Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77 MIKUDAGSBLAÐIÐ Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað var væntandi, at løgmaður fult og heilt, fór at reinsa Høgna Hoy­ dal, lands­stýrismann í fiski­vinnu­ mál­um fyri skuld­set­ing­arnar um at hava framt brot á § 5 í løg­tings­lóg­ ina um lands­stýr­is­manna­ábyrgd. Tað kann væl vera, at løg­mað­ ur hevur púra rætt og er kom­in ta røttu niðurstøðuna í kann­ing­ar­ar­ beiði sínum. Men tað er ikki tí, at vit siga, at »tað var væntandi...« Tað er meira tí, at løgmenn reinsa altíð sín­ar lands­stýrismenn í slíkum mál­um. Og tá misálit verður reist í­móti lands­stýr­is­monnum, so verða tey altíð reist av and­støðuni – og tá er tað altíð eitt politiskt spæl fyri gallarínum. Tí er hetta ein rættiliga marg­ hátt­lig­ur máti, sum politiska skip­an okkara brúkar at viðgera møgu­liga brot og mistøk, sum lands­stýrisfólk fremja. Gamaní verða gjørdi feilir við­ hvørt, og onkuntíð verða kann­ing­ arstjórar settir at kanna em­bæt­is­ førslu hjá lands­stýr­is­fólkum. Tað skal vera rætt­vísi, verður sagt. Hettta eru sera dýrar kann­ing­ ar, tí tað kostar milliónir til ad­vo­ kat­út­reiðslur at kanna ein lands­ stýr­is­mann. Men í síðsta enda eru tað pol­it­ ik­ar­arnir sjálvir, sum døma. Teir, sum sita á valdinum. Í dag eru tað ting­fólkini úr Javnaðarflokki, Tjóð­veldi og Framsókn – og Sonja. Og tey tíma valla at gera sær pol­it­iska arbeiði trupult við at koyra formannin í Tjóðveldi úr Fiski­málaráðnum. Andstøðan er neyvan nøgd. Tí andstøður tevja altíð blóð, tá ein lands­stýr­ismaður er komin er kom­in í óføri ella á onkran hátt er hótt­ur og kanska kann fellast fyri brot á embætisførslu sína. Og Høgni Hoydal er í so máta eitt lætt off­ur, tí fáur hevur verið so kritiskur sum hann í slíkum mál­ um – tá onnur sótu við ábyrgd. Tí kunnu vit rokna við, at and­ støð­an á tingfundinum í dag fer at reisa mis­ál­itisuppskot á Høgna Hoydal. Og tað verður ikki gjørt, tí tey vænta, at samgongan fer at fella Høgna Hoydal. Tað verð­ ur gjørt, tí tað kann skaða mál­ið »Uppskot til løg­tings­lóg um fyr­i­ sit­ing av sjó­feingi« – fiskivinnuný­ skipanin, sum skal til aðru viðgerð í Løgtinginum í dag. So kann andstøðan koyra enn meira á samgonguna, sum dugir so illa at planleggja politiska arbeiði, at tey næstan verða noydd at ar­ beiða líka til ólavsøku. Politikararnir í samgongu fáa eitt takk fyri seinast – og so er aft­ ur ein dagur í løgtinginum, har barna­lótirnar eru í hásæti. Land­ið fær púrt einki burturúr, og held­ ur ikki fólkið í Føroyum – og pol­ it­iska støðið verður hildið niðri í díkinum. Var væntandi, tí løgmenn reinsa altíð síni lands­stýris­fólk ALT ER SUM TAÐ PLAGAR Jógvan í Skorini langar eftir Tjóðveld S. 8 Stríðið á LSH heldur fram S. 9 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Nógv svart gull er eftir í Norð­ sjón­um Roknað verður við, at tað eru tríggjar milliardir tunnur av olju, harav helmingurin kann útvinnanst her og nú sam­ bært langtíðarætlan. Danmark hevur bara tik­ ið um helmingin av teirri olju og gassi upp, sum er í und­ir­ grundini. Tað vísir tann nýggja norð­sjóv­ar­langt­íð­ar­ætl­an­ in, har kannað hev­ur ver­ið, hvussu Danmark kann fáa sum mest burtur úr tilfeingi sín­um. Og her kanst tú frætta meira: – Olju- og gass­fram­leiðsl­ an úr danska partinum av Norð­sjón­um hevur stór­an týd­n­ing fyri danska bú­skap­ in. – Síðani fyrsta oljan varð fram­leidd í 1972 og fram til 2015 eru fleiri enn 3,8 mill­i­ ard­ir tunnur av olju og gassi tik­in í land. – Tað hevur givið danska stats­kass­anum eitt íkast upp á umleið 415 milliardir krónur. – Men framleiðslan er far­ in niður í helvt síðani 2004, tá hon var upp á tað mesta. – Vinnan heldur, at um­ leið 15.000 fólk starvst í olju­ ídn­að­i­num. – Danmark er einast út­ flyt­ari av olju og gassi í ES. – Tað skulu gerast stórar íløg­ur í undirstøðukervi í Norð­sjón­um, tí ein partur treingir til viðlíkahald, með­ an aðrir partar treingja til end­ur­nýggj­an sambært lang­tíð­ar­ætl­anini. Bara helmingurin av teim­um trim­um milliardum tunn­um í Norðsjónum kann fá­ast uppvið núverandi tøkni. – Sabærat lang­tíð­ar­æt­ an­ini skal tí mennast nýggj tøkni, um restin av oljuni skal fáast upp. Hendan tøkn­ in fer at gera, at meira fæst burt­ur­úr, – Harumframt er nógv olja í smá­um fundum, sum ikki loysir seg at fara eftir. – Seinastu árini hevur økt­ur framleiðslukostnaður og fallandi oljuprísir lækka vinn­ingin niður á 1,5 milli­ ard­ir krónur. Sambært útrokningum hjá vinnu­fel­ags­skapinum Ol­ie Gas Dan­mark fær ríkis­ kassin 238 milliardir burt­ur­ úr, um besta ætlanin verður fylgd. Kelda: Den nye nordsøstrategi: "Frem­ tid­ens olie og gassektor i Danmark". /ritzau/ Framvegis milliardir tunnur av svørtum gulli eftir í Danmark Ágóðin frá stór­steypa­dyst­ i­num í fótbólti ger, at Te­am Rynkeby Føroyar hev­ur nýggja og dagførda sam­skift­is­út­gerð á ársins súkkluferð til París Fríggjanáttina setur Team Rynk­e­by Føroyar kós í­móti París, og við á ferðini hesa­ferð eru 44 súkklarar og 11 hjálp­ ar­fólk, sum á henda hátt eru við til at savna inn pengar til krabba­meins­rakt børn og fam­ ilj­ur teirra. Tá føroysku súkklararnir sam­an við næstan 1.600 øðr­um súkklarum á 37 øðrum lið­um fara undir tann stívliga 1200 km langa teinin, er sam­skifti inn­anhýsis millum súkklar­ar­ nar av allarstørsta týdningi, so øll vita av hvørjumøðrum og tað ber til at halda saman upp á stóra súkkluliðið. Útgerðin trongdi undan ferð­ini í ár til útskifting og dag­før­ing, og tí gjørdi Lions Club í Før­oyum av, at ágóðin frá árs­ins stór­steypadysti í fót­bólti skuldi fara til Team Rynke­by Før­oyar, so neyðugu íløg­ur­nøar í sam­skift­is­út­gerð­ ina kundu gerast. Á fundi í Lions Club her­fyri vóru Finn Danberg og Alfred Hummeland frá Team Rynk­e­ by Føroyar og tóku ímóti ein­ um kekki upp á 39.000 krónur, ið Gunn­ar Streymoy frá Lions Club hand­aði teimum. Har greiddu Finn og Alfred frá týdn­inginum av at hava røttu út­gerðina til samskifti á ferð­ini, og samstundis takkaðu teir fyri gávuna og søgdu seg nú hava fingið møguleikan at binda um heilan fingur, so alt sam­skifti kann ganga fyri seg á besta hátt. Ferðin hjá Team Rynkeby byrj­ar longu fyrrapartin hós­ dagin í Klaksvík, og síðani verð­ur súkklað yvir til Leir­ vík­ar, út á Toftir, norður til Streym­nes­ar og síðani suð­ur til Havnar. Haðani fer lið­ið fríggja­náttina klokkan hálvg­ um fýra til Danmarkar við Norr­önu, og nakað eftir mið­ dag leyg­ar­dagin byrjar so tann langi tein­urin til París. Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Finn Danberg og Alfred Humme­ land frá Team Rynke­by Føroyar taka ímóti teim­um 39.000 krónunum, ið Gunnar Streymoy vegna Lions Club Føroyar handaði Lions stuðlar Rynkeby