Um fyrstu tónarnar á klaver og git­ar til Veðraplátuna í 1978! Húsaorkestur framførur nøk­ur løg hjá komponistinum og yrkjaranum Jørgin Dahl. Komið øll við – Jørgin Dahl Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 12 útlendingar úr seks ymiskum londum hava verið á skeiðnum: Mál, Mentan, Samfelag Á skeiðnum borðreiddu útlendingarnir eisini við mati úr heimlandinum