mánadagur 3. juli 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. juli 2017 · Nr. 76
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Brann við Gilla Rólantssyni
á vøllinum allan dystin tók
ikki av møguleikanum at
leggja seg einsamalt á odda
í Elitserien, tá ið Vålerenga
í gjár var á vitjan í Ber
gen. Dysturin endaði við
0-0-javnleiki. Gilli spældi í
vinstru har frammi. Javn
leikurin merkir, at Rosen
borg í kvøld í dystinum ímóti
Kristiansund kann leggja seg
fýra stig fremst í Elitserien.
Hesin dysturin byrjar kl.18.00.
Viljormur
Davidsen
og
liðfelagarnir
í
Vejle
royndu seg fríggjadagin í
venjingardysti ímóti Esbjerg,
sum júst er flutt úr Super
liguni og niður í næstbestu
donsku deildina. Dysturin
endaði við 5-1 stórsigri til Es
bjerg eftir at hálvleiksstøð
an annars var javnleikur 1-1.
Viljormur Davidsen spældi
fyrra hálvleik á vinstra
bakki, og tað var ikki fyrr
enn seinastu 20 minuttirnar,
at tey fýra sigursgevandi
málini hjá Esbjerg rapaðu
inn. Málið hjá Vejle skeyt
miðvallarin Kim Elgaard.
Vejle hevur júst fingið
nýggjan venjara. Talan er um
51 ára gamla italiamannin,
Adolfo Sormani, sum áður
hevur verið ungdómsvenj
ari í stórfeløgum so sum
Juventus og Napoli. Okk
urt bendir á, at hann hevur
vrakað Viljorm sum liðskip
ara. Í øllum førum var Jac
ob Schoop liðskiparin, tá ið
Vejle fríggjadagin spældi
venjingardyst ímóti Esbjerg.
Føroyski
vinstrabakkurin
hevur eitt ár eftir av sátt
málanum við Vejle, har hann
hevur spælt síðani 2013.
Jóan Símun Edmundsson
spældi fyrra hálvleik, tá ið
hann og liðfelagarnir í OB
leygardagin spældi venjing
ardyst ímóti týska Holstein
Kiel. Dysturin endaði við
2-0-sigri til týska liðið. Jóan
Símun spældi í høgru síðu,
og á liðnum var eisini nýggi
áleyparin, Nicklas Helenius.
At kalla alt OB-liðið varð
útskift í hálvleikssteðginum.
Fyrsti Superliga-dysturin hjá
OB í nýggja kappingarárinum
verður spældur um tvær
vikur á heimavølli ímóti FC
Nordsjælland.
Týskland, við einum hópi
av eykaleikarum, vann í gjár
kvøldið Confederations Cup
eftir 1-0-finalusigur ímóti
Kili. Sigursmálið skeyt Lars
Stindl tá ið 20 minuttir vóru
spældir. Fyri fáum døgum
síðani vann Týskland eisini
U21-HM, so sigast má, at
Týskland er ógvuliga væl
fyri í landsliðsfótbólti, nú
teir eisini hava sett seg á
trónuna í Confederations
Cup, har Brasil annars hevur
vunnið
seinastu
tríggjar
ferðirnar.
Í bronsudystinum í Con
federations
Cup
hittust
Portugal og Meksiko. Hetta
gjørdist ein undirhaldandi
dystur við nógvum mál
møguleikum. Andre Silva
misnýtti
brotsspark
fyri
Portugal í fyrra hálvleiki, og
tíggju minuttir eftir steðgin
legði Meksiko seg á odda 1-0
eftir eitt sjálvmál frá Luis
Neto. Pepe fekk javnað fyri
Portugal í evstu løtu, og so
var neyðugt við longdari
leiktíð. Portugal fekk aftur
eitt brotsspark, og hesaferð
varð tikið av møguleikanum.
Tað var Adrien Silva, ið setti
tað í netið til 2-1 til Portugal.
Nelsinho og Raúl Jimenez
hjá ávikavist Portugal og
Meksiko vórðu báðir riknir
av vølli í longdu leiktíðini,
men hetta gjørdist seinasta
rokið í dystinum, sum Portu
gal vann 2-1 og harvið fekk
bronsuna.
Jay Rodríguez skiftir úr
Southampton til West Brom
wich. Tað vátta tey bæði
Premier League-feløgini á
heimasíðum teirra. 27 ára
gamli
vongleikarin,
sum
hevur fingið ein dyst á enska
landsliðnum, hevur verið illa
darvaður av skaðum. Hann
roynir nú at finna sær meiri
regluliga spælitíð í West
Bromwich eftir at hann í fjør
skeyt fimm mál í 24 dystum
fyri Southampton. Partarnir
hava skrivað undir ein fýra
ára sáttmála.
HONDBÓLTUR
Tað er nú kastað lut um
hvørji lið skulu hittast í
Champions League í kom
andi kappingarári. Teir fýra
bólkarnir í EHF VELUX
Champions League síggja
soleiðis út:
A: FC Barcelona (Spania)
– HC Vardar (Makedonia)
– Rhein-Neckar Löwen
(Týskland) – HC Prvo
Zagreb (Kroatia) – Wisla
Plock (Pólland) – MOL-Pick
Szeged (Ungarn) – IFK
Kristianstad (Svøríki) – HBC
Nantes (Frakland)
B: Telekom Veszprem
(Ungarn) – Vive Kielce
(Pólland) – Paris Saint-
Germain (Frakland)
– Aalborg Håndbold
(Danmark) – Meshkov
Brest (Frakland) – RK Celje
(Slovenia) – SG Flensburg-
Handwitt (Týskland) – THW
Kiel (Týskland)
C: Abanca Ademar Leon
(Spania) – Skjern Håndbold
(Danmark) – Rk Gorenje
Velenje (Slovenia) –
Kadetten Schaffhausen
(Sveis) – Dinamo Bucuresti
– (Rumenia) – Elverum
Handball (Noreg)
D: HC Metalurg
(Makedonia) – HC Motor
Zaporozhye (Ukreina) –
Montpellier (Frakland)
– Besiktas (Turkaland)
– Chekhovskie Medvedi
(Russland) – vinnari av
undankappingini
SÚKKLING
Stóra søguríka súkklukapp
ingin, Tour de France, byrjaði
leygardagin. Á fyrsta tein
inum, sum var ein einkult
startur, vann Geraint Thomas
frá Team Sky heldur óvænt
að. Stórfavoritturin at vinna
samlaðu kappingina, Chris
Froome (Team Sky), legði
ein hálvan minutt til teir
nærmastu
kappingarneyt
arnar. Á øðrum teininum,
sum varð súkklaður í gjár,
vann týski sprintarin, Marcel
Kittel (Quick-Step Floors).
Í samlaðu kappingini er
Geraint Thomas fremstur,
fimm sekund frammanfyri
sveisiska Stefan Küng (BMC
Racing Team). Tour de France
verður í ár súkklað fyri 104.
ferð, og tað eru sum vant 21
teinar, ið skulu súkklast.
Team Sky var púra sann
førandi á fyrsta teininum við
at hava fýra súkklarar ímill
um teir fremstu átta. Franski
serfrøðingurin,
Frederic
Grappe, sum arbeiðir fyri
franska
súkkluliðið
FDJ,
leggur Team Sky undir at
hava brúkt ólógligar súkklu
draktir. Hann metir, at tær
høvdu sokallaðar luftlumm
ar, ið góvu draktini meiri
aerodynamikk. Fyrimunurin
var sambært honum áleið
5%, sum svarar til 18 til 25 sek
und. Ítróttarstjórin hjá Team
Sky, Nicolas Portal, vísir
skuldsetingunum aftur. Hann
vísir á, at onnur lið koyra við
sama klædnatilfari, og at
fyriskipararnir av kappingini
hava góðtikið øll klæðini.
FARA NÚ Í GONGD AFTUR
Donsku liðini leggja seinastu hendurnar á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, og um
vikuskiftið hava bæði Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen verið í dysti.