Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Stjórin á Landsverk hevur mælt til, at almennenir stovn­ar, sum húsast í bygn­ ingum hjá tí almenna, skulu gjalda húsaleigu. Peningurin sum kemur inn, skal so brúkast til við­ líka­hald av bygningunum og til ný­íløgur. Í politisku skipanini er hendan skipanin viðgjørd leys­liga, men ongin støða er tik­in og onki bendir á at hetta hendir í bræði. – Onki er at ivast í, at hetta er ein góð loysn. Spurn­ ing­urin er bert, hvussu hetta verður skipað og um polit­ iska skipanin tek­ur undir við hesi loysn­ini, sigur Henrik Old, lands­stýris­mað­ur. Byrja í smáum Sjálvt um hesin spurningurin ikki er endaliga viðgjørdur politiskt, so eru royndir gjørd­ar at fáa pening til vega til viðlíkahald. Pening, sum ikki beinleiðis verður sett­ur av á fíggjarlógini. -Júst nú verða royndir gjørd­ar við felagsinnkeypi av olju. Við teimum næstan 250.000 fermetrunum, sum landið situr á, so er talan um nógvar bygningar, sum skulu hitast. Tí eigur tað at loysa seg at keypa oljuna inn felags. Tann peningurin, sum so leypir av kann so brúk­ast til viðlíkahald, sigur lands­ stýris­maðurin. Landsverk mælir til, at farið verður víðari við einari loysn, so peningur fæst til vega til at viðlíkahalda al­ mennu bygningarnar fyri. Landsverk mælir til, at al­mennir stovnar gjalda húsa­leigu til tað almenna, sjálvt um tað almenna sjálvt eig­ur bygninganar. Tann pen­ingurin kann so partvís brúk­ast til viðlíkahald, men eis­ini til at gera nýggjar íløg­ ur fyri. Stovnurin vísir eisini á, at hetta fer at gera kappignina meira javna, tí summir al­ menn­ir stovnur noyðast at leiga frá privaum útleigarum og sjálvir gjalda leigu fyri tað. Trupulleikin í loysnini er, at skal tað almenna hava pen­ing inn frá almennu stovn­unum fyri húsaleigu, so skal eisini ein hægri játtan til stovnarar, so teir hava fíggj­arliga orku til eisini at gjalda húsaleigu. -Hetta er ein spurningur, sum er rættuliga innviklaður og vit hava í veruleikanum ikki viðgjørt hann politiskt enn, sigur Henrik Old. Sjálvur heldur hann, at tað er ein byrjan, at nú verð­ur farið undir at keypa brenni­olju inn gjøgnum ein felag innkeypsportal. -Hin spurningurin er rættu­liga viðkomandi, men hann má fáa eina viðgerð. Eg veit væl, at Landsverk sig­ur, at tørvurin á pengum til viðlíkahald er stórur, men spurn­ingurin er kortini, hvussu stórur partur av tí hevur skund, sigur lands­ stýris­maðurin. Hetta er annars aðru ferð á rað, at Landsverk mælir til eina loysn við leigu fyri brúk av almennum bygningum, men spurningurin hevur enn ikki fingið nakra seriøsa pol­ it­iska viðgerð. Andstøðan krevur nú, at ting­for­ maðurin setir kanningar­stjóra at kanna embætis­førsluna hjá Høgna Hoydal, lands­stýrismanni Andstøðan hevur áður boðað frá tí, men nú er tað gjørt. Eitt skjal við 15 undir­ skrift­um er sent løgtings­ for­mann­inum við áheitan um bein­anvegin at seta ein kann­ing­arstjóra at kanna um Høgni Hoydal, lands­ stýris­maður við fiski­vinnu­ mál­um hevur umsitið sítt máls­økið á lógligan hátt. Andstøðan vil eisini hava at kanningarstjórin kannar, um landsstýrismaðurin hev­ur givið Løgtinginum rætt­ar upplýsingar um flyt­ ing av veiðurættindum frá Helenu til Slættaberg. Í áheitanini til ting­for­ mannin vil andstdøðan eis­ini hava, at leikluturin hjá løgmanni eisini verður kannaður. Kannignarstjórin skal svara hesum spurningum: 1. Hevur lands­stýris­ mað­urin í fiskivinnu­ mál­um Høgni Hoydal við­virkað til at út­ skriva veiðuloyvir, her­undir flyting av veiðu­loyvum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Um­ boðs­manni frá 2014 og/ella sum eru í stríð við galdandi fiski­ vinnulóggávu og/ella hev­ur lands­stýris­mað­ urin verið vitandi um hesi viðurskifti? 2. Hevur Fiski­mála­ráðið undir núverandi lands­ stýrismanni í fiski­ vinnumálum Høgna Hoy­dal viðvirkað til at útskriva veiðuloyvir, her­undir flyting av veiðulovum, sum eru í stríð við niðurstøðu hjá Løgtingsins Um­ boðs­manni frá 2014 og/ella sum eru í stríð við galdandi fiski­ vinnu­lóggávu? 3. Gav Høgni Hoydal, lands­styrismaður Løg­tinginum skeivar ella villeiðandi upp­ lýs­ingar, tá hann á løg­tingsfundi tann 29. maj 2017 upplýsti, at hann einans var gjørd­ur varugur við flyt­ing frá línuskipi til upp­sjóvarskip, sam­ stund­is sum hann undir­strikaði, at tað var Vørn, sum um­sit­ ur hatta í dag og at tað var ein kanning í gongd av hvat ið gong­ur fyri seg har. Landsstyrismaðurin upplýsti, at hann vildi svara, tá hann hevði fingið at vita, hvat gekk fyri seg í Vørn. 4. Hevur lands­stýris­ maðurin í fiski­vinnu­ málum Høgni Hoydal og/ella Fiskimálaráðið hildið seg til galdandi umsitingarligar reglur í samband við ítøkilig boð til Vørn um at taka ávísar konkretar avgerðir, herundir at taka avgerð um aft­ur­ tøku av givnum loyv­ um, hóast hetta máls­ økið er lagt út til Vørn at umsita? 5. Hvør gav boðini um at taka aftur veiðuloyvið hjá Slættaberg og vóru hesi boð lóglig? Í noktandi føri verður kann­ingarstjórin eis­ ini biðin um at greina, hvørja endur­gjalds­ skyldu lands­kassin møgu­liga kann ífalla or­sakað av aftur­tøk­ uni av tilsøgnini til nevnda reiðarí. 6. Hevur lands­stýris­ mað­urin í fiskivinnu­ mál­um í hesum málið um­sitið sítt á málsøki á lógligan og fullgóðan hátt? 7. Hevur løgmaður í hesum máli røkt sína eftirlitsskyldu á full­ góð­an hátt? Áheitanin til ting­for­mannin hevur 15 undirskriftir. Tann einasti frá andstøðuni, sum ikki hevur skrivað undir er Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin. Ongin verulig viðgerð hevur verið av spurninginum um húsaleigu frá almennum stovnum Krevja at kanningarstjóri kannar landsstýrismann POLITISKT OG UMSITINGARLIGA TORFØRT AT KREVJA HÚSALEIGU