týsdagur 11. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
20
Sosialurin
A
llir sansir eru stimbr
aðir, tá tú fert heim
frá ársins G! Festivali.
Tí tað er av sonnum
ein breið veiftra av upplivingum,
sum bíða gestunum á tí síðsta
festivaldegnum. Her kanst tú
lesa, hvat leygardagurin bjóðar.
Vit spola tíðina fýra dagar
fram. Til seinasta dagin á ársins
G! Festivali. Hetta er stóri dagurin
við minniligu løtunum. Dagurin,
sum er ognaður fólkinum - og ikki
minst samanhaldinum.
Gleð teg til stóru sangløtuna
á Gøtusandi, tá tú, Terji Ras
mussen, Elin Heinesen, Stanley
Samuelsen
og
túsundtals
aðrar
røddir
syngja
við
til Eros, Lívsmynd og Upp á tá.
Gleð teg til føroysku fiska
máltíðina, sum tú kanst njóta á
sandinum seinnapartin, meðan
børnini eru upptikin av at renna
eftir klovnum og sjórænarum.
Her er nakað fyri stór og smá.
Ella ímynda tær løtuna seinni,
tá Kris Kristofferson tekur that
ribbon from your hair, og tú skál
ar hjartaliga for the good times.
Og gleð teg til at sessast við
eini sigar og einum glasi av rom
mi, meðan sólin fer í kav til tón
arnar frá hegnisliga streingja
spælaranum Hernandez.
Tað er hásummar í Føroyum,
og sólin er longu á veg upp aftur
fýra tímar seinni, tá tú leggur
leiðina framvið rútmunum úr
framtíðini, sum Grundin verður
karmur um, inntil tú ikki
orkar meir.
Hesin
dagurin,
samveran
og hetta serstaka huglagið ljóðar
like a melody, sum tú hevur hug
at hoyra umaftur og umaftur.
Og tí nikkar tú sikkurt av øllum
alvi, tá Alphaville syngja um júst
tað at vilja vera forever young –
um ikki annað so er rúm fyri
at droyma í Gøtu í kvøld.
Sjáldsamir møguleikar á G!
Hetta kvøldið fært tú bjóðað at
taka av nøkrum rættiliga sjáld
somum møguleikum. Hetta er
kvøldið - kanska tín einasti
kjansur - at hoyra Teit Lassen
framføra ta plátuna, sum gjørdi
hann
heimskendan
afturi
í
2003. Poetry and Aeroplanes
er framførd kring allan heim í
summar, tá Teitur vendur
heim aftur til Føroya og gevur
føroyingum høvi at lurta við.
Einans á G!
Leygarkvøldið á G! er eisini
einasti kjansurin at uppliva
væluppløgdu dreingirnar úr
Danny & the Veetos í Føroy
um í summar.
Fólksins dagur
Samanhald er virðismikið
í eini tíð, har heimurin
hevur hug at býta seg
upp í bólkar og spjaða seg. Og
hóast G! Festival neyvan loysir
heimskreppur í sjálvum sær, so
leggur serliga leygarkvøldið á
G! upp til, at vit eru saman um
løturnar. Leygardagurin á G! er
fólksins dagur, har vit uttan mun
til tónleikatokki, aldur og upp
runa koma saman og gleðast um
minnini og framtíðina.
LEYGARDAGURIN
OGNAÐUR FÓLKINUM!