mánadagur 3. juli 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
tíðindi síða 8
Soleiðis
upplivdi
Johan
Fámara
Tíðindi síða 9
Allir
trolbátar
til fiski
skap
Næstu dagarnar síggja vit avleið
ingarnar av, at Bjørn Kalsø, tá
verandi landsstýrismaður, í 2007
segði upp øll veiðiloyvi at fara úr
gildi 1. januar í 2018.
Hetta var ein semja í samgonguni
millum Sambandsflokkin, Javnað
arflokkin og Fólkaflokkin.
Líka síðani hava vit hoyrt polit
ikarar tosa um, hvussu stóran týdn
ing tað hevur at finna eina nýggja
skipan – og hvussu stóran týdning
tað hevur, at hetta verður gjørt í
góðari tíð, so vinnan kann umstilla
seg.
Til hetta kunnu vit siga, at pol
itikarar í kór hava dumpað so tað
stendur eftir í.
Eftir øllum at døma eru hesir
tríggir flokkarnir, sum vóru samdir
um at siga upp verandi skipan, so
ósamdir nú, at teir skriva hvør
sítt álit í vinnunevndini. Tað tykir
ikki, sum um nakrir av teimum
fýra stóru flokkunum á tingi eru
heilt samdir. Samgongan hevur
tó funnið eina semja – og hóast
Fólkaflokkurin og Sambandsflokk
urin eru ósamdir, so er okkurt sum
bendir á, at teir kanska finna eina
neyðsemju um álitið í vinnunevnd
ini, men tað er als ikki vist.
Orðaskiftið um hetta málið
hevur verið drúgvt, men tað er
á sera lágum støði – og at hoyra
framstandandi politikarar kjakast
í miðlunum minnir mest um ein
barnagarðsflokk, sum klandrast.
Sera lítið konstruktivt kemur
burtur úr. Uppskotið hjá landsstýr
ismanninum í fiskivinnumálum
hevur fingið sera harða viðferð, og
atfinningarnar eru nógvar.
Men tú hevur ilt við at hoyra
nøkur verulig alternativ frá krit
isku røddunum. Tað mest ítøkiliga
í so máta er boðskapurin frá Fólka
flokkinum um at lata gomlu skipan
standa, har teir, sum fáa, framvegis
fáa.
Vit kunnu bara staðfesta, at pol
itiska skipanin higartil hevur brúkt
9 ár, 6 mánaðir og tríggjar dagar
av teimum 10 árunum til tað, sum
skuldi fremjast í góðari tíð – og at
einki enn er broytt. Eingin kann
siga vinnua ringa fyri ikki at hava
álit á eini politiskari skipan, sum
arbeiðir so illa og so knortlut.
Orðatakið sigur, at »mangur sig
ur frá Ólavi kongi, og hevur ikki
sæð hann«.
Soleiðis kennist tað hjá okkum
at viðmerkja støðuna í morgun,
áðrenn vit hava sæð álitini úr
vinnunevnd Løgtingsins – sum
helst eru almenn, tá blaðið er á gøt
uni. Men vit kunnu bara vóna tað
besta – og at okkara kosnu menn og
kvinnur fara at gera sítt ítarsta, so
vit fáa eina góða nýskipan, sum er
til gangs fyri land og fólk – og ikki
minst fyri vinnuna eisini!
politiskt drál á høgum støði
Sølan av nýggj
um akførum
stendur so at
siga í stað. Men
sølan av persón
bilum er minkað
við 62 bilum
Tað vísa nýggjastu hagtølini
hjá Akstovuni, sum eru fyri
fyrstu seks mánaðirnar í ár.
Fyrra hálvár í ár vórðu
seldir sjey færri bilar enn
sama tíðarskeið í fjør. Har
við kann staðfestast, at stóri
vøksturin í søluni av nýggj
um bilum, sum hevur verið í
fleiri ár, nú hevur javnað seg.
Fyrra hálvár í ár vórðu
seldir tilsamans 1.457 akfør í
mun til 1464 sama tíðarskeið
í fjør. Tað er ein minking við
7 akførum, ella 0,48 prosent
um.
Og tá vit tosa um sølu av
akførum, so er nógv tann
størsti parturin persónbil
arnir. Fyrr hálvaár í ár vórðu
seldir 1.051 nýggir persónbil
ar. Talið í fjør var 1.113. Tað er
ein afturgongd upp á 62 bilar
ella 5,6 prosent.
Men vøkstur er tó á
summum økjum. Eitt nú eru
seldir 44 fleiri vøruvognar
fyrra hálvár í ár í mun til í
fjør. Í ár eru seldir 193 vøru
vognar í mun til 149 fyrra
hálvaár í fjør. Tað er ein
vøkstur upp á 30 prosent.
Í ár eru seldar 32 nýggjar
motorsúkklur. Tað eru 290
fleiri enn sama tíðarskeið í
fjør, ella ein vøkstur upp á
167 prosent.
Seldu 62 persónbilar
færri fyrra hálvár
Higartil eru brúkt 9 ár,
6 mánaðir og 3 dagar...
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Toyota er enn sum áður á fyrsta plássið við mest seldum
bilum fyrra hálvár í ár – tá seldir vóru 185 Toyotabilar. Nr. 2
var Citroen við 164 og nr. 3 var Volkswagen við 161 bilum
Stóri vøksturin í ferða
fólkatalinum heldur fram.
Í juni var vøksturin 24,6
prosent í mun til juni í
2016. Hetta merkir, at 36.657
ferðafólk komu og fóru um
vegis Vága Floghavn í juni í
ár, í mun til 29.422 í fjør.
Higartil í ár eru tilsamans
149.272 fólk komin og farin
umvegis flogvøllin. Hetta er
ein samlaður vøkstur á 13,3
prosent ella gott 18.000 fleiri
enn somu tíð í fjør.
– Tað sær út til, at føroysk
ferðavinna veruliga hevur
fingið sítt gjøgnumbrot í ár.
Miðvísa arbeiðið hjá serliga
Visit Faroe Islands, hevur
borið ávøkstur. Tað ljóðar, at
matstovurnar, útferðarveit
arar og undirveitarar hava
ovmikið at gera, og nú sær út
til at hotellini hava ilt við at
fylgja við eftirspurninginum.
Tað ljóðar eisini, at hotellini
í miðstaðarøkinum meira
ella minni hava útselt í allan
juni, juli og august. Tað
kann verða ein forðing fyri
framhaldandi menning og
vøkstri, um ikki útboðið av
hotellum og gistingarhúsum
í
miðstaðarøkinum
gerst
størri, sigur Jákup Sverri
Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Útboðið
av
flogferða
seðlum
ímillum
Føroyar
og Europa hevur ongantíð
verður størri enn tað er í
løtuni, og Vága Floghavn
roynir at menna umstøð
urnar við flogvøllin fyri
at fylgja við vøkstrinum á
ferðafólkatalinum.
Ferðafólkatalið
heldur á at seta met
Nr. 1
Nr. 2
Nr. 3