Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Jenis av Rana mælti mikudagin til, at løgtingið setur ein kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal og málið um veiðiloyvini hjá línuskipum, sum vórðu latin uppsjóvarskipum. Útvarpið veit at siga, at andstøðan stendur saman um kanningarstjóran.  Tað krevjast 14 atkvøður fyri at seta ein kanningarstjóra. Tað er tingformaðurin, sum setur kanningarstjóran. Hesin plagar at vera ein óheftur løgfrøðingur.  Kringvarpið sigur, at arbeiðssetningurin er skrivaður. Andstøðan vil kannað embætisførsluna hjá Høgna Hoydal sum heild, og serliga málið um veiðiloyvini hjá línuskipum, sum vórðu latin uppisjóvarskip. Eitt mál, sum elvdi til mikið alment rok fyri stuttum. Løgmaður bað um eina frágreiðing frá Høgna Hoydal og hevur síðani sagt, at hann ikki metir landsstýrismannin hava misrøkt sínar skyldur sum landsstýrismaður.  7. JULI 2017 – Ofta etur hundur tað hann havnar. Soleiðis sigur orðatakið, sum hóskar so væl til »uppruddingarsamgonguna«, sum skuldi fáa skil og virðing aftur í føroyskan poli­tikk eftir stýrið hjá Jørgeni og Kaj Leo. Men sjáldan hevur ruðuleikin ver­ið størri, og sjáldan hevur politiskt ar­beið­i ver­ið so nógv av handahógvi merkt, sum seinastu mánaðirnar – og sum miku­dagin kom á hámarkið, tá samgongan datt sundur í lím­ ing­ini. Løgmaður og landsstýrisfólk eru uttan­ lands, tá størsta avgerðin í mannaminni skal takast. Ein avgerð, sum hevur verið ring fáa semju um. Ein avgerð, sum fýra aðrar sam­ gong­ur galant hava lopið um – væl vitandi um, at tann, sum situr á valdinum í 2017, sleppur at taka ta óbehagiligu avgerðina. Tí er tað eisini út av lagið margháttligt tekin um atgerðarloysi ella vánaligt ar­beiðs­ lag – ella fyri at siga tað akkurát sum tað er, fullkomiliga óseriøst, at løgtingsformaðurin knall­ar til og sparkar uppskotið aftur har, sum tað byrjaði. Og tá bæði Høgni Hoydal og løg­mað­ur bara standa gapandi, yppa øksl og siga, at formaðurin gjørdi nokk rætt, so bleiktrar óseriøsiteturin. Vit skrivaðu á hesum stað mikudagin, at barnalótirnar fóru at vera í hásæti, tá and­ støð­an fór at leggja fram misálitisuppskot á Høgna Hoydal. So fór allur dagurin at ganga við einum barnsligum orðaskifti, sum bara hevur til endamáls at órógva Løg­ting­ ið soleiðis, at viðgerðin av upp­skot­inum um fiski­vinnu­nýskipanina kundi ó­rógv­ast sum mest. Men tað var als ikki neyð­ugt hjá andstøðuni at spæla hund, tí sam­gongan hevði sín egna hund. Avgerðin hjá løgtingsformanninum miku­ dag­in verður helst lagnan hjá samgonguni. Ikki bara hendan nýskipanin verður jólatrøll. Hetta málið fer at órógva alt heystið. Tað fer at gera, at uppskotið um stórnarskipan fer í ommu sína. Tað ber ikki til bæði at avgreiða fiskivinnunýskipanina og stjórnarskipanina upp á smáar tríggjar mánaðir í heyst. Tí er greitt, at tað verður eingin fólkaatkvøða á flagg­degi komandi ár. Pensjónsnýskipanin stendur longri afturi í røð­ini, so hon verður helst eisini jólatrøll og kem­ur ikki í gildi næsta ár. Tá komandi ár er liðið er aftur valár, og so byrjar alt av nýggjum. Vit kunnu sjálvandi øll vóna, at pol­i­tikarar nú bretta upp ermar, taka saman hendur og gera sítt ítarsta fyri at finna bestu loysnina fyri land og fólk. Men vit hava ilt við at trúgva tí. Samgongan er fullkomni ruðuleikin Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Nú skal Høgni Hoydal kannast Mikumorgunin samtykti løgtingið uppskot um at gera føroyskt teknmál til eitt viðurkent føroyskt mál. – Tað at teknmál fær eitt náturligt pláss í Málráðnum, í mun til málrøkt, menning og verju, er eitt stórt frambrot, sigur Christina Johannesen, ráðgevi, vegna Deyvafelag Føroya. Í Føroyum eru tað eini 20 - 25 fólk, sum brúka teknmál regluliga umframt teirra avvarðandi og tey, sum arbeiða við tí. Deyvafelag Føroya hevur saman við Felagnum fyri Hoyribrekað og Meginfelag teirra, ið bera brek, arbeitt fram ímóti hesum degi, síðani Málráðið bleiv sett á stovn. Tað vóru 15 uppskotsstillarar úr øllum flokkum á tingi, sum løgdu uppskotið fyri tingið 15. mai. – Tað er sera jaligt, at uppskotsstillararnir komu úr øllum flokkum, og at Deyvafelag Føroya, saman við øðrum, fekk høvi til at verða hoyrd í Mentanarnevnd Løgtingsins, sigur hon. Vónin hjá Deyvafelag Føroya er, at føroyskt teknmál nú fer at hava sín nátúrliga rætt í almenna rúminum og í føroyska samfelagnum sum heild. – Vit vænta, at atkoma til mál og samskifti verður ein viðurkendur rættur hjá teknmálsbrúkarum, og at hesin rættur verður staðfestur í øllum viðkomandi lógarverkum, sigur hon. Virkisøkið hjá Málráðnum verður nú víðkað til eisini at varða av teknmáli og til at savna orð, orðasambond, orðanýtslu, at svara spurningum frá myndugleikum og almenninginum, at skriva um málið og gera vegleiðingar. Teknmál er viðurkent føroyskt mál Les eisini blaðið á telefonini Mást tola eitt sindur av hvørjum Dia Midjord Samrøða síða 6-8 Havt hug at vera kropsliga virkin Jack Højgaard Samrøða síða 18-19