Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. juni 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. JUNI 2017 SOSIALURIN 75 32 BAKSÍÐAN MYND: HEINESEN MYNDIR Uppbygging ikki útbygging Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Í skjúrtuni, sum eg eri í, stendur, at tey hava gjørt dygd­ar­ klæði síðani 1993. 1993, tað var næst­an í gjár. Tað er einki at reypa av. Jú, kortini, tí alt er relativt, alt vald­ast. Um hundr­að og fýra ár fer onkur, ikki eg sjálv­andi, at síggja í sín­ari skjúrtu, at tey hava gjørt dygd­ar­ klæði síðani 1993, í 128 ár. Og so er annað níst í láti­pípuni. Tað tykist eitt sindur láturligt, tá fyritøkur siga, at tær hava framleitt síðani 1900 og seint, ella síðani 2000 og okkurt. Hatta vit dygdini er altíð skemt, sama, nær framleiðslan byrjaði. Um tað var í steinøldini, ella tað var í gjár. Men, sum skrivað, um nógv ár, fer 1900 og seint at vekja ans. Hetta er so gomul framleiðsla, at hon má vera góð. Tað er hon so ikki altíð, verri enn so. Men alt valdast. Alt er relativt. Eis­ini lík­telj­ ing­in í fjølmiðlunum. Og fín­teljingin nakrar dag­ar seinni. Alt er relativt, alt er treyt­að av onkrum. Eisini lík. Tvey og tvey eru ikki altíð fimm, við­hvørt eru tvey og tvey fýra. Tað veldst um, hvør roknar og leggur sam­an. Spyrt tú 11 fólk um okk­ urt, fært tú 13 svar. Ella bara eitt svar. Ella einki, sum kann brúk­ast. Havnin stríð­ist við eina koloni hjá sær sjálvari um eina havn. Bardagin er grótharður. Kúg­an­in er steinrunnin. Einasta loysn er at gevast við at bora Streym­oy­ar­meg­ in. Bara bora úr Eyst­ur­oynni. Har, við Skálafjørðin, tola tey at síggja grót, tá tey hendingaferð skeita út gjøgnum køksvindeygað. Tey vildu heldur ikki síggja Skansa­bryggj­una í Havn, kaffilatte­ brig­ad­an. Eitt grønt uppskot var at byggja hana, ja, í Kaldbaksfirði. Men Skansin helt, og nú vita fólk í Havn, at hann er har, Skansin. Minnisvarðin, nú vit skriva um hjá­land og kúgan. Fólk vita nú eisini, at ein á eitur Sundsá. Tað visti annars eingin. Til helvitis við øllum framburði. Hann er ikki relativur. Hann er bara oyðileggjandi. Vit eiga mold og eyr og sand, bara ikki grót, sum vit plaga at syngja, tá lagið er gott, ella relativt gott. Stuttligt at spæla sær við, alt hatta rela­tiva. Tað skal valdast, segði fólka­valdi, sum ikki slapp í summ­ar­ frí úr mjørkanum við Tinghúsvegin út í mjørkan á Tinghúsvegnum. 1993. Tað var eitt ár við kreppu, minnist meg rætt. Men latið 2017 verða árið, sum øll fara at tosa um við gleði og vátum eygum og minn­ ast um hundrað og fýra ár. 2017 var árið, tá útbygging og fram­burður í Føroyum steðgaðu. Tá sjálvt grótið fekk frið. Tá náttúran og umhvørvið endiliga fingu frið. Grót er umhvørvi. Tá vit ásannaðu, at sama, hvar grótið verður lagt í Havnar komm­ unu, fara fólk at mótmæla. Bústaðarneyð, gamaní, men fyri at sleppa undan henni, noyðast vit at byggja uppeftir, oman á tað, sum longu er bygt. Tí annars gera vit okkum inn á náttúruna og um­ hvørv­ið. Tað síggi eg hvønn dag úr stovuvindeyganum. Ein trøð, nátt­úra, verður karvað upp og løgd und­ir grót. Har er, ella var, ein lítil á. Hvussu nógv síl eru ikki deyð har? Og annað lív farið fyri skeytið? Kravið er: steðgið allari útbygging og farið undir uppbygging. Tað er at byggja uppeftir. Men ansið eftir fugl­un­um og flugunum og luftini. Um hundrað og fýra ár fara rættir bleyt­ir menn í skjúrtum frá 1993 at tosa um 2017, uppi á 24.hædd. Síggja tit nátt­úruna har niðri? Vit byggja land uppeftir. Annars ver­ð­ur einki umhvørvi um hundrað og fýra ár. Ófødda barnið hevur fastan bú­ stað í níggju mánaðir, har niðri. Lutfalsliga treytað, sæð í ávisum høpi. Alt valdast. Ikki ber til at byggja land við gróti. Men alt ber til við romantikki við píli uppeftir. ÁRNI GREGERSEN Øll samfeløg hava brúk fyri íverksetarum. Føroyar er ikki so illa fyri í so máta. Annars høvdu vit ikki eitt so framkomið samfelag.  Vinnur er ymiskar, summar meir váðakendar enn aðrar. Tann mest váðakenda er og hevur verið fiskiskapur. Lukkutíð eru tó menn, sum veruliga hava trúð uppá, at tað nokk skal fara at ganga. Lósu í Dimmu um Ossa. Gott at hava fleiri tílíkar. Sjálv um oftast hevur gingið illa, so fer hesin íløguhugur oftast í arv til eftirkomararnar.  Men fleiri av hesum familjum, hava kastað handklæði í ringin. Eru farin úr hesi váðafullu vinnu. Av gomlum reiðarafamiljum kunnu nevnast. Axel Hansen, Gregersen í Gøtu, Hvannasundbrøðurnir, Dahl Vági, Mortensen og Thomsen á Tvøroyri og fleiri. Til dømis eru ongi skip  í gomlum fiskivinnubygdum sum Sandi og Sørvági. Nei, menn er farnir inn á grynri vatn. Tað var ov stórur vági. Men felags fyri allar hesar er, at teir eru í øðrum vinnum á landi. Havi spurt onkran um teir fóru aftur í fiskivunnuna um møguleikin vísti seg, men svarið er tað  sama. Handan tíðin er farin. Ov váðafult. Men, enn eru nakrir í troyta sjógvin. Onkrir av hesum hava eisin forvunnið pening. Eru hesir menn ikki gull verdir, ið hava hildið á.. Klakkur, synirnir hjá Vilhelm keyptu Klakk á tvingsilssølu, um somu tíð sum Ossi gekk langar túrar í Havn og gruplaði. Sjálvt Løgmaður var við í byrjanini. Líggjas og Betuel hava verið við til at broyta línuvinnuna, so har er eisini peningur at vinna.  Í 1987 tóku 13 mans í Gøtu saman og bygdu Trónd í Gøtu. Sum púra vanligt er í skiparakstri, so gekk ikki sum kalkylan á exel rokniarkinum segði. Støðan var so vánlig, at Tróndur var av panthavara svínabundin í Hirtshals. Søgur ganga í Gøtu, at menn á miðara nátt stjólu sítt egna skip. Alt bleiv gjørt fyri at koma víðari. Manningarnar fóru niður í hýru og eigarirnir sett hús og heim í veð fyri at koma víðari.  Kreppan var djúp. Um 5.000 fólk fóru av landinum. Teir, ið valdu at keypa skip og loysa aftur í hesum árum, burdu fingið eina stóra viðurkenning.  At vit nú hava eiytt Løgting, sum hevur sett sær fyri at býta virðini í samfelagnum øðrvísi, er ein veruleiki ein má fyrihalda seg til. Vinningurin í pørtum av vinnuni er so ógvusligur, at øll javnvág í samfelagnum fer av lagi. Tí er onki at undrast yvir, at politiska skipanin vaknar og fer at hyggja eftir teimum skipanum vit hava. Sjálvur vænti eg, at tá ið skipanin sum arbeitt verður við nú, fer at virka, so vera broytinganar ikki so ógvusligar, sum onkr roynir at mála tær. Fiskurin skal framvegis fiskast, landið skal hava sítt íkast, manninganar fáa hýra og helst verður møguligt at fáa eitt sindur at leypa av hjá fyritøkunum. Gamla skipanin er farin av lagi. Hon má broytast. Spurningurin er bert, hvussu vit gera tað og um hetta er rættasti mátin. Vit mugu fyrihalda okkum til, at tað ikki er frítt hjá øllum at fiska. Tí mugu reglur gerast. Helst fer onkuir at missa eitt sindur, meðan onkur annar fær part í ríkidøminum. Soleiðis er politikkur. Tey, sum fáa flestu atkvøðurnar á einum vali eru meirlutin. Og tey bestemma. Eg meini tað.    Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Høgni Djurhuus