hósdagur 6. juli 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
32
BAKSÍÐAN
ÁRNI GREGERSEN
Summartíðin í Føroyum er løgin.
Partar av vinnuni fara langt
niður í tempo, meðan onnur
arbeiða meira.
Sjálv ferian – tað vil siga frá
tey fyrstu fara í summarfrí til tey
seinastu koma aftur, er ómetaliga
long.
Í hesum tíðarskeiði koyrir
samfelagið meira ella minni
við hálvari ferð, burtursæð frá
ferðavinnuni, sum hevur mest
ferð á um summarið.
Mitt í vikuni hendi ein
syndarlig vanlukka við Saksun, tá
ið tvey útlendsk ferðafólk duttu
oman og annað - ein maður –
doyði.
Okkum so líkt, so gevur
hendingin høvi enn einaferð at
kjakast um ferðavinnuna.
Ferðavinnan er ein vaksandi
vinna um okkara leiðir og eisini
her á landi. Tað hevur eydnast
at fáa nógv fleiri fólk at koma
hendanvegin, men ivasamt er um
vit eru tilreiðar at taka ímóti so
mongum fólkum.
Tað krevst nógv av okkum at
veita neyðugar tænastur á øllum
økjum – eisini í ferðavinnuni.
Her hugsi eg bæði um gistingar,
mat og um at hjálpa fólki sum
koma higar. Sjálvandi skal hettta
– eins og aðrastaðni – gerast fyri
gjald, men tænastan skal vera
klár.
At ssamfelagið hevur eina
summarfrítíð sum er so long, ger,
at vit ikki hava eitt samfelag, sum
riggar gjøgnum alt árið. Tann ljósa
tíðin er annars besta tíðin hjá
fleiri vinnum at arbeiða í.
Her verður hugsað um
byggivinnuna til dømis. Tað er í
hesum døgum best er at arbeiða
uttandura og fáa nógv frá hondini.
Men apropos byggivinnuna.
Hon hevur ómetaliga nógv at gera,
men sum frálíður vísir tað seg, at
hon eisini ger stór mistøk, sum
kosta byggiharrunum nógv.
Í dag vita vit at siga her í
blaðnum um fleiri stórar og
dýrar bygningar hjá Tórshavnar
kommunu, sum bæði eru fongdir
við roti og soppi.
Skal ikki gera meg klókan uppá
hví slíkt hendir, men vit kunnu
staðfesta, at hetta hendir alt ov
ofta. Seinastu árini hava vit mong
dømi um, at tingini ikki eru gjørd
eftir forskriftum og hetta hevur
kostað ómetaligar upphæddir.
Nú er sjálv byggivinnan eitt,
men mær vitandi verða stóraar
upphæddir settar av til eftirlit,
tá ið størri bygningar verða
gjørdir. Viðhvørt hugsi eg við mær
sjálvum: hvat gera tey sum hava
eftirlit?
Skulu tey bert, tá ið arbeiðið
er liðugt siga byggiharranum frá,
at nú eru húsini liðug? Ella skulu
tey ansa eftir at alt verður gjørt á
rættan hátt?
Eg veit ikki, men eg haldi
ikki tað gevur meining, at
ein byggiharri skal gjalda
risaupphæddir fyri eftirlit, um
tað vísir seg, at tá ið bygningurin
stendur liðugur, so er bert stutt
tíð, so er hann byrjaður at rotna
ella er fongdur við soppi.
Tað minnir meg eisini um
nýggju byggireglugerðina, har
onkur hevuyr mist yvirblikkið
og hevur nágreina so langt niður,
at vanlig fólk ikki longur kunnu
gera vanligt viðlíkahald uttan at
tað er góðkent av onkrum alment
settum persóni.
Aftur her haldi eg vit missa
yvirblikk og grava okkum niður
í smálutir, heldur enn at síggja
stóru mnyndina og forða fyri at
stóru mistøkini henda. At lata
almenn sett starvsfólk sita og
taka støðu til um garðurin skal
hava hendan ella handan litin
og at vindeyga í einum vanligum
húsum skulu uppfylla krøv til
útsjónd.
Eg meini tað!
Kundi hugsa mær at vita, hvør
tað er sum skal hava alt hetta
“eftirlit” sum vit hava eina rúgvu
av dømum um, ikki virkar.
Vóni ikki at støðan í hesi vinnu,
sum júst nú hevur nógv um at
vera, er sum onkur tók til:
“Føroyingar duga faktisk ikki
at byggja nakað, sum er størri enn
eini vanlig Norðsetur-hús.”
Ája!
Fyrireikarin Gudmundur
Djurhuus boðar nú frá, at
MíttLand verður hildið á
Femøren á Amager dagarnar 15.
og 16. september.
MíttLand er tónleikatiltak,
sum varð hildið fyrstu ferð í 2013
og serliga er ætlað útisetum í
Danmark. Føroyskir tónleikarar
og sangarar spæla á tiltakinum,
sum eisini bjóðar føroyskan mat
og annað.
MíttLand kunnger 13 føroyskir
sangarar og bólkar til tiltakið.
Tey eru: Alex Bærendsen,
Eyðun Nolsøe, Halleluja Sofus,
Hamradun, HitMenn,Jens Marni
Hansen, Kristina Bærendsen,
Marnar á Lofti, Sámal Ravnsfjall,
Signar í Homrum, Stanley
Samuelsen, Tinganest og Uni
Debes and The Tom Cats.
- Talan er um royndar
sangarar og tónleikarar, ið bæði
eru pallvand og væl umtókt,
so tí kunnu tey, ið koma til
MíttLand, vænta sær nakað av
tí besta, føroyskur sangur og
tónleikur kann bjóða á palli, sigur
Gudmundur Djurhuus, fyrireikari.
Forsølan til MíttLand er byrjað.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
MÍTTLAND
VERÐUR
NÚ AFTUR
UTTANDURA
Eftir at tónleikatiltakið MíttLand
í fjør varð hildið í Amager Bio,
fer tiltakið nú útaftur í fría luft