Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LANDSSJÚKRAHÚSIÐ FINGIÐ FLEIRI NÝGGJAR SERLÆKNAR Nám gevur teknirøðina út eftir áheitan frá fólka­kirkj­ uni í sambandi við, at 500 ár eru liðin siðan reformatiónin tók seg upp. Dann Vinther hevur um­ sett og upprunahøvundar eru Johannes Saurer og Ul­ rike Albers. Günter Schuch­ ardt hevði søguligu við­ gerð­ina um hendi, og týska upprunaheitið er “Mart­in Luther – ein Mönch ver­ ändert die Welt” (2016). Teknirøðin knýtur seg til temasíðuna um Luther á undirvísingarportalinum Snar. Teknirøðin telur 32 blaðsíður og fæst í bóka­búð­ un­um fyri 98 krónur. Í teknirøðini verður spurt, hvat er so serligt við Martini Luth­er, sum ger at vit enn tosa um hann 500 ár seinni? Sagt verður millum ann­ að, at sum ein heilt van­lig­ ur, ungur munkur varn­að­ist hann, at okkurt var full­komi­ liga galið við tí almáttugu kirkj­uni. Martin Luther setti lív­ ið í váða fyri sína trúgv, nokt­aði at víkja fyri hægstu myndugleikunum og helt á við at fylgja síni sam­vitsku. Hann slóðaði fyri átrún­að­ ar­lig­um frælsi og eggjaði til aktiva mótstøðu ímóti følsk­ um uppáhaldum. Hóast hann ikki var eitt lýta­leyst menn­iskja, skapti hans­ara djarva mótstøða ímóti mynd­ug­leik­un­um grund­ar­lag fyri tí frælsa lív­ in­um, sum vit í dag kunnu njóta. Teknirøðin byrjar við hes­ um orðum: Nevnir tú trúbótina, so slepst ikki undan navn­in­um Martin Luther. Men, eins og í øllum øðrum stór­um broyt­ ing­um, ella reformatiónum, høvdu djørv vinfólk eis­ini avgerandi leiklutir. Phi­lipp Melanchthon er, sam­an við Martin Luther, høv­uðs­per­ són­urin handan trú­bót­ina. Georg Spalatin dugir at ávirka avgerðirnar hjá prins­ un­um. Justus Jonas er ein holl­u­r stuðul hjá Lutheri. Jo­hannes Bugenhagen er skrifta­faðir og ein góður vin­ur hjá Lutheri. Og vit mugu sjálvandi ikki gloyma konuna, Katharinu von Bora, sum tekur sær av hús­ ar­hald­inum og pen­inga­við­ ur­skiftunum. Áki Bertholdsen   Johnny í Grótinum, stjóri á Lands­sjúkrahúsinum, sig­ur, at í seinastuni hevur Lands­ sjúkrahúsið fingið ein hjart­ a­lækna afturat, soleiðis at teir nú eru tríggir í tali. Ný­ setti hjartalæknin er Jan Jó­ ann­es­ar­son, Hann er longu byrj­að­ur.  Somuleiðis er Marita av Stein­um sett í starv sum ser­ lækni í lungnasjúkum. Tað starv­ið hevur verið ómannað síð­ani Jón á Steig fór úr starv­ið fyri nógvum árum síð­ani, so tað er ein ógvuliga kær­komin starvssetan, sigur sjúkra­hússtjórin. Samstundis hava tey eis­ ini lýst eftir serlækna í gikt. Johnny í Grótinum sigur, at skikk­aðir umsøkjarar eru til starv­ið og í næstum verða sam­røður við umsøkjararnar. Hann væntar fyri vist, at tað starv­ið verður sett beint eftir summ­ar­frítíðina. Og harafturat eru tveir serlæknar í psykatri eis­ini settir í starv á Lands­sjúkra­ hús­inum. Eisini tað er ein ógvu­liga kærkomin styrkur, tí har hevur Tórmóður Stórá ver­ið einsamallur í starvi.  Miriam Rasmussen er ann­ar psyki­at­ar­in, sum nú er sett­ur í starv og eftir summ­ ar­feri­una byrja so ein aft­ur­ at. Á fíggjarlógini fyri í ár varð ein serliga pulja upp á fimm milliónir krónur sett­ ar av, sum varð markað til at seta fleiri serlæknar í starv, og Johnny í Grótinum sig­ ur, at hon hevur munað. Tað hevur eisini munað, at sátt­ mála­við­ur­skiftini eru broytt, so­leið­is at serlæknar kunnu verða sáttmálasettir, tí ikki allir vilja vera tænastumenn og tað var ein fortreyt fyri onkr­ari starvssetan, at teir kundu vera sáttmálasettir. Martin Luther – munkurin sum broytti heimin Útgávan ”Martin Luther – munkurin, sum broytti heimin” er teknirøð at brúka í kristni og søgu í 6., 7. og 8. flokki. Fleiri nýggir serlæknar hava nú bjóðað seg fram til at taka við starvi á Landssjúkrahúsinum.