Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juli 2017 · Nr. 77 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Líkt er til, at eldsbrunin um­ borð á Vesturland 7. januar kort­ini endar í rættinum. Fiski­mannafelagið skuld­ set­ir reiðaríið fyri ikki at hava hildið sínar skyldur mót­vegis manningini síðani elds­brunan. - Onkrir hava fingið okk­ urt, men langt frá tað, sum teir eiga sambært sjó­lóg­ ini. Nógv tann størri part­ ur­in er eftir at gjalda út til manningina, sigur Jan Højgaard, formaður í Før­ oya Fiskimannafelag. Tal­an er um manningina á Vestur­ land, sum blivu upp­sagd­ir í staðin fyri at fáa tað løn, sum lógin tryggjar teimum í sambandi við havarí eftir eldsbrunan í januar. 10. mans vóru við Vestur­ land, tá eldur kom í skip­ið. Yvirmenninir vóru før­oy­ ingar, men dekkararnir vóru úr Litava, Lettlandi og Filips­ oyggjunum. - Reiðaríið hevur ikki hild­ ið sínar skyldur, ikki í hesum føri­num, ei heldur nøkrum øðr­um førum. Eg havi skriv­ að avtalur við teir síðani 2007, men teir hava ongantíð hildið avtalurnar, sigur Jan Høj­gaard, formaður. Hava rætt til løn og trygging Hóast tað nú eru seks mán­ að­ir síðani Vesturland brann á Føroya Banka, hevur mann­ingin ikki fingið sítt. Part­ur av manningini, sum Miðla­húsið hevur tosað við, váttar, at teir fingu trygg­ ingargjaldið útgoldið, men einki meiri. Sjólógin sigur, at manningin hevur rætt til løn í tveir mánaðir, um­framt at fáa sínar ognir endur­ rindaðar sambært trygg­ ingini. Minsta trygg­ingar­út­gjald­ ið sambært lógini er góð­ar 18.000 krónur, og er hetta upphæddin, sum mann­ingin fekk útgoldið. Hvørki mann­ ingin ella mann­ingarfeløgini eru tó nøgd við hetta. - Sjólógin sigur, at ogn­ ir­nar hjá manningini skulu vera nøktandi tryggjaðar. Tað meta vit ikki, hon hev­ ur verið, um teir ein­ans fáa 18.000 krónur í trygg­ingar­ gjaldið. Menninir hava bæði teldu og fartelefon við sær, kanska teldil eisini, og longu tá nærkast við teim­um 18.000 krónunum. Tek­ur tú so amboð og klæðir aftur­at, hava allir virði fyri væl yvir 18.000 krónur við sær um­ borð, sigur Jan Højgaard, for­ maður í Føroya Fiski­manna­ felag. Miðlahúsið skilir, at tá ein tíð var farin, byrjaðu nakrir av manningini at tosa um, at teir máttu sleppa í ALS og tí máttu sigast upp. Reiðaríið rind­aði teimum tá 20.000 krón­ur í uppsagnarløn og segði teir úr starvi. - Hetta er als ikki í sam­ svar við sáttmálan mill­um reiðarí­ið og mann­ing­ar­ feløg­ini. Sjólógin sigur, at mann­ing­in hevur rætt til løn í minst tveir mánaðir, með­an sáttmálin sigur í tríggj­ar mánaðir. Tí hava vit nú tikið stig til at føra málið í rættarskipanini, sigur Jan Høj­gaard. Ynskir strangari eftirlit Hetta er ikki einasta ósemjan sum er millum mann­ingar­ feløg­ini og Thor. Umframt mál­ið við Vesturland hava mann­ingarfeløgini eisini hart­að Thor fyri ikki at halda sátt­málan við manningina um­borð á Hoyvík. Hann heldur, at tíð­in er kom­in, at ein eftir­lits­ myndug­leiki verður settur á stovn til at halda eftirlit við, um sáttmálar verða hildnir. - Tað ber ikki til, at mann­ ingarfeløgini altíð skulu standa einsamøll í stríðn­um. Tað er keðiligt, at myndug­ leik­arnir ikki kunnu vera ein við­spælari í slíkum málum, tí reiðararnir vísa seg ikki at hava stórvegis virðing fyri okk­um. Í hesum førinum er enn­tá talan um lógarbrot og ikki bara sáttmálabrot. Tí haldi eg, at Skipaeftirlitið ella Fiskiveiðueftirlitið eiga at átaka sær hesa uppgávuna eisini, sigur hann. Jan Højgaard vil vera við, at útlendingarnir umborð á Vestur­land fingu enn verri við­ferð. Teir vóru settir eftir før­oyskum sáttmála, men tá arbeiðs­pláss teirra brendi, var einki eftir til teirra í Før­ oy­um. - Nakrir teirra fingu eisi­ni tær 18.000 krónurnar í hond­ ina, men eg havi eisini verið í samband við onkrar, sum bara hava fingið smápengar, áðrenn teir vórðu sendir víðari, sigur Jan Højgaard. Tað var 7. januar, at eld­ur kyknaði umborð á Vestur­ land, meðan teir vóru til fiski­skap á Føroya Banka. Eld­urin kyknaði frammi und­ir bakkanum, men breid­di seg skjótt um alt skip­ið. 10 mans vóru við skipi­num, men teir vórðu allir bjargaðir av skipinum við tyrlu. Vesturland bleiv kol­aður upp. Síðst í mai al­ mannakunngjørdi Sjó­vinnu­ stýrið kanningina av eldi­ num. Skaðanevndin segði, at ikki bar til at siga við vissu, hví eldur kom í skipið. VESTURLAND ENDAR Í RÆTTINUM Reiðaríið hevur ikki hildið sínar skyldur mótvegis manningini síðani eldsbrunan í januar, sigur Fiskimannafelagið. – Allir fingu tilboð um at halda fram í reiðarínum, sigur stjórin Mynd:; Carsten Fonsdal Mikkelsen Mynd:; Carsten Fonsdal Mikkelsen ELDUR Hetta er ein heksajakt móti okkum frá Fisk­i­ manna­felagnum, sigur Hans Andrias Kelduberg, stjóri í Thor. Mær vitandi, fingu allir menn­inir bjóðað starv og fleiri teirra hava verið í star­vi hjá okkum aftur. So eg kenni ikki til hendan trupu­lleikan, sigur Hans Andrias Kelduberg. - Tað eru samráðingar mill­um partarnar um, hvus­su hetta skal loysast til tað besta fyri allar part­ ar. Men manningin hev­ur fingið tað, sum teir hava rætt til, sigur stjórin. - Hava menninir so fing­ ið tveir mánaðir løn, sum sjólógin sigur, at teir hava rætt til? - Teir hava allir fingið tilboð um annað starv, sig­ur Hans Andrias Keldu­ berg. Hans Andrias Keldu­ berg váttar, at onkrir av mann­ingini fingu upp­ sagnar­bræv og 20.000 krón­ur. - Tað var mest hjálp til sjálvhjálp. Hetta vóru menn, sum ikki høv­du hug at halda á í reiðarí­num og tí hildu vit, at vit skuldu vera rímiligir. Teir fingu jú tilboð um at halda fram, so tað var teirra avgerð at gevast. Tí vóru teir sum so ikki upp­sagdir, men søgdu seg sjálvar úr starvi, sigur hann. - Eg haldi, at hetta er ein heksajakt frá Fiski­manna­ felagnum móti okk­um. Eg vænti, at um mál­ið endar í rættinum, so verða teir noyddir at rinda pengarnar aftur, sigur Hans Andrias Keldu­berg, stjóri í Thor. Allir fingu tilboð um at halda fram