týsdagur 27. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Ætlanin er at
framleiða góð
2.400 tons av
laksi á landi á
Sundi, sum kann
økjast til 6.000
tons. Tað hevði
givið arbeiði til
50 fólk
Sólvit E. Nolsø
Tað eg Ragnar Joensen í Hoy
vík, sum hevur søkt um loyvi
at ala laks á landi á Sundi.
Tað vísa skjøl, sum Sosial
urin hevur fingið innlit í.
Ragnar Joensen er fyrr
verandi stjóri í alifyritøkuni
Marine Harvest.
Umsóknin er ikki long.
Hon nágreinar ikki í smá
lutir, hvussu alt kemur at
síggja út. Tað verður latið
inn seinni, tá verkætlanin er
komin longur á leið.
Eftir
ætlan
skal
ein
bygningur byggjast á 6.000
fermetrar á eitt øki, ið er
umleið
10.000
fermetrar.
Seinni, um alt gongur væl,
og framleiðslan økist, verð
ur tørvur á einum størri
øki, møguliga so mikið sum
30.000 fermetrar.
Kann skapa nógv
arbeiðspláss
Í umsóknini stendur, at
væntast kann, at góð 2.400
tons av laksi kunnu alast ár
liga á virkinum, men at ætl
anin er at økja framleiðsluna
upp í 6.000 tons við tíðini.
Um framleiðslan kemur
so langt upp sum 6.000 tons
um árið, so kann væntast, at
tað verður tørvur á 50 starvs
fólkum inni.
Útflutningsvirði á eini
framleiðslu á 6.000 tons av
laksi um árið liggur um 2-300
milliónir, sambært lýsingini
av verkætlanini.
Orsøkin til at Sund verður
valt sum øki er, at tað liggur
nær við sjóvarmálan, og at
tað ger tað lætt at fáa sjógv
inn, sum skal brúkast at ala í.
Harumframt eru eisini góðir
møguleikar at fá orku inni á
Sundi og góðir møguleikar at
leiða útlát frá framleiðsluni
út á streymasjógv.
Í umsóknini stendur, at
tað er klárt at fara undir
verkætlanina so skjótt sum
loyvi er at byggja.
Aliøkir á landi
ikki sett av enn
Ragnar Joensen, ið hevur
sent umsóknina inn, vil ikki
gera stórvegis viðmerkingar
til umsóknina ella ætlanir
nar við alingini.
Hann váttar, at hann hev
ur sent umsóknina inn, men
at tað er ov tíðliga at við
merkja meir enn.
– Enn mangla nógv loyvir
at fáa upp á pláss, og tað skal
eisini viðgerast millum ann
að í kommununi og í nýggju
alilóggávuni. Tí velji eg at
bíða til eg viðmerki meira,
sigur Ragnar Joensen.
Tað eru eingi loyvir enn,
ið loyva aling á landi. Tað
eru heldur eingi øki sett av
til aling á landi enn.
Í nýggja uppskotinum um
alilóg stendur, at “fyri at al
ingin á landi kann byrja við
eini varisligari og skipaðari
tilgongd, kann verða løgd
ein ætlan fyri, hvørji økir
skulu kunna nýtast til aling
á landi”.
Uppskotið nevnir einki
um, hvussu nógv økir talan
kann verða um, ella hvar í
landinum tað kann verða.
solvit@sosialurin.fo
aling á landi: Ætlar at
útflyta fyri 2-300 mió
Rumbul um grótið
Sólvit E. Nolsø
Í langa tíð hevur tosað
verið um grótið úr Eystur
oyartunlinum, ið verður
brúkt inni á Sundi, har
tað skal nýtast til at gera
havnaøkið størri enn tað
er nú.
Hóast mikið rumbul
kring hetta evnið, so
stendur býráðið við sína
avgerð. Millum annað tí,
at tørvurin á vinnu- og
ídnaðarøki er stórur.
Meira ítøkiligt hevur
borgarstjórin sagt ofta, at
ein umsókn er longu kom
in inn, sum millum annað
eisini er grundarlag undir
útbyggingini.
Fyrrverandi
borgar
stjórin í Tórshavn, Heðin
Mortensen, segði eisini
í síni tíð, at økið á Sundi
skuldi útbyggjast, tí eftir
spurningurin var somikið
stórur.
Fólkini í Kaldbak, hin
vegin, hava brúkt um
sóknina sum eitt dømi
uppá, at áhugin í veru
leikanum ikki er so stór
ur fyri økinum, tá bert ein
umsókn er komin inn.
Nøkulunda so stórt verður nýggja útfyllingin á Sundi – bláa økið – har
Ragnar Joensen hevur søkt um at byggja stóra høll til aling av laksi
Økið á Sundi, har útfyllingin verður gjørd
Sund – útsýni úr Kaldbak