Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo TÍÐINDI SÍÐA 10-11 Við Brúnna var leygar­ dagin SÍÐA 8-9 Lands­ verk rópar varskó um for­fallið av bygn­ ing­um Tað tykist, sum tað fellir onkrum fyri bróstið, at ferðavinnan er við at menna seg til eina veruliga vinnu, sum kann geva eitt gott íkast til samfelagsbúskapin. Kjak hevur verið seinastu tíð­ ina, bæði um ferðafólk, sum onkur heldur ferðast fyrilitarleyst í nátt­ úr­uni, og um gistingarskipaniar so sum AirBNB, ið leggja hald á íbúð­ ir, sum annars kundu nøkta íbúð­ artørvin í Føroyum. Tað er ein heppin støða fyri Før­oyar, at so nógv ferðafólk velja Føroyar sum ferðamál. Hetta eiga vit at fegnast um og taka av­bjóð­ ing­ina í álvara. Tí tað nýtist als ikki at vera ein trupulleiki. Vit kunnu held­ur kalla tað eina avbjóðing, sum bara skal loysast. Tað er ikki neyðugt at uppfinna tann djúpa borðiskin av nýggjum. Vit kunnu bara hyggja, hvussu onnur lond av loyst avbjóðingina við vaksandi ferðavinnu. Vit kunnu eis­ini hyggja eftir londum, sum ikki hava gjørt nóg mikið fyri at síggja, hvussu vit ikki skulu gera. Hevur bóndin í Saksun trupul­ leik­ar við ferðafólki, sum renna eftir seyðinum, ella órógva ferða­ fólk lundalandið í Mykinesi, so eru hetta avbjóðingar sum kunnu loys­ast uttan tað stóra hóvastákið. At Ferðaráðið ger eitt gott arbeiði, tað eiga vit bara at fegnast um. Tí ja! Vit skulu hava so nógv ferðafólk til Føroya sum gjørligt. Hetta er ein nýggj – ella í øllum førum ein nýggj týðandi – vinna í Føroyum. Hesum eiga vit at gera okkum dælt av. Tí potentialið er stórt í ferðavinnuni, sum væl og virðiliga kann gerast hitt búskaparliga beinið hjá okkum at standa á. Enn hava vit bara fiski- og alivinnuna. Einaferð droymdu vit um oljuna, men tey munnu vera fá, sum halda, at oljuvinna fer at fáa týdning fyri føroyska búskapin. Vit kunnu so bara taka tað sum eitt positivt ískoyti, um tað skuldi komið hartil. Men ferðavinnan er her – og hon er í vøkstri. Ferðavinnan kann eis­ini kasta búskaparliga av sær kring alt landið. Men ferðavinnan má sjálvandi skipast soleiðis, at hon ikki órógvar náttúruna og bygdarlívið í Føroyum á ein negativan hátt. Men ferðavinnan sæst í Føroyum. Skulu vit hava fleiri túsundtals ferðafólk í Før­ oy­um, so síggjast tey, og tað fer at merkja samfelagið. Men fyri tað nýtist tað ikki at vera á ein ringan hátt. Tað er neyðugt, at vit taka sam­an hendur og skipa vinnuna til nýggja veruleikan, at so nógv ferða­fólk javnan vitja í Føroyum, at serlig átøk verða gjørd sum bein­ leiðis eru ætlað útlendingum. FERÐAVINNAN SUM HITT BEINIÐ Sunnudagin varð ein risa stór bumba frá Øðrum ver­ aldarbardaga funnin í eyst­ ur Póllandi, og tað leiddi til, at myndugleikarnir burtur­ fluttu 10.000 fólk. Men tamarhald kom á støð­una rímiliga skjótt, tí bumb­an varð flutt til eitt øki, har hon eftir ætlan skal oyðileggjast. Tað skrivar AP og Ritzau. 60 gøtur í býnum Bialy­ stok vórðu evakueraðar. Bý­ urin er nærhendis markið til Hvítarussland. Fleiri túsund fólk vórðu flutt til skúlar, har tey skuldu bíða, meðan bumban varð flutt. Tað var vandi fyri, at bumban fór at bresta, tá ið hon varð flutt við krana. Men seinnapartin sunnu­ dagin eydnaðist teimum at fáa bumbuna upp og av­ stað og fólk sluppu til hús aftur. Bumban vigar 500 kilo, og er ein týsk TS-500 bumba. Serfrøðingar fingu bumbuna á ein serstakan last­bil og hava tikið støðu til at oyðileggja bumbuna á ein­ um royndarbana. Bumban varð funnin í sam­band við vegarbeiði hós­ dagin. Tað hendir javn­an, at bumbur frá 2. ver­ald­ar­ bardaga koma undan kavi á byggiplássum í Póllandi. /ritzau/AFP Risa bumba frá øðrum veraldarbardaga elvdi til evakuering Ferðavinnan er longu eitt týðandi búskaparligt íkast Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Góður matur, góð ummæli og Michelin-stjørna ger ikki, at trøini vaksa inn í himm­alin. Tað má í øllum før­um Kadeau-matstovan í Danmark ásanna. Kadeau hevur eina mat­ stovu á Bornholm og eina í Keyp­mannahavn, og nú er fíggj­arstøðan í felagnum, sum rekur hesar báðar mat­ stovur, so vánalig, at nýggir pengar mugu skjótast í felagið. Tað veit TV2 at siga. Roknskapurin fyri 2016 vísti eitt hall á meira enn tvær milliónir krónur, og tað hevur sambært grann­skoð­ ara skapt óvissu um fram­ tíð­ina hjá felagnum. Stjórin í Kadeau Holding er tó sannførdur um, at mat­stovurnar fara at halda fram. Hann vísir á, at Kadeau gjørdi stórar íløgur í Keyp­ manna­havn í fjør, og tí varð roknað við halli. - Eg vænti, at vit innan stutta tíð hava avtalu við fleiri íleggjarar, sigur Rasmus Kofoed við TV2. Sangarin Lukas Graham hev­ur áður sett pengar í Kadeau. Kend Michelin- matstova leitar eftir pengum