týsdagur 11. juli 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein leygardag í 1965 komu
tveir fittir dreingir niðan
í Skótahøllina við Havn
ará. Ørindini vóru at lima
seg inn í úlavaliðið hjá SSB.
Dreingirnir vóru Kjartan og
Bjarti Mohr.
Teir vóru sera áhugaðir
frá fyrsta degi, og gingu
upp í skótaarbeiðið við lív
og sál. Kjartani dámdi væl
hugnaligu løturnar framman
fyri eldstaðin í skótahøllini,
tá úlvarnir sungu “enn vit eru
nakað smáir, men vit skulu
roynast væl og í brøgdum
gerast knáir” og aðrar sangir
í skótasangbókini. Bøkurnar
vóru
útseldar,
men
frá
mammubeiggjanum í Hoy
vík fekk Kjartan skjótt fatur
á eini eldri útgávu, sum hann
stoltur vísti fram.
Nakrar mánaðir seinri
skuldu teir eldru úlvarnir
ein vikuskiftistúr til smátt
una við Leynavatn. Nakrar
dagar eftir, at úlvarnir høvdu
fingið boðini um túrin, kom
tann eldhugði Kjartan og
segði, at “babba sigur, at
hann koyra okkum norð
ur”. Sjálvandi tóku vit av
tilboðunum, og leygardagin
eftir koyrdi tann stóri grøni
lastbilurin hjá Skipasmiðjuni
frá Skótahøllini við Havnará.
Sjálvur slapp eg ikki upp
í lastina. Nei, inn í stýrhúsið,
har tann lítli Gunnar eisini
sat. Túrurin bleiv minni
ligur. Vit vóru ikki meira enn
komin niðan “á Oyggj”, tá
Poul fór at greiða frá einum
staði fyri og øðrum eftir. Frá
reiðtúrum og frá náttúru.
Nøvn á fjøllum, dølum og
gilum. Alt festi seg ikki í
minnið, men grundarlagið
fyri staðarnøvnum í Suður
streymoy varð lagt henda
dagin.
Sum skóti gjørdi Kjartan
rættiliga vart við seg í
Tjaldrinum – tí søguligu
patruljuni í 1. liði, sum altíð
kláraði seg væl. Sjálvur var
eg liðleiðari eitt skifti. Longu
tá vísti Kjartan nøkur av
teimum
jaligu
lyndiseyð
kennum, sum vit minnast
hann fyri. Hann var frynt
ligur, blíður, áhugaður, savn
andi, ágrýtin og vísti góðan
kappingaranda, hóast eitt
sindur smæðin.
Nevni skótalívið í hesum
hugleiðingum um Kjartan, tí
hetta frítíðarítriv leggur so
nógv mennandi í beinið hjá
teimum ungu. Skótaarbeiðið
lærir tey at arbeiða í felag og
hjálpast at, mennir sansir,
skapar áhuga fyri náttúruni,
lærir tey ungu at virða og
ferðast í nátturuni, byggir
upp verkligar førleikar, sum
koma til góða á landi og
sjógvi og vinarlag og saman
hald.
Og so lærir skótalívið
tey ungu at taka ábyrgd.
Ein kanning fyri nøkrum
árum síðani vísti, at nógv
ir leiðarar og stjórar innan
vinnulív, fyrisiting, felags
arbeiði og skúla høvdu havt
sínar fyrstu leiðsluroyndir
innan skótaarbeiðið.
Seinri í lívinum tók Kjart
an veruliga ábyrgd – bæði í
fótboltsfelagi hansara B36 –
og innan apoteksverkið, sum
hann myndaði tey seinastu
árini sum landsapotekari.
Á hesum øki hevði hann
– sum tann sjálvbjarging
armaður hann sjálvandi var
– eina hugsjón um, at før
oyska apoteksverkið skuldi
gera heilivág at selja og
útflyta, so ein inntøka fekst
burturúr.
Ætlanin
hevur
verið ein tungur burður, men
stavnhaldið var jaligt, og ein
glotti var fyri framman.
Eitt lyndiseyðkenni hjá
Kjartani,
kappingarandan,
sóu vit eisini, tá hann sum
ungur fór at spæla við B36.
Hann var á liðnum, sum
vann fyrsta og einasta FM-
heitið hjá unglingaliðnum,
og hann spældi eisini í
fremstu deildini. Men tað
stóra arbeiðið legði hann í
felagsarbeiðið, tá hann var
komin heimaftur eftir lesn
aðin – at menna felagið og
at fáa reist húsini saman við
nógvum góðum kreftum.
Sum kassameistari – og for
maður tað eina árið – var
hann við til at byggja B36
upp til tað besta og eitt
tað størsta ítróttarfelagið
í landinum. Hetta var ikki
løtuverk. Har eru nógvir
tímar farnir – á fundum, í
telefon og á ferðum. Vit –
hvítu svørtu – eru honum
sera takksom fyri hetta ar
beiðið.
Í dreingja- og unglinga
árunum
lá
Skipasmiðjan
frammarliga
í
huganum.
-Bleiv tað skipsverkfrøði,
ljóðaði spurningurin, tá vit
Kjartan hittust á heysti í 1974
í Århuus. Hann var komin at
hyggja eftir svágrinum, sum
skuldi leika dyst í Århuus.
-Nei, túu, tað bleiv pharmasi.
Kvøldið saman við Kjartani
og øðrum var hugnaligt.
Mohr-ættin er ein av reið
familjunum – rúttarunum
– í Havnini. Abbin, Kjart
an, var at síggja á rossabaki
nærum
hvønn
sunudag.
Abbabeiggin, Leif, sum so
tignarliga syngur sangin “Eg
saðlaði mær ein hvítan hest
móti vári”, var eisini ofta at
síggja á rossabaki. Tað man
vera fáur, sum hevur riðið so
nógv her í Suðurstreymoy
sum pápin, Poul, eins og
Høgni,
farbróðurin,
ofta
saðlaði
hestin.
Onkuntíð
sást Kjartan á baki, men tað
var ikki fyrr enn seinri, at
Kjartan av álvara varð bitin
av hesum áhuganum at ríða
– at lata gangaran renna um
heiðar, fjøll og dalir.
Eitt er at ríða í Føroyum.
Eitt annað er at ríða í Ís
landi. Minnilig er ferðin
“Yvir Kjøl” í 2002. Hetta
var ein fantastiskur túrur,
mintist Kjartan afturáftur.
Tað sama gera vit onnur.
Vit vóru 25 føroyingar og
sjey íslendingar – við Gisla
sum samskipara og Hreinn
sum leiðsøgumanni – ið
settu kós úr Hestheimum á
Suðurlandinum móti Vind
heimamelum á Skagafirði á
Norðurlandinum. Stórsligin
var rossaflotin við 96 ross
um, sum helt leiðina norð
ureftir í besta veðri í seks
dagar. Sól, dust og mýggja
bitar. Lagið var gott, søgur
nar vóru mangar, og hvørt
kvøld var sangur og gleimur
eftir góða døgurðan hjá
Ástu-beggu. Onkuntíð inni
í fjallakovunum. Onkuntíð
uttanfyri í hesi veldugu
náttúruni við teimum stóru
fløtunum og har einki ljóð
er at hoyra. Kjartan og syst
kynabarnið Mourits settu sín
dám á hesar kvøldsetur við
gittara og sangi. Ein óminni
lig ferð.
Ferðirnar við tí ediliga
gangaranum eru nú á einum
øðrum stað.
Eitt er at ferðast á landi.
Eitt annað er at njóta frí
løtur á sjónum. Varð eitt
sindur ovfarin, tá eg fyrstu
ferð møtti Kjartani í fjørð
inum. Bókstaviliga. Slóðaði
oman gjøgnum fjørðin. Har
lá ein annar bátur á kósini.
Kjartan sjálvur annar sat við
snøri. Steðgaði á. Jú, hetta
er veldugt, lat í honum. Síð
ani sást hann stundum við
bátabrúgvarnar – á veg í
fjørðin ella á veg heim við
fongi. Veiðimannalyndi var
eisini í honum. Hann var fjøl
broyttur, tíbetur.
Saknur er í tí fryntliga
eygnablunkinum,
sum
eyðkendi hann, tá okkurt
skemtiligt skuldi sigast ella
var sagt.
Við norðastu trappu í B36
skýlinum í Gunddadali er
somuleiðis saknur í tí trú
fasta B36-aranum, sum eisini
trúliga ferðaðist við fremsta
liðnum kring landið, líka
mikið um tað gekk væl ella
minni væl.
Góði frændi, hvíl í friði, og
takk fyri tað tú gav landi og
fólki!
Jóhann
Nøkur minnisbrot um Kjartan
-tann fryntliga, fróða og jaliga havnarmannin
NØVN