Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 30. juni 2017 Meðan uttanríkisráðharri okkara reik­ar útí í stóru verð við kokki og sang­ar­indu at vinna okkum frí­hand­ il, arbeiðið Løgtingið við at fáa út­ lendi­ngar úr føroyskari fiskivinnu At stórpolitikkur nú er komin upp í málið um at fáa útlendingar út úr fiskivinnuni í Før­oyum er uttan iva tekin um, at virðini eru sera stór og virðismikil, sum útlendingar eiga í Føroyum – og at inntøkan er sera stór, sum teir vinna úr tilfeinginum hjá fólkinum í Før­oyum – tað sum sambært lógini eitur »fóks­ins ogn«. Uttan iva eru føroyskir strámenn, sum eisini tjena nógvar pengar upp á sítt ­virk­ semi. Men tá tað er sagt, so er tað kanska ikki so ein­falt bara at siga, at nú skulu før­oy­ing­ ar yv­irtaka øll virðini, sum út­lend­ing­ar eiga. Latið okkum siga, at hetta kostar eina milli­ard krónur – ella kanska tvær ella tríggj­ar. Hvaðani skulu pengarnir koma frá, um føroyingar skulu keypa tað, sum út­lend­ ingar eiga? Og hvussu stóru eru virð­ini, tá útlendingarnir bara kunnu selja til før­oy­ ing­ar? Ein annar stórur spurningur er, hvussu hesi kanska trongdskygdu sjónarmið sam­ pakka við altjóða handilsskap. Í hes­um døgum reikar uttanríkisráðharri okk­ara úti í stóru verð við gourmet-kokki og sang­ arindu. Hann hevur eitt nú vitjað »keis­aran« í Kina við vón um at fáa í lag frí­hand­il millum heimsins størstu tjóð og okkara lítlu tjóð? Hvat siga kinverjar til frí­handil við føroyingar, um kinesarar fáa dura­fjórð­ing­in, um teir váða sær upp í føroyskt vinnu­virk­ semi á sjónum? Og hvat fer ES at siga, tá føroyingar aft­ur koma at biða um fríhandil, tá vit ikki vilja hava nakran útlending at eiga fiski­vinnu­ virk­semi í Føroyum? Tí er hetta ikki einfalt, og helst er held­ur ikki semja í samgonguni um hetta. Løg­ mað­ur hevur so ofta havt á munni, at »ein meiri­luti í samgongu vil hetta«. Hvat liggur í tí? Er tað ein meiriluti í samgonguni, sum ræður í Løgtinginum, ella er tað bara tí, at løg­mað­ur sjálvur ikki er heilt samdur við teim­um, sum ynskja útlendingar har piparið grør? Neyvan eru allar súðir syftar í hesum máli, sum eftir ætlan skal greiðast í næstu viku – so tingfólk sleppa í summarfrí... Formaður lær­ar­anna undr­ast á, at Menta­mál­ a­ráð­ið lýsir av nýggjum eft­ir skúlastjóra til Skúl­an á Fløtum. Hann spyr, hví 10 umsóknir ikki er nóg mikið. Hann vísir eisini á, at tað kemur fyri av og á, at myndugleikar lýsa al­menn størv av nýggjum, tá ov fáir umsøkjarar eru. – Men at lýsa skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum leyst av nýggjum, tá 10 umsøkjarar eru, kann ikki sigast av vera annað enn sera óvanligt og undrunarvert, sigur hann og leggur afturat, at Lær­ar­a­felagið og nógvir limir tess standa spyrj­andi, hvat er veruliga orsøkin til, at søkt verð­ur av nýggjum. Hetta vita vit á síðu 2 sjálvandi ikki at svara, men vit gita, at tey í Mentamálaráðnum hava vig­að teir 10 umsøkararnar og funnið allar ov lætt­ar til starvið. Mentamálaráðið vil hava onkr­an annan, sum ikki er mill­um hesi 10, til stjóra, gita vit. Útlendskir pengar úr fiskivinnuni MMR hevur funn­ið 10 um­ søkjarar ov lættar Stjórin á fløtum Les eisini blaðið á telefonini Uppbygging ikki útbygging... Høgni Djurhuus baksíðan Gazet eisini ser­ frøð­ingur í skor­ dýrum Siðsøga síða 26-27 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Sólborg Dulavík Argir Eingin missir nakað fyri tað, um samkynd fáa borgarlig rættindi Í Sosialinum tann 7. juni er ein samrøða við Bill Just­inussen um samkynd hjúna­lag. Bill tekur stóran til og sigur: »Hettar er størsti ó­sig­urin hjá Føroya fólki nakr­an­tíð og leggur afturat at seinasta orðið er ikki sagt enn«. Eg kenni meg sum ein av teimum, hann nevnir Føroya fólk, og eg eri skelkað av hesi útsøgn – og enn minni samd við Bill. Eg dugi ikki at síggja, at eg missi nakað sum helst, nú tey samkyntu – langt um leingi – hava fingið lógligan rætt at giftast. Víðari í samrøðuni spáar Bill um líkt og ólíkt sum kemur í kjalarvørrin av hesi avgerð – hvørt ljóðari enn annað. Tað skal standa fyri hansara egnu rokning. Ein ungur maður var spurdur, hví hann var samdur við tey samkyndu og svaraði hann: »Eg unni teimum somu rættindi sum eg havi fingið«. Betri kann tað ikki sigast. Eri skelkað av Bill Justinussen Tey tváa sær óført í Tjóðveldi í hesum døg­um. Petur í Gong, sum er formaður í að­ al­stjórnini hjá Tjóðveldi, sigur, at málið um dup­ultandatið hjá Magna Arge er eitt keð­i­ ligt mál fyri flokkin. Men smoykir sær undan við at siga, at fólkavald suveren á sínum sess­um – og tí fáa aðalstjórnin og flokkurin einki gjørt, um Magni Arge tekur sætið í báð­ um støðum. Gomorin lyftisbrot! »Eitt vallyftið er givið, og tað fær man ikki broytt. Hetta er tó ikki nakað sum aðal­ stjórn­in hevur ávirkan á, so tað má verða mill­um teirra, sum ráða í flokkinum«, sigur Petur í Gong. Haleluja! Hann sigur eisini, at hann skilir avgerðina hjá Magna Arge, tí hann er eisini valdur í Før­ oy­um og vil røkja sín sess her heima eisini. Hipp hipp hurra! Og so kemur tað besta: »Hetta er blivin ein tekniskur spurningur. Fólkatingið er ikki saman í løtuni, og tí er einki hjá Magna Arge at fáa farloyvi frá, og spurningurin er tí, um hvør skal halda feriu frá Fólkatinginum«, sigur Petur í Gong. Tað er ikki bara at kalla seg sjálvan reinan og penan – og so fara út at dálka seg. Tí tørvar flokkinum sterkan lút í hesum døgum. Tey tváa sínar hendur