týsdagur 11. juli 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VÍKINGUR KANN
SKRIVA SØGU
Tróndur Arge
Hóskvøldið fullu øll tey
føroysku feløgini í Europa
League. Nú standa bara
Víkingarnir eftir. Teir vunnu
søguliga
stóran
sigur
í
Kosovo, og eru tiltiknir fyri
at kunna spæla avgerandi
dystir. Uppgávan hesa ferð
er væl størri, men hon er ikki
ógjørlig.
Mótstøðuliðið hesa ferð
er FH úr Íslandi, ið hevur
føroyska landsliðsmálverj
an, Gunnar Nielsen, í mál. Ís
lendskur landsliðsfótbóltur
er fleiri stig frammanfyri
okkum, men tað er minni
munur á landskappingunum.
Íslendska kappingin er av
gjørt betri enn okkara, men
tað er ikki óhugsandi at
Víkingur við einum góðum
útgangsstøði, kann skriva
føroyska fótbóltssøgu sum
fyrsta liðið, ið vinnur seg í
triðja umfar í Champions
League.
Stórir og sterkir
Íslendskur fótbóltur er eyð
kendur fyri kropsligt spæl.
Ein tann størsti munurin á
føroyskum og íslendskum
spælarum er hvussu nógv
verður lagt fyri í styrkirúm
inum. Íslandi er eisini til
tikið fyri at menna spælarar,
sum blíva fulltíðar fótbólts
spælarar. Nakað føroyskur
fótbóltur arbeiður nógv við
í løtuni, men enn er langt á
mál.
Tí er eisini væntandi, at
íslendsku spælararnir eru
nakað betri fyri enn Víking
arnir, men tað er ikki vist, at
tað er nokk til at vinna upp
gerðina.
- Vit hava sæð tveir dyst
ir hjá teimum. Teir eru stórir
og sterkir og spæla við nógv
ari kropsligari styrki, sigur
Sámal Erik Hentze, venjari
hjá Víkingi.
Víkingur er saman við KÍ
helst tey liðini í Føroyum,
sum eru best fyri kropsliga.
KÍ vísti sína styrki í heima
dystinum móti AIK Stok
holm, meðan fleiri av spæl
arunum hjá Víkingi hava víst
tað gjøgnum árini. Serliga
verjan sleppur at royna seg.
- Teir spæla eina klass
iska 4-4-2. Har teir hava ein
stóran og ein minni áleypara.
So sparka teir upp á “target
mannin” og arbeiða harfrá,
sigur Sámal Erik Hentze, og
leggur dent á, at talan er um
kraftmiklan spælara.
Spurningurin er so hvussu
Víkingur ætlar at dekka upp
fyri tí.
Fróði við aftur
Víkingur hevur Fróða Benja
minsen við aftur, meðan Filip
Djordjevic hevur leikbann og
Hans Pauli Samuelsen ikki
er við vegna forfall. Filip
Djordjevic hev
ur
verið
fastur
maður á
vengrunum, tí
skal Sámal Erik Hentze til at
flyta eitt sindur runt upp á
liðið. Tað er nærliggjandi at
hugsa, at Fróði Benjaminsen
kemur inn á liðið aftur, men
helst inn á miðvøllin. Ein
møguleiki er at flyta Sølva
Vatnhamar
út
á
annan
vongin, meðan Gunnar Vatn
hamar spælir á hinum vong
inum.
Hetta tykist tó ósannlíkt,
tí Sølvi Vatnhamar er týdn
ingarmik
il
saman
setingina
á
miðvøllinum. Ein
annar møguleiki er, at
Sorin Anghel verður flutt
ur á vinstra vongin, men
kemur at hava ein heldur
afturhaldandi leiklut, með
an Hanus Jacobsen, sum er
tann meiri framrættaði av
bakkunum, kemur framvið.
- Eg havi hugsað onkrar
møguleikar. Tað er ein møgu
leiki at flyta Sorin Anghel
á vongin, men nú fáa vit
at síggja, sigur Sámal Erik
Hentze, sum leggur afturat,
at Andreas Lava Olsen ikki
er tøkur til at byrja inni, men
møguliga sum innskiftari.
So hevði liðið verið Elias
Rasmussen í mál, Gert Han
sen, Atli Gregersen, Erling
Jacobsen og Hanus Jacobsen
i verjuni, Hans Jørgen Djur
huus, Fróði Benjaminsen og
Sølvi Vatnhamar á miðjuni,
Sorin Anghel og Gunnar
Vatnhamar á vengrunum,
meðan Adeshina Lawal er í
álopinum.
Uppgerðin skal
vinnast á Tórsvølli
Tað tykist púra greitt, at
uppgávan hjá Víkingi er at
halda tætt í Íslandi. – Gunnar
Nielsen og FH eru favorittar.
Ongin ivi um tað, sigur Atli
Gregersen,
liðskipari
hjá
Víkingi. Hann letur ongan
iva verða um, at íslendsku
meistararnir eru favorittar.
Tað kemur væntandi eisini
at síggjast í dystinum í kvøld.
Er tað nakað føroyskt
lið, sum hevur profilin og
royndirar til at knúgva FH,
so er tað Víkingur. Liðið tel
ur fleiri núverandi lands
liðsspælarar,
fleiri
sum
hava verið um landsliðið og
spælarar, sum høvdu havt
umboðað Føroyar, um teir
høvdu føroyskt pass. Liðið
hevur fleiri ferðir fyrr víst,
at tað er í stand til at fáa stig
á útivølli í Evropa.
Knúgvar Víkingur FH,
er talan helst um eitt tað
størsta avrikið hjá einum før
oyskum liðið í Evropa.
trondur@sosialurin.fo
Champions League:
Víkingur skal í kvøld spæla móti íslendska meistaraliðnum, FH, í fyrra dystinum í 2. umfari
í innleiðandi Champions League kappingini. Málið í Íslandi er uttan iva at fáa eitt gott
útgangsstøðið. Millum annað at halda málið reint
Mynd: Álvur Haraldsen