Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er arki­tekt­ ur­in, Eyðun Elia­ sen, sum hev­ur arbeitt við tem­ anum, har í­blást­ u­rin er hav­ið, fjøran, bøur­in, mosin og himm­ al­in Vilmund Jacobsen Myndir: Álvur Haraldsen Kommandørbústaðurin Yviri við Strond, sum nú verður um­bygdur til hotel, fer at eita Hav­g­rím við undirheitinum Sea­side Hotel. Tað upplýstu eigararnir á tíð­inda­fundi, sum var í Kaffi­hús­i­num Undir Bryggj­ u­bakka í Havn týsmorgunin. Og eigararnir av ho­telli­ num, Havgrím – Seaside Hot­el - eru tey somu, sum eiga Kaffi­hús­ið, nevniliga Lis Ek­lund í Niðristovu, Jo­han í Niðristovu, Beinta Ras­mus­ sen og Chris Ørvarodd. Á tíðindafundinum varð greitt frá, hvussu gong­ur við arbeiðnum at ti­l­laga ser­ merktu kommandør­hús­ini til hot­el við 14 tvímanskømrum, har øll kømrini skulu hava út­sýnið yvir havið. Lis Eklund í Niðristovu vísti á, at húsini eru sermerkt og hava eina serstaka plas­er­ ing, har grundstykkið gong­ ur heilt oman í sjógvin. - Navnið Havgrím er eftir mann­i­num, sum læt húsini byggja í 1948. Húsini vóru privat­bústaður fram til 1952, tá danska verjan yvirtók tey. Vit halda, at navnið Havgrím passar sera væl inn í høv­uðs­ tem­aið, sum hotellið byggir á, nevn­i­liga havið og fjøran, segði Lis Eklund í Niðristovu. Í ódn og í logn Tað er arkitekturin, Eyðun Eli­a­sen, sum hevur arbeitt við tem­a­n­um, har íblásturin er hav­ið, fjøran, bøurin, mos­ in og himmalin. Húsini liggja í einum um­ hvørvi, sum er og verður ser­ stakt, bæði í ódn, tá brimið stend­ur í grasið – og í logn, tá fjør­an liggur í silvitni, og fugla­ljóð eru at hoyra. Mál­ið er at avspegla um­ hvørvið, sum bygningurin ligg­ur í, samstundis sum bygn­ingurin eisini er ein verja móti havinum og brim­ i­num, tá uppgangur er. Húsini, har Havgrím seinni í ár fer at reka sítt hot­el­virksemi, eru bygd av før­oy­ingum, og í størst møgu­ligan mun verður ytra út­sjónd­in og partvís húsini inn­an varðveitt í verandi stíli, tó at hetta ikki er ein frið­að­ur bygningur. Bygt verður oman yvir al­ tan­ina, sum vendir oman eft­ ir, og ein lyfta verður eisini sett upp, sum verður tillagað bygn­ing­inum annars. Úr glaslyftini verður út­ sýnið yvir sermerkta um­ hvørv­ið og havið. Kømur við útsýni Fyri at øll 14 tvímanskømrini í hotellinum skulu hava út­ sýni yvir havið, verða nøkur vind­eygu flutt og stoypt verð­ur upp fyri onnur. Av nevndu 14 kømrum, verða tvær svitur við terassu. Roynt verður at varðveita so nógv inni í húsinum til ber, og tá húsini vórðu seld, hekk ymiskt eftir, sum ímyndar tíðina sum húsini hjá komm­an­dør­inum. Soleiðis vera húsini uttan í stór­an mun tað, tey altíð hava ver­ið, og innan verða tey part­vís merkt av tí bú­ staði, tey vóru í so mong ár, har nøkur av almennu rúm­u­ num vera varðveitt og prýdd við ymiskum frá komm­and­ ør­tíð­ini. Handverkarar, sum ar­ beiða í húsunum Yviri við Strond, eru samdir um, at hetta er eitt fantastiskt hand­verk. Alt er grivið upp kring hús­ini, og lendið er drenað av nýggj­um. Kjallaragólvið er eis­ini tikið upp, og her er lagd­ur gólvhiti – úr jarð­ ar­hita, sum skal hita allan bygn­ing­in. Øll vindeyguni skulu skift­ast, og húsini fáa nýggja tekju. Seinni í ár Tey, sum fara at reka Hav­ grím – Seaside Hotel – siga, at prísurin fyri at búgva her verð­ur á leið hin sami, sum hann er á øðrum hotellum í høv­uðs­staðnum. Væntandi verða eini átta fólk knýtt at hotell­virk­sem­ i­num Yviri við Strond, sum til­s­am­ans fara at telja eini seks ársverk. Miðjað verður eftir, at Hav­grím letur upp seinni í ár, so­leiðis at fyrstu gestirnir kunnu sleppa inn fyri árslok. Tá eigararnir av Havgrím eru tey somu, sum eiga Kaffi­ hús­ið, fara viðskiftafólk hjá hot­el­l­inum Yviri við Strond eisini at fáa ágóðan av hent­ leik­u­num hjá Kaffihúsinum við eitt nú fundarhøli og øðr­ um. Tey fýra, sum eiga Hotel Havgrím, sum hotellið í Kommandørhúsinum fer at eita: Chris Ørvarodd, Beinta Rasmussen, Lis Eklund í Niðristovu og Johan í Niðristovu Havgrím við hav og fjøru Lis Eklund í Niðristovu greiðir frá. Fv.: Eyðun Eliasen, arkitektur, Beinta Rasmussen, Johan í Niðristovu og Chris Ørvarodd Nýggja hotellið Yviri við Strond fær navnið Havgrím – Seaside Hotel. Aftan fyri Lis Eklund í Niðristovu stendur Beinta Rasmussen