týsdagur 11. juli 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
12
Sosialurin
Í
dag lendi í Vágum eitt av
størstu altjóða poppnøvn
unum nakrantíð úr Dan
mark.
Heimskenda stjørnuskotið MØ
hevur ongantíð verið í Føroyum
fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at
flúgva skjótt inn og út. Hon gleðir
seg tvørturímóti til at uppliva
føroysku oyggjarnar.
Hesin áhugin er kanska ikki
so løgin, tí útlendskir miðlar eru
vorðnir meiri og meiri bergtiknir
av G! Festivalinum. Og harvið eisini
av Føroya landi. Fyri kortum kom
G! Festivalurin sostatt inn á gitna
listan hjá Condé Nast yvir tey 50
tingini, ið mugu upplivast, meðan
tú enn ert á lívi.
Við sínum 160 milliónum brúk
arum og mongu miðlapallum er
Condé Nast – um ikki hitt størsta
– so avgjørt eitt av heimsins størstu
miðlahúsum. At røkka so víða, utt
an at talan er um dramatiskar
myndir av grindadrápi, er spenn
andi fyri bæði Føroyar og G! Festi
valin.
Ein fortreyt fyri hesum vaks
andi áhuganum er tann, at G! –
eins og føroyski maturin – er ein
forvitnislig blanding av feskum
og røstum. Soleiðis verður eisini í
ár, tá ið víðagitnir tónleikarar sum
Kris Kristofferson og Alphaville
fara á pall, og vit samstundis fáa
møguleikan at uppliva eitt av
størstu og feskastu nøvnunum,
vit hava havt á festivalskrá í Før
oyum seinastu árini. MØ hevur
spælt útseldar konsertir um allan
heimin og hevur vunnið at kalla
alt, sum vinnast kann av heiðurs
lønum í heimlandinum. Tó er
hendan stjørnan so mikið nýggj á
himmalhvarvinum, at ikki øll mun
nu vera heilt greið yvir, hvussu
kend hon longu er vorðin. Hyggja
vit at tølunum, tala tey tó greitt
um hetta: videolagið “Lean On”,
sum hon gjørdi saman við Major
Lazer, er sæð heili 2 milliardir ferð
ir á Youtube, meðan lagið “Final
Song” er spælt 260 milliónir ferðir
á streamingtænastuni Spotify. Úti
í heimi eru fólk samd um, at MØ
er eitt heilt serligt og máttmikið
fyribrigdi. Og tað er kanska hetta
serliga sum ger, at MØ eisini er at
finna á listanum hjá Melanie C
(eisini rópt Sporty Spice) yvir tær
fimm kvinnurnar við mest girl
power.
Mongu spentu fjeppararnir í
Føroyum kunnu fegnast um, at
MØ valdu at koma til Føroya longu
í dag fyri at hyggja nærri at okkara
landi. Tí tað er ikki óhugsandi, at
onkur ber eyga við stjørnuskotið,
áðrenn brakið hóskvøldið á ársins
G! Festivali. Men um fjepparar vilja
tryggja sær, at MØ verður veruleiki,
heldur enn ein teoretiskur møgu
leiki, er kortini bara eitt at gera, og
tað er at pakka taskuna og sleppa
sær til Gøtu hósdagin.
Útlit eru fyri, at MØ fer at gerast
enn størri komandi tíðina. Fram
førslan í Føroyum er partur av eini
tónleikarundferð í Evropa, og hon
arbeiðir eisini við næstu fløguni,
sum kemur út seinni í ár.
MØ spælir hóskvøldið 13. juli á
Gøtusandi.
MØ VIL
SLEPPA AT
UPPLIVA
FØROYAR