Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Eyðun Klakstein Eftir tvey summur við ágang­ andi tiltøkum í Føroyum, er trýstið frá Sea Shepherd nógv linkað og er nú blivið til dagføringar og áheitanir umvegis sosialar miðlar. Soleiðis er støðan tvey ár eftir mest umfatandi her­ ferð­ina ímóti grindadrápi, tá ið Sea Shepherd hevði om­ anfyri fimmti fólk, skip og bátar, útgerð og bilar í Før­ oy­um. Summarið 2015 førdi til fleiri samanbrestir millum akt­ivistar og politistar, hand­ tøkur vórðu gjørdar, og hald varð lagt á bátar hjá Sea Shepherd. Síðani hevur Sea Shep­ herd mótmælt grindadrápi av og á úr størri fjarstøðu, men føroysk grindafólk hava fingið góðan frið at halda grind til kring landið. Svartir búnar Sumrini 2014 og 2015 var før­ oyska grindadrápið í and­ gletti sum ongantíð. Felags­ skap­urin Sea Shepherd førdi umfatandi herferð ímóti grinda­drápinum og hevði hesi bæði árini eina rúgvu av aktivistum í Føroyum, sum stóðu á vakt ymsastaðni kring landið. Svørtu bún­ ar­nir við Sea Shepherd bú­ merk­inum vóru at síggja alla­staðni, og tað kendist sum eitt slag innrás. Sea Shepherd hevði eisini fleiri skip og skjóttgangandi bátar siglandi millum oyggj­ arnar, og førini royndu fleiri ferðir at órógva grinda­ drápið. Samstundis økti løgreglan munandi um sína tilbúgving við fólk og útgerð, og fleiri ferðir vóru samanbrestir mill­um aktivistar og polit­ ist­ar. Sea Shepherd førdi eisini mið­vísa kunningarherferð úr Føroyum, og fleiri kendir sjón­leikarar – millum annað Pamela Anderson – vóru í Føroyum fyri at hjálpa Sea Shep­herd at fáa umtalu í fjølmiðlum kring heimin. Trýstið á Føroyar var størri enn nakrantíð, og løg­tingið samtykti nýggja grinda­lóg, sum gav myndug­ leik­unum víð­fevndar møgu­ leikar at steðga og fyri­byrgja átøkum ímóti grinda­dráp­ um. Tað endaði eisini við, at løgreglan á sumri í 2015 tók fleiri bátar hjá Sea Shep­ herd og handtók fleiri mót­ mælisfólk í sambandi við grinda­dráp. Rættarmál blivu førd ímóti Sea Shepherd, sum misti bátar og fekk stóra bót. Blanda Danmark uppí Grindalógin hevur verið við­virkandi orsøk til, at Sea Shepherd ikki hevur verið í Føroyum við fólki og bát­ um seinastu tvey árini. Sjálv hava tey viðurkent, at tað er blivið truplari at føra herferðir í Føroyum, og tí hava tey í staðin valt at leggja trýst á annan hátt. Hetta skal millum annað gerast við at blanda Dan­ mark upp í grindadrápið. Hollendska deildin hjá Sea Shep­herd hevur biðið ES kommis­sjónina um føra eitt mál ímóti Danmark, tí Dan­mark loyvir og stuðlar ólógi­liga grindadrápinum í Føroyum. 27 ES parla­ ments­limir stuðlaðu áheit­ an­ini hjá Sea Shepherd á ES kommissjónina. Sea Shep­ herd vil vera við, at eitt dir­ ek­tiv hjá ES bannar drápi av hvalum. Hóast Føroyar ikki eru limir í ES, hoyra Før­oyar til Danmark, sum er partur av ES, og tí skal Danmark standa til svars fyri grindadrápið. Hetta mál tekur langa tíð og kennist als ikki so ágangandi ímóti grinda­dráp­ in­um, sum beinleiðis her­ ferð­irnar í Føroyum gjørdu. Varligari kunningarkríggj Sea Shepherd hevur nakrar ferðir í summar umvegis sín­ar sosialu miðlar víst á grinda­dráp í Føroyum, og hóast teirra tóni framvegis kann tykist harður, hava tey biðið síni viðhaldsfólk um ikki at brúka harðligan mál­ burð. Um vikuskiftið skrivaði Sea Shepherd Global soleiðis á sínari Facebook-síðu: - Vit kunnu ikki finnast at blóðuga grindadrápinum, um vit samstundis brúka harð­ lig­an málburð í kjaknum. Minnist til at skriva sivil­is­er­ að­ar viðmerkingar, líka­mikið um tú ert ímóti ella fyri grinda­drápinum. Fólk, sum aftur­vendandi seta seg upp ímóti hesari áheitan verða bannað frá kjakinum. Stóri maðurin í Sea Shep­ herd, Paul Watson, hevur verið rættiliga friðarligur um grindadrápið í longri tíð. Onk­ur hissini viðmerking hevur verið, men hann hev­ ur fyri tað mesta skrivað um aðrar herferðir á sínum Face­book-vanga, har hann vanliga er sera virkin. Paul Watson plagdi fyri tveimum árum síðani næst­ an at hava live-frásøgn frá hvørjum grindadrápi í Før­ oy­um, men soleiðis er als ikki longur. Nú er langt ímill­um viðmerkingarnar hjá leið­ar­ an­um í Sea Shepherd, sum tyk­ist verða meira áhugaður í øðr­um málum. Stóra trýstið, sum Sea Shepherd legði á føroyingar tvey ár á rað, er nógv linkað. Nú er mótstøðan blivin til hissini dagføringar umvegis sosialar miðlar og eitt rættarmál ímóti Danmark í ES-høpi NÚ ER FRIÐUR AT DRE Soleiðs sá tað út, tá ið løgreglan handtók limir í Sea Shepherd á sumri 2015