Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80 MIKUDAGSBLAÐIÐ Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ágangandi átøk eru blivin til frið­ ar­ligar fráboðanir. Felags­skap­ur­in Sea Shepherd legði í 2014 og 2015 so stórt trýst á føroyingar í sam­bandi við grindadrápi, sum felags­skap­ur­ in ongantíð áður hevur gjørt, men nú hevur Sea Shepherd hildið seg burtur úr Føroyum tvey ár á rað. Sea Shepherd hevur seinastu tvey árini valt onnur átøk fram um grindadrápið, og mótstøðan ímóti grindadrápi hevur bert verið á sæð á sosialum miðlum, har felagsskapurin roynir at finn­ ast at og fáa fólk upp í teirra part. Eisini vil Sea Shepherd hava ES kommissjónina at ábyrgda Dan­ mark fyri grindadrápið, tí ES direktiv bannar drápi av hvalum. Ein orsøk til, at Sea Shepherd ikki hevur verið í Føroyum tvey summur ár rað, er at grindalógin varð so nógv herd, at tað gjørdist sera trupult hjá Sea Shepherd at koma við fólki og útgerð til Før­ oya, sum tey annars gjørdu í 2014 og 2015. Herda lógin gav myndug­ leik­unum betri amboð til at steðga og fyribyrgja átøkum ímóti grinda­ drápinum, og Sea Shep­herd hevur viðurkent, at nýggju áset­ing­ar­nar gjørdu tað sera trupult hjá teimum at virka í Før­oy­um. Fyri føroyingar merkir hetta heilt greitt, at trýstið á Føroyar í sambandi við grindadrápið er mun­andi linkað, og tað hevur verið nógv friðarligari at drepa grind í Før­oyum seinastu tvey árini. Vit kunnu siga, at fyribils hava føroyingar vunnið grindastríðið við Sea Shepherd, men so leingi sum firðir og strendur verða blóðlitað av grindadrápinum, fara myndirnar at ferðast um heimin, og fólk fara at finnast at. Spurningurin er hvar, hvussu mótmæltini verða, og hvussu ógvulig átøkini verða. Mótmælini uttan úr heimi hava havt tað góðu ávirkan á grinda­ drápið, at føroyingar hava skipað drápið enn betri og eru farnir at brúka betri hóskandi útgerð. Eisini stuðl­ar kravið um grindaskeið upp undir eitt betri dráp. Siga vit, at grindalógin varð við til at steðga ágangandi atburðinum hjá Sea Shepherd – fyri fyrst í øll­ um førum – kunnu vit tó siga, at ein partur av lógini var óneyðugur, og tað var, at fólk vórðu hótt við bál og brandi, um tey ikki boðaðu frá grind. Tað er í lagi, at vit hava eina frá­boðanarskyldu um grind, men at fara hótta fólk við bót fyri ikki at boða frá, var fullkomiliga óneyð­ugt. Vanligt verður boðað frá grind oftari, enn grindaboð eru, og at hótta útlendingar við bót fyri ikki at boða frá var eitt sjálvmál av teim­um stóru. Fyribils hava føroyingar vunnið grindastríðið við Sea Shepherd FRÁ ÁTØKUM TIL FRÁBOÐANIR Rudd­ ingar­ar­ beiðið er umfat­andi SÍÐA 5 Tey ungu er meira virkin í grinda­ drápi SÍÐA 4-5 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Nú tað stundar til ólavsøkuna, er Lions Club Tórshavn farið undir fyrireikingarnar til átjandu ólavsøku­framsýning­ina á rað Eins og tey mongu seinnu árini, verður lista­fram­sýn­ ingin hjá Lions Club Tórs­ havn á ólavsøku aft­ur hesa­ ferð í hugnaligu høl­un­um í Müllers Pakkhúsi, og – enn sum áður – fer allur ágóðin av framsýningini óskerdur til eitt vælgerandi endamál. Í ár verður framsýningin opin frá hósdegnum 27. juli til og við sunnudagin 30. juli, og sum vanligt verður talan um eina sera fjølbroytta og blandaða framsýning, har bæði leik og lærd listafólk sýna fram listaverk síni. Hetta er søluframsýning, so við at keypa eitt listaverk ber til at stuðla einum góðum enda­máli við einum fittum parti av upphæddini. Júst nú er Lions Club Tórs­havn í ferð við at leggja seinastu hond á fyri­reik­ing­ ar­nar til ársins fram­sýning, og í hesum sambandi er nú klárt hjá framsýnarum at gera vart við seg. Hvørt lista­ fólk kann í mesta lagi hava trý listaverk við á fram­sýn­ ing­ini, og freistin at tekna seg til framsýningina er úti fríggja­dagin 21. juli. Listafólk kunnu tekna seg við at brúka tekningarskjalið, ið finst á heimasíðuni lions. fo. Listaverkini, ið skulu við á ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi hesaferð, skulu latast inn sunnudagin 23. juli millum klokkan 18 og 20, og óseld listaverk kunnu heintast aftur sunnukvøldið 30. juli millum klokkan 18.30 og 20. Enn er endalig avgerð ikki tikin um, hvat vælgerandi enda­mál ella felagsskapur skal fáa allan ágóðan av framsýningini hesaferð, men boðað verður frá hesum, so skjótt sum tað er greitt. Lions aftur í Müllers Pakkhúsi Danski myndugleikar hava givið Praveen Satthi loyvi til at koma aftur til Før­ oya. Tað var fyrr í ár, at løg­ reglan bankaði á dyrnar á yogastaðnum í býnum í Havn við boðum um, at yoga­ lær­arin skuldi úr Før­oyum sum skjótast. Tað gjørdist til tógvið stríð millum eigararnir av Yoga&Vælvera og myndug­ leikarnar, men tá ið av­torn­ aði var indiski mað­ur­in noydd­ur at takka fyri seg. Tó so hava tey verið heldur kreativ í tíðini, meðan hann hevur verið í India. Tí um­ vegis Skype hevur hann fram­haldandi undirvíst før­oy­ingum í yoga - við ein­um hjálpara aftrat sær, sum var staddur í Føroyum, með­an hann var at síggja á skíggjanum. Nú kemur hann aftur til Føroya. Mariann Klein Ivansdóttir, eigari av Yoga&Vælvera var í stór­um vanda fyri at missa fyri­tøk­ una, tá ið indiski lærarin varð sendur úr Føroyum, men orsaka av kreativum loysn­ um og yvirberandi kundum er fyritøkan framvegis liv­ andi og klár at taka í móti ind­iska Praveen Satthi aftur. Nú kemur yoga-lærarin aftur til Føroya Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Pravin Satthi sleppur nú aftur til Føroya