týsdagur 11. juli 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dugir tú at arbeiða við tíðarfreistum? Og
vilt tú hava eitt starv við fjølbroyttum og
gevandi arbeiðsuppgávum? So er tað júst
hetta starvið, tú skalt søkja.
Okkum tørvar ein ágrýtnan samskipara
til okkara tænastueind – eitt starv í
spennandi og avbjóðandi umhvørvi.
Á tænastueindini starvast tvey fólk, og
uppgávur teirra fevna um:
· skrivarauppgávur, herundir málrøkt og
rættlestur
· at samskipa lógarmál
· samskiftisuppgávur, so sum at leggja út
á heimasíðu, skriva tíðindaskriv v.m.
· ráðharratænastu og protokoll
· at samskipa fundir, verkætlanir og gera
verkætlanarlýsingar
· praktiskar uppgávur, so sum bókhald,
skjalagoymsla, KT, hølisumsiting, starvs -
fólkaumsiting o.a.
Ert tú skipað/ur, hevur góð samstarvsevni,
dugir at arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í
bólki, ert tú kanska tann, vit sóknast eftir.
Tað er umráðandi, at tú hevur hóskandi
útbúgving og royndir innan almenna
fyri siting og/ella privata vinnu. Har -
umframt er tað ein fyrimunur, um tú
ert stinn/ur í føroyskum og enskum
máli.
Løn og setanartreytir verða sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Bjarna Askham Bjarnason á
telefon 502085.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Umsókn við prógvum, lívsrensli og
møgu ligum ummælum skulu sendast til
Fíggjarmálaráðið á fmr@fmr.fo í seinasta
lagi 14. juli 2017.
Um ráðið:
Fíggjarmálaráðið skipar landsins
búskaparstýring og leggur
grundar lagið undir, at lands -
fyrisitingin greiðir sínar upp -
gáv ur væl. Høvuðs arbeiðs økini
hjá Fíggjarmálarráðnum eru:
Búskaparmál, skattamál, fíggjar -
mál og lønar- og starvsfólkamál.
ERT TÚ NÝGGI SAMSKIPARIN
Í FÍGGJARMÁLARÁÐNUM?
Fíggjarmálaráðið, Tinganes
Postrúm 2039
FO-100 Tórshavn
Tlf: +298 35 20 20
fmr@fmr.fo
www.fmr.fo
STARVSLÝSING
Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini í senn?
Tel. 320 320 · www.petri.fo
Ókeypis kanning
av protesum
Nýtt smíl?
Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum
Hósdag 13. juli:
Milliónbúffur · Stokt høsnarungastykkir · Knettabiks
Fríggjadag 14. juli:
Nakkafilét · Várrullur · Lasanja
Leygardag 15. juli:
Nakkasteik
Mánadag 17. juli:
Fiskafrikadellur · Eftirgjørd hara
Týsdag 18. juli:
Kókað neytakjøt · Stokt flesk
Mikudag 19. juli:
Stoktur fiskur · Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA
Mán-frí: 9.00-16.30 & Ley: 9.00-14.00