Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Grundlógin tryggjar útlendska kapitalin Onki bendir á, at útlendingar eru burtur úr føroysku fiskivinnuni 1.januar 2022 Árni Gregersen Ætlanin um at sleppa sær av við tann útlendska kap­ital, sum er í føroysku fiski­vinn­ uni, 1. januar 2022 fer helst fyri bakka. Longu nú hevur íslendska stjórn­in og hollendski for­ sæt­is­mála­ráð­harr­in gjørt vart við hjá lands­stýri­num, at hetta er at fara út um mark, men eisini føroyskir ser­frøð­ing­ar ivast í, um hetta let­ur seg gera. Fyrsta forðingin er sjálv grund­lógin og grein 73. I 1. stykk­i stendur orðarætt: Ejendomsretten er u­kræn­ ke­lig. Ingen kan tilpligtes at af­stå sin ejendom, uden hvor al­men­vel­let kræver det. Det kan kun ske ifølge lov og mod fuld­stæn­dig erstatning. Stutt sagt vil hetta siga, at hetta ber ikki til. Føroyskir ad­vo­k­atar siga eisini, at hó­ ast tað kanska ber til at finna eitt hol í lógini, so forða al­ tjóða lógir fyri tí sama. Tvær grundir skulu upp­ fyllast í einum slíkum føri. Tað fyrsta er at tað skal gagna »almenvellet« at ogn­ ar­taka. Ger tað ikki tað, so ber als ikki til at ognartaka. Hitt er, at verður tað gjørt so skal fult endurgjald rindast. Likheit Íslendski uttanríkisráðharrin Guð­laugur Thór Thórd­ar­son hevur sent lands­stýr­is­mann­ i­num við uttanríkismálum eitt bræv, har hann vísir á, at ís­lendingar meta hetta, sum ogn­ar­tøku. Íslendski utt­an­rík­is­ráð­ harr­in vísir eisini til, at hetta er brot á Hoyvíkssáttmálan, hó­ast hann – eftir ynski frá ís­lend­ing­um – ikki umfatar fiski­vinnu. Eisini politiska skipanin í Hol­landi hevur gjørt vart við seg og sjálvur for­sæt­is­mála­ ráð­harr­in í Hollandi, hevur sum skilst havt telefonfund við løg­mann um sama evni. Tað er helst so, at ís­lend­ ing­ar og hollendingar eru teir, sum eru teir út­lend­ing­ ar, sum eru mest uppi í før­ oysku fiskivinnuni. At krevja teirra kapital úr vinn­uni gongur ímóti øllum prin­sipp­um í lógararbeiði, tí lóg­ir­nar eiga at galda fyr øll og ikki bert fyri fólk úr áv­ís­ um bólkum. Hetta var annars tað, sum var brúkt nógv undan seinna heim­s­bardaga, tá ið týski stat­urin legði hald á ognirnar hjá jødum í Týsklandi. Tí er hetta felt inn í al­ tjóða avtalur, at hetta ikki skal bera til at gera. Í trúnaði Tað hevur ikki eydnast okk­ um at fáa innlit í bræv­ið, sum íslendski utt­an­rík­is­ráð­ harrin hevur skrivað til før­ oyska starvsbróður sín, Poul Mic­hel­sen. Føroyskir myndugleikar vilja ikki geva innlit í málið, tí hetta snýr seg um viðurskifti við ein annan stat. Sama grundgevingin brúk­ar íslendska utt­an­ríkis­ ráð­ið, tá ið vit biðja um innlit í bræv­ið har. Vinnunevndin arbeiðir fram­vegis og ætlanin er, at vinnu­nevndin skal kunnast um tey brøv og tær áheitanir, sum lands­stýrið hevur fingið Upplýsingarnar verða tá latn­ar í trúnaði av somu or­ søk. Alt bendir á, at tað verð­ ur lands­stýr­is­mað­ur­in við utt­an­rík­is­málu, sum fer at lata vinnu­nevndini upp­lýs­ ing­an­ar um tær áheitanir, sum eru komnar í samband við æt­l­aninar um, at fáa út­ lendsk­an kapital úr føroysku fiski­vinnuni. Vinnunevndin hevði ann­ ars ætlan um at leggja álit fram í málinum hós­dagin, men tær mongu inn­kall­ing­ ar­nar hava við sær, at ál­itið ikki verður liðugt til hós­ dagin, so tað verður helst ikki lagt fram fyrr enn mána­ dag­in. Hollendingar hava áhugamál í Kollafjord Pelagic Guð­laugur Thór Thórd­ar­son, íslendski uttanríkisráðharrin, og Poul Michelsen, føroyskur uttanríksiráðharri