Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. juli 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80 18 Sosialurin N ógv vatn er runnið í ánni síðan 80’ini. Tele­fon­boksirnar eru skiftar út við snild­ fon­ir, akslapúturnar eru á leið líka sjáld­samar sum kasettubondini, og pannu­bandið er nakað, sum aftur hoyrir heima á tennisvøllinum. At síggja tónleikarar framføra í ketildrakt er eisini vorðið sjáld­ samt. Tó er hendan tíðin ikki farin meiri enn so, at vit javnan hava hug at leita okkum aftur í 80’ini – til hetta markleysa og næst­an gátuføra tíðarbilið, tá Patrick Swayze var tað hottasta og rækjucocktailurin hitt feskasta upp­finnilsið á jørð. Men har tú eisini mátti bíða samfullar vikur í óvissuni eftir myndunum, sum tú sendi til framkallingar í gulum bræv­bjálvum. Hvussu mangar munnu tær myndirnar ikki vera, sum ongantíð funnu vegin heim aftur úr myrkarúmunum? Hóast hár­ið var nakað, tú permanentaði og setti, meðan tað í dag er nakað, vit klippa, er hendan tíðin heldur ikki meiri farin, enn at hon hevur hug at skína aftur í nútímans klædna­stíli. Og lurtar tú nærri, eru tað ofta 80’ini, sum eru uppá spæl í nú­ tímans tónleiki. 80’ini halda rætt og slætt fast við at vera Forever Young. Einki er tó so serligt - og líka tor­ ført at seta orð á - sum akkurát tær løturnar, tá ið man var har sjálvur: ungur og til staðar, miðskeiðis í eini tíð, sum næstan eingi mørk vildi ken­na. Hetta kvøldið verður ikki neyðugt at leita, sum eftir horvnum myndum, ella leingjast aftur á stongda leið. Tú skalt bara syrgja fyri at finna tínar góðu 80’ara vinir og sandin í Gøtu. – Ja, og so sjálvandi pannu­band­ ið, rouguna og koboltbláu maskaru­ na! Síggjast vit so á sandinum? Ja tað gera vit, tí sandurin, veitst tú, er portr­ið – og Alphaville verður einki minni enn vegurin! Ein livandi legenda Hann er ein av heimsins mest elskaðu sangskrivarum og sangar­ um. Maðurin eitur Kris Kristoffer­ son, og hann kemur at framføra leygar­kvøldið á G! “Har er okkurt erligt í tí einfalda. Tað kennist sum bein­leiðis samskifti við áhoyraran”, for­telur Kris Kristofferson um tað at framføra einsamallur. Talan verður um eina intima solo framførslu við Kristofferson sjálv­um á kassaguitara. Kris Kristofferson, sum hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður, kem­ur annars henda veg fyri at taka sær av løttum saman við før­ oysk­um vinfólkum. Men tá ið hann frætti, at pallurin stendur opin fyri hon­um á G!, lat hann sær ikki hetta siga tvær ferðir, men játtaði alt fyri eitt at spæla. Kris vil tó ikki sjálvur hava løn fyri at spæla, men hevur í staðin valt at lata barnaheiminum lønina í gávu. Kris Kristofferson er føddur í Texas inn í eina hernaðarfamilju. Familj­an flutti til Kalifornia, har Kris las Creative Writing á lærda há­skúlanum Pomona College. Í frí­ tíð­ini boksaði hann í kappingum. Hansara evni vóru so eyðsýnd á lærda háskúlanum, at hann varð inn­limaður í elsta og hægst metta studenta­felagskapinum, Alpha Beta Phi, umframt at vann eitt av heim­sins hægst virdu scholarships til at lesa bókmentur í Oxford í Ong­landi. Tað var her, hann fór at lesa víðari, boksa, spæla rubgy og skriva sangir. Eftir próv­tøku á Oxford fór Kristofferson í herin sum ein ‘Air­ borne Ranger’ tyrlu­ skipari, har hann gjørdist kap­tein­ur. Í 1965 segði hann nei takk til eitt arbeiði sum undirvísari á West Point her­ naðara­kademinum. Við íblástri frá s a n g ­s k r i v a r ­u m sum Willie Nelson og Johnny Cash fór Kris ístaðin til Nashville at roy­na seg sum tón­leikara. “Meðan eg var í herinum, var eg ein av teimum fáu, sum visti hvør Willie Nelson var – fyriuttan vinir hans­ara,” minnist Kris. “Eg plagdi at lurta eftir einum plátuvendara, sum var Willie-fjeppari. Hann spæl­ di sangir hjá Willie og tosaði um hann alla tíðina. Tá ið eg so kom til Nashville var Willie longu ein super­hetja hjá mær. Fyri fýrar sum meg, vóru Johnny Cash og Willie Nelson gudar. Síðani gjørdust Willie og eg bestu vinir. Mín fatan av Willie fór frá at mestsum tilbiðja hann til at varnast, at hann var millum skemtiligastu lortendar, tú kanst ímynda tær.” Eftir at hava strevast í fleiri ár í Nashville, fekk Kris stóra viðgongd í byrjanini av sjeytiárunum. Sangir­ nir “Me and Bobby McGee”, “Help me make it through the night”, “Sunday morning coming down” og “For the good times”, sum allir lógu ovast á hittlistunum, vóru við til at endurskapa sjálvt sangskrivarakynstrið innan coun­try­tónleikin. Í 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listafólk høvdu spælt inn løg, sum Kris hevði skriv­ að. Hansara dugnasemi innan sang­ skriving gjørdi, at hann eisini fekk gongd á yrkisleiðinar sum fram­før­ andi tónleikari og films­sjón­leikari. Kris Kristofferson hevur spælt við í meira enn 70 filmum. Hann vann m.a. ein Golden Globe fyri ‘besti leikari’ fyri sín leiklut í filminum “A star is born”. Kris Kristofferson hevur fingið status sum ein livandi legenda, og mong høvdu helst langtsíðani lagt arbeiðshandskarnar frá sær. Men Kris, sum framvegis er sera kreativur og virkin, gevur sær nærum ikki tíð til at steðga á at anda. Soleiðis koyrir hann fram­ vegis á við konsertum, sangskriving og útgávum. Seinasta útgávan, The Cedar Creek Sessions (2016), er ein dupultútgáva við live upptøkum og fevnir um stóran part av tí besta úr hansara sangskatti. Kris verður stundum lýstur sum ein listamaður fyri listafólk. Hann hevur vunnið tríggjar GRAMMY, giv­ið út 29 plátur, harav tríggjar sam­an við vinunum Johnny Cash, Willy Nelson og Waylon Jennings und­ir navninum Highwaymen. Kris Kristofferson hevur brúkt 30 ár til at spæla konsertir kring allan heim­in. Hesi seinastu árini hevur hann fyri tað mesta framført einsamallur við kassaguitaranum, har sangirnar standa í miðdeplinum. “Tað er okkurt erligt í tí einfalda. Tað kenn­ist sum beinleiðis samskifti við áhoyraran”, fortelur Kris. “Eg havi tað stuttligari saman við bólki­num, men at vera einsamallur er frælsari onkursvegna. Tað er sum at vera ein av teimum gomlu blues­monnunum, púrasta latin úr”, leggur hann afturat. LEYGARKVØLDIÐ KOMA 80’INI TIL FØROYA Leygarkvøldið fara vit ikki bara aftur í 80’ini – tí tá standa 80’ini beint framman fyri okkum. Beint aftaná midnátt fer ein sonn ímynd av 80’ara tónleiki og stíli, nevniliga Alphaville, á pall við løgum sum “Big in Japan” og “Forever Young”