Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-27, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. juni 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 28. juni 2017 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pedagogar og hjálparfólk til barnagarðin Korndalsgarð á Eiði Vit søkja eftir pedagogum og hjálparfólkum at starvast 30 ella 35 tímar um vikuna. Størvini verða sett frá 7. august 2017. Størvini eru í barnagarðinum, og tú skalt eftir tørvi hjálpa til á øðrum stovum. Tú mást tola broytingar í starvinum. Í Korndalsgarði eru 5 stovur, 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovur og ein frítíðarstova. Stovnurin er opin frá kl. 7.00 til kl. 17.00. Vit hava góðar umstøður bæði uttandura og innandura. Okkara ynski er at: • Tú hevur góð samstarvsevni • Tú ert álítandi • Tú hevur áræði at geva børnunum avbjóðingar í gerandisdegnum • Tú vilt vera við til at mynda og menna okkara pedagogiska arbeiði á stovninum • Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og ert nærverandi • Tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við viðring og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum • Tú hevur teldukunnleika á byrjunarstøði Lønar- og setunarviðurskifti: Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya kommunala arbeiðsgevarafelag og fylgir lønarstigunum frá 2 til 19 Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juli 2017 og sendast til Korndalsgarður, Foravegur 11, 470 Eiði ella á korndalsgardur@eidi.fo Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til stovnsleiðaran Jensinu Magnussen á tlf. 767500 ella varaleiðaran Karina Eidesgaard á tlf. 740410 Dagstovnurin Korndalsgarður Foravegur 11, 470 Eiði, tlf. 473588 og 210588 Dagstovnurin Lítlifløttur á Strondum, søkir námsfrøðingar Søkt verður eftir trimum námsfrøðingum at arbeiða 30 - 40 tímar um vikuna, at byrja 14. august 2017. Søkt verður eisini eftir einum námsfrøðingi 24 tímar um vikuna. Talan er um eitt farloyvisstarv í Frítíðarstovuni frá 14. august 2017 til 30. juni 2018. Vit ynskja • at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing fyri tí einstaka barninum • at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • at tær dámar væl at vera úti og sært møguleikar og avbjóðingar, sum eru í nærumhvørvinum • at tú verður við til at mynda og menna okkara námsfrøðiliga umhvørvið Vit kunnu bjóða eitt sjálvstøðugt og áhugavert starv á einum stovni, har tú saman við tínum starvsfeløgum, ert við til at byggja upp eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi. Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Sóleyð Debes Joensen, leiðara, á tlf. 232747 ella Bjørg Olsen, varaleiðara, á tlf. 747929 Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 5. juli 2017, kl. 12 og sendast til: Dagstovnurin Lítlifløttur Fløtuvegur 82 490 Strendur Ella sum teldupost á: litliflottur@sjovarkommuna.fo Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 31.10.2016 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum fyri Sunda kommunu. Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Oyrarbakki og Oyri: Broytingin umfatar part av matr. nr.77a, 77b, 76, 1a, 75, 74a, 73a, 70, 68a og 63b, ið eru omanfyri Oyrarbakkaveg og partur av matr.nr. 137a og 138a, ið er J, landbúnaðarøki verða broytt til B, bústaðarøki. Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð Frá týsdegnum 27. juni 2017 til fríggjadagin 21. juli 2017 báðir dagarnir íroknaðir Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 17. august 2017. Oyrarbakki tann 27. juni 2017 Sunda kommuna KUNNGERÐ um broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn